Sleppur ikki at siga leikarunum farvæl

Michael Laudrup hevur fingið boð um at ikki koma á vitjan í Swansea.

Tað hevur verið trupult at fingið samband við Michael Laudrup síðani hann fekk sekkin í Swansea, men nú hevur heimasíðan hjá League Managers Associations (LMA) fingið orðið á danska, arbeiðsleysa venjaran.


Og tað er ikki hissini viðferð, hann fær frá nú fyrrverandi felagi sínum. Hann hevur nevniliga fingið noktað atgongd til venjingarvallirnar hjá Swansea, har hann annars ætlaði sær at siga farvæl við leikararnar.


- Felagið hevur boðað mær frá, at eg ikki skal koma á vitjan og siga farvæl við leikararnar, so tað geri nú umvegis hetta brævið, sigur Michael Laudrup við heimasíðuna og rósar síðani spælarunum samstundis sum felagið fær eina heilsan.


- Eg eri vónbrotin um at verða koyrdur frá sum venjari í Swansea City. Serliga um framgangsháttin og tey sera stuttu boðini, eg fekk, og sum als ikki góvu mær nakra grundgeving um hví ein so álvarslig og skjót avgerð var neyðug, sigur Laudrup.


Seinni hava hjálparvenjarin, Morten Wieghorst, talentleitarin, Erik Larsen, og kropsligi venjarin, Oscar Garcia, eisini fingið sekkin. Michael Laudrup er tó háttvirdur sum persónur og endar eisini brævið við:


- Eg ynski felagnum alt tað besta í framtíðini og restina av kappingarárinum.