Næstan eitt døgn áðrenn løgreglan kom

Tað skuldi ganga næstan eitt heilt døgn, áðrenn løgreglan á Sandoynni kom til Skopunar at kanna málið um harðskapin. – Vit gera sum frægast, tá vit fáa slík mál, sigur Høgni í Dali, sýslumaður

Høgni í Dali, sýslumaður í Sandoynni, fekk fráboðanina um at harðskapur var framdur umleið klokkan 1 náttina til leygardagin. Hann gevur tá órættaða boð um at fáa fatur at lækna, og síðan at venda aftur til sín, men tað gjørdi hann ikki, tí hann lá á intensivu deild á Landssjúkrahúsinum.

- Eg bað teir venda sær aftur til politistøðina eftir at læknin hevði kannað teir, men eg hoyrdi einki aftur fyrr enn út á dagin leygardagin, og tá kom álvarin veruliga fram í hesum málinum. Tá fór løgreglan í Havn út á Landssjúkrahúsið at avhoyra mannin, sigur Høgni í Dali.

Ikki fyrr enn seint leygarkvøldið, tá teir vistu meira um málið, fór sýslumaðurin til Skopunar at leita eftir jarnstongini, ið órættaði eftir øllum at døma varð sligin við.

Er tað ikki óheppið, at tá slíkur harðskapur verður framdur, at løgreglan ikki kemur á staðið fyrr enn lítið døgn eftir hendingina, og maðurin, um illa vildi til, longu kundi verið deyður?

- Tann upprunaliga fráboðanin var bara um harðskap, at menn høvdu verið uppi og keglast og høvdu sligist, og tað var so tað. Vanligt er, at tá tað eru harðskapsmál, og tá eru menn jú oftast fullir, at vit biða teir fara til læknan og fáa tað kannað, og so at venda aftur til politistøðina. Tá veit man presis, hvat er farið fram, og hvussu alvorligt tað er. Men ofta venda teir ongantíð aftur, tá teir hava verið hjá lækna, og eru sissaðir aftur, og eg hugsaði tað sama, tá hetta málið var uppi. Álvarin í hesum málinum kemur ikki heilt fram, fyrr enn órættaði verður avhoyrdur av løgregluni í Havn. Men jú, eg haldi eisini at tað er óheppið, men vit gera sum frægast, tá vit fáa slík mál, sigur Høgni í Dali, sýslumaður.



Ov lítil tíð til alt

Seinasta hálva árið hava ábreiðslur verið á løgregluna í Sandoynni í tveimum ymiskum greinum í Sosialinum. Fyrru ferð var tá ein smágenta varð illa bitin av einum hundi. Tá høvdu foreldur í grannalagnum, har gentan var og vitjaði, fleiri ferðir kært seg til politiið, men hundurin slapp at ganga leysur og verða til ampa fyri foreldur og børn.

Hitt málið var tá sandoyingar vóru farnir at berjast um eitt feitilendi, og menn skutu seyð hjá hvørjum øðrum, og sum endaði við at tveir mans bardust í haganum.

Í tí málinum spurdi verjin hjá ákærda eisini, hvussu tað kundi bera til, at klandur um eitt feitilendi kundi fara so yvir gevind, at tað endaði í harðskapi. Hann segði, at ein forkláring er, at løgreglan hevði onki gjørt við málið, og at hetta var ein støða, sum kundi verið kvald í føðingini, hevði løgreglan gjørt nakað við málið.

Nú verður aftur hartað eftir løgregluni í samband við harðskapsmálið, men Høgni í Dali, virkandi sýslumaður, vísir ábreiðslunum aftur.

- Eg eri einsamallur um arbeiðið, og eg havi 37 tímar um vikuna. Eg royni sum frægast at tillaga løgregluarbeiðið eftir tímunum, sum eg havi. Tað vísir seg jú sum at alt er pengar, og eg má halda meg til teir tímar, ið eg havi. Kortini verður nógv arbeitt yvir, tí tað er í heilum at eg verði forstýraður, tá eg eigi at hava frí. Tak nú bara hesa vikuna, har havi eg verið til arbeiðis og eri blivin forstýraður hvønn dag, hóast eg eftir ætlan átti at hava frí, greiðir Høgni í Dali frá.

Hann leggur eisini dent á, at hann hevur tveir manns afturat sær, sum hjálpa honum ótrúliga væl, tá á stendur. Men um vanliga gerandisarbeiðið er hann púra einsamallur, og eftir øllum at døma røkkur tíðin ikki altíð til.