ella í landsstýri, torað at víst á tørvin á at menna høvuðsstaðin. Soleiðis tekur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, til, í eini grein, hann hevur sent okkum. Hann vísir á, at í flestu framkomnum londum [...] dentur lagdur á at hava ein sterkan og atdráttarmiklan høvuðsstað. Orsøkin er, at ein sterkur høvuðsstaður skapar munandi betri fortreytir fyri vøkstri í øllum landinum. Hann sigur, at hetta verður gjørt [...] endamálið er at gera íløgur, har land, kommuna, vitanarvinna og hægri útbúgving, ganga hond í hond. - Men hetta er tíverri ein fullkomiliga óhugsandi tanki í Føroyum, hóast øllum er greitt, at hetta er einasti
flogfeløgum at flúgva upp á Føroyar, at Atlantsflog nú verður tjóðartikið aftur. Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn. Annars kundi hugsast, at flogfeløg, sum kanska høvdu havt hug at tikið [...] vil hann ikki siga. - Eg hevði ikki væntað, at tað fór at vera lætt at fáa onnur flogfeløg hendavegin, tí marknaðurin er lítil. - Men vit halda framvegis, at her eru møguleikar, sigur Jákup Sverri Kass [...] leggur hann dent á, at í Vága Floghavn leggja tey seg ikki út í, hvussu landið skipar Atlantsflog. Men nettupp tað, at tryggja rímiligar prísir á ferðaseðlum, er ein grundgeving fyri, at Atlantsflog verður
hava loyvi til at taka ómaksgjald frá fólki, bara fyri at hava eina kontu í bankanum. Tað heldur Javnaðarflokkurin. Nú hevur Eyðgunn Samuelsen lagt uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja, at tað skal vera [...] vera ókeypis hjá fólki at hava kontu í bankunum. Bankin skal heldur ikki hava loyvi til at taka ómaksgjald frá fólki fyri at avrokna skatt ella fyri at lata fólk taka pening av eini lønarkontu. Eyðgunn Samuelsen [...] Men hon heldur samstundis, at fólk skulu kunna fáa sína løn á eina kontu, og at kunnu taka pening av hesi kontu, uttan at skula gjalda fyri tað. - Tað er ikki rímiligt, at ein vanligur løntakari skal
venjingar at biðja Marjuna halda seg burtur. Hon flennur at hesum nú, og sigur, at hon var frætørð í fyrstuni, men hevur við tíðini skilt, hví leikstjórin valdi at gera so. - Tað órógvaði ov nógv, at hava [...] Mær dámar at prøva meg sjálva av. Ikki at gera tað alt ov lætt, og hetta hevur ikki verið lætt. Koyrd til hús Í byrjanini var Marjun við til venjingarnar, og hevði havt ein dreym um at sleppa at sita við [...] Tað er eyðsýnt, at Marjun hevur havt torført við at venja seg við, at skula samstarva við onnur í skapanini av einum listaverki, og hetta er hon eisini tilvita um: - Eg havi roynt at meditera, og vant
Brynhild vísur á, at lógin um alment innlit ikki umfatar løgtingsskrivstovuna, og at tað plagar ikki at geva úrslit at spyrja upp á “vanligan máta”. - Send Jan Lamhauge. Tað plagar at hjálpa, svarar Helgi [...] Koba var ein av teimum, sum kom við viðmerking: - Pressan sleppur ikki at eta pizza í Løgtingsins Pressurúmi, men politikarar sleppa at hyggja eftir fótbólti á tí allarheilagast økinum í sama húsi… munur [...] munur á monnum, skrivar Finnur Koba í viðmerking undir myndini. - Eg sleppi heldur ikki at eta pizza í einum útvarpsstudio, svarar Helgi Abrahamsen. Finnur svarar aftur: - Í mun til tykkum, sum vitja útvarpið
. Stern.de, ið er heimasíðan hjá kenda týska vikublaðnum, segði aftan á framførslurnar hjá teimum, at Føroyar høvdu tikið Berlin við stormi, ikki við fótbólti ella fiskarí, men kontri av hægstu góðsku [...] Nashville og gjørdist stjørna í egnum landi. Her verður m.a. sangurin Gyltu ljósakrúnurnar tikin fram, og at Charlie Pride klassikarin á føroyskum var ein serstøk uppliving. Kristina Bærendsen fær tó heitasta [...] nnu við eini stórari rødd. Hennara útgáva av “Green Green Grass of Home” verður nakað, ið tey fara at minnast aftur á í Berlin í langa tíð, staðfestur ummælarin. Eisini Evi Tausen fær góð orð fyri framførsluna
spurningarnir seg um Liverpool FC, hvønn teir eiga at styrkja seg við, nú flytingarvindeygað letur aftur. Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra tað, sum Tróndur Arge og Leivur Fredriksen svaraðu
Marjun Dalsgaard Bjørn á Heygum heldur at minnilutaverja er eitt gott hugskot. Tó eiga vit at vera varin við at lata veljarar krevja fólkaatkvøðu. – Tað er ógvuliga demokratiskt og uppfyllir í stóran [...] Vansin kann vera, at okkurt sum er frammi í samfelagnum og kanska í ávísan mun ber brá av at vera eittsindur upphitað ávísa løtu, kann koma eitt sindur skeivt fyri. Tað er ikki altíð, at sovorðið er so [...] sum annars vildi verið náttúrligur, sigur Bjørn á Heygum. Han heldur, at tunnilsmálið er eitt gott dømi um, at tað ber væl til at steðga einari tilgongd, sum ikki hevur undirtøku í fólkinum, eisini
atgongd til venjingarvallirnar hjá Swansea, har hann annars ætlaði sær at siga farvæl við leikararnar. - Felagið hevur boðað mær frá, at eg ikki skal koma á vitjan og siga farvæl við leikararnar, so tað geri [...] Tað hevur verið trupult at fingið samband við Michael Laudrup síðani hann fekk sekkin í Swansea, men nú hevur heimasíðan hjá League Managers Associations (LMA) fingið orðið á danska, arbeiðsleysa venjaran [...] heimasíðuna og rósar síðani spælarunum samstundis sum felagið fær eina heilsan. - Eg eri vónbrotin um at verða koyrdur frá sum venjari í Swansea City. Serliga um framgangsháttin og tey sera stuttu boðini
sum var við til at gera Stýrisskipanarlógina. Í sambandi við, at Tjóðveldi hevur lagt eitt uppskot fyri tingið um broytingar í Stýrisskipanarlógini, fegnast hann um, at roynt verður nú at broyta tað, sum [...] meira eftir, hvør leggur eitt uppskot fram, heldur enn at hyggja at innihaldinum í uppskotinum, sigur hann. Hoyr samrøðu við Bjørn á Heygum við at trýsta á pílin undir myndini. [...] ongantíð vann frama, tá Stýrisskipanarlógin kom. – At uppskotið nú kemur fram aftur, er bæði positivt og konstruktivt, tí tað hevur sínar góðu grundir at hava eina minnilutaverju, tí tá virkar demokratiið