Missa ikki áhugan at flúgva til Føroya

At landið nú tjóðartekur Atlantsflog, ger ongan mun

Tað fær onga ávirkan fyri áhugan hjá øðrum flogfeløgum at flúgva upp á Føroyar, at Atlantsflog nú verður tjóðartikið aftur.

 

Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn.

 

Annars kundi hugsast, at flogfeløg, sum kanska høvdu havt hug at tikið kappingina upp við Atlantsflog, fóru at aftra seg, nú føroyska felagið verður alment burtur av, tí landskassin er ein stórur kassi at kappast ímóti.

 

Men tað afturvísir stjórin í Vága Floghavn.

 

- Tey flogfeløg, vit í Vága Floghavn, hava samskift við, hava altíð mett Atlantsflog, sum eitt alment felag, tí tað almenna hevur altíð átt meirilutan í felagnum, sigur Jákup Sverri Kass.

 

- Eitt felag er ikki enkilt, fyrrenn 51 prosent av partapengunum eru á privatum hondum, leggur formaðurin afturat.

 

Annars leggur hann dent á, at í Vága Floghavn leggja tey seg ikki út í, hvussu landið skipar Atlantsflog.

 

Men nettupp tað, at tryggja rímiligar prísir á ferðaseðlum, er ein grundgeving fyri, at Atlantsflog verður tikið av virðisbrævamarknaðinum, og lagt heilt og fult undir landið. Kann tað ikki takast sum um, at Atlantsflog ikki longur skal rekast á vinnuligum grundarlagið burturav og at prísirnir fara at vera dumpaðir?

 

- Tað veit eg ikki. Vit hava SAS, sum tað almenna eigur heilt og fult, men tað hevur ikki ávirkað kappingina tað allarminsta. Í Føroyum hava vit eisini eitt fordømi við Føroya Tele, sum fekk kapping frá Kall, hóast Føroya Tele er alment ogn.

 

Men tað veldst sjálvsagt um, hvussu tað almena fer at umsita Atlantsflog, leggur Jákup Sverri Kass afturat.

 

Men eru nøkur onnur flogfeløg á veg til Føroya?

 

- Eg fái ikki sagt annað enn tað, eg hvi sagt tað síðsta árið, ella so: Vit eru í samskifti við onnur flogfeløgfeløg.

 

Men hvørji feløg, talan er um, vil hann ikki siga.

 

- Eg hevði ikki væntað, at tað fór at vera lætt at fáa onnur flogfeløg hendavegin, tí marknaðurin er lítil.

 

- Men vit halda framvegis, at her eru møguleikar, sigur Jákup Sverri Kass.