Stórir eru barna spurningar

Hví er grasið grønt, mamma, hví er luftin blá?

Summardáin hvítur og døgg á hvørjum strá’?

Hví er kalt, tá kavi er, og heitt, tá sólin skín’?

Og sig mær mamma, hví ert tú so góð við beiggja tín?

Stórir spurningar, tað er vist, og skamm fái tann, sum vil kveistra teir til viks og ikki taka teir í álvara, segði Jákup Reinert Hansen í vígslurøðu síni

Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum.

Orðt. 22, 6

 

Hvør er ein óviti? Er tað barnið, sum eftir okkara vaksna tykki einki veit av tí, ein eigur at vita? Tá ið vit hava lært tað alt tað, sum neyðugt er, so liggur leiðin vís og trygg gjøgnum lívið. Tað hevur lært at halda vegin líka at ellisárum, ja, sjálvt á gamalsaldri víkur tað ikki av honum.

Skuldu vit ikki heldur sagt, at ein óviti er tann, sum framvegis ikki veit alt tað, ein kundi hugsað sær at vita; ein, sum enn hevur nógv eftir at læra? Skuldu vit ikki sagt, at lívið er ein leið, sum vit øll skulu ganga gjøgnum framtíðar ókenda land? Tá verður leiðin hjá óvitanum líka at gamalsaldri tann vegur, sum eitur: at undrast og at spyrja, at gleðast og at takka.

 

Nakrar av teimum heilt stóru spurningunum, sum ein kann hoyra børnini spyrja, áðrenn tey eru serliga gomul, hevur ein av teimum kendu føroysku lærarunum, Marius Johannesen, sáli, sett orð á. Kanska eisini børnini í Sands skúla kenna teir:

Hví er grasið grønt, mamma, hví er luftin blá?

Summardáin hvítur og døgg á hvørjum strá’?

Hví er kalt, tá kavi er, og heitt, tá sólin skín’?

Og sig mær mamma, hví ert tú so góð við beiggja tín?

Stórir spurningar, tað er vist, og skamm fái tann, sum vil kveistra teir til viks og ikki taka teir í álvara. Eru hetta spurningar, sum eru alt annað enn lættir at svara, so ivast vit tó ikki í, at teir eru sprotnir av barnsins undran og nema við nakað av tí, sum barnið gleðir seg um og takkar fyri. Hetta eru spurningar, sum krevja, at foreldrini mugu spíla seg út, at skúlin má nýta bæði náttúruvísindi og hugvísindi til tess at læra óvitan bara eitt sindur um tann spennandi vegin, sum liggur framman fyri honum.

 

Men er hetta lærdómsleiðin, nær verður so óvitin útlærdur? Er tað, tá ið bygdaskúlin ikki veit at svara spurningum hansara longur? Er tað, tá ið framhaldsdeildin má geva upp; tá ið miðnámsskúlin kemur til kort; tá ið ósvaraðir spurningar framvegis standa eftir, hóast gentan og drongurin hava fingið prógv um hægstu útbúgving? Nær skulu vit gevast at svara øllum spurningunum, og hvussu gera vit tað á skymsamligan hátt?

Annar mentamaður kemur fram á loysnina, tá ið eisini hann í einum sangi orðar óvitans nógvu spurningar. Tað er Finnbogi Ísakson, sáli, sum yrkir so:

Nei, spyr ikki abba, hví sólin er heit,

og ikki hví mánin er hálvur.

Tí líka so lítið helst abbi tín veit

um tílíkt, sum hvat tú veitst sjálvur.

Og spyr ikki meira, um verðin er rund,

er tríkantað ella ein flata,

men bygg tær ein bátin og sigl yvir sund,

tú skalt av tær sjálvum tað fata.

Hví abbasa bein munnu vera so veik,

hví skeggið á høku man sita,

hví vangin er gráur, hví ryggurin sveik -

Á, livir tú, fært tú at vita!

Summar spurningar mást tú fata av tær sjálvum. Livir tú, fært tú at vita.

Vit plaga at taka til, at vit læra, so leingi sum vit liva. Men vit hava eisini hoyrt, at orðafellið kann vendast við: Vit liva, so leingi sum vit læra. So leingi, sum vit undrast og spyrja, so leingi sum vit gleðast og takka. Tann vegurin byrjar, tá ið barnið verður føtt, og tað er sannur vísdómur at halda seg til hann og ikki víkja av honum, sjálvt á gamalsaldri.

 

Undran og tøkk finna vit aftur í Sálmi 8 í Gamla Testamenti:

»Líti eg at tínum himni, fingraverki tínum, mána og stjørnum, sum tú hevur fest, hvat er tá maður, at tú minnist á hann, og mannabarn, at tær kemur tað í hug! Tú gjørdi hann nærum til Guð, hevur krýnt hann við dýrd og við æru, hevur sett hann at ráða yvir handaverki tínum og alt undir føtur hans lagt, seyð og oksar, alt tilsaman, markarinnar villdjór tillíka, himmalsins fuglar og havsins fiskar, alt, ið á sævargøtum ferðast. Harri, vár drottin, hvør vegligt er navn títt um allan heimin!«

Støðug undran og tøkk, óavmarkaðir spurningar og óvæntað lívsgleði hoyra hesum gamla sálmi til. Men tey hómast eisini handan hesi hátíðarligu orð:

»Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Hann skal við støði í heimligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska mentan og hjálpa teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við náttúruna. Hann skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.«

Minnist til, tit foreldur, næmingar og lærarar: Tað er bara ein bókstavur á muni millum tey bæði orðini: at læra og at læa.

 

Áðrenn vit víga skúlan, mugu vit biðja Guð senda sín heilaga anda og signa henda bygning og tað verk, sum her skal fremjast. Latum okkum øll biðja:

Birt tú halga ljósið títt

bæði í skúla og í kirkju,

so tað lýsir reint og frítt

yvir mansins øllum yrki.

Góði Guð og halgi Andi

lýsi signing yvir landið!

Amen.