Ræðandi ikki at bestemma sjálv

Nú leygarkvøldið er frumsýning av leikinum Tóm Rúm á Tjóðpalli Føroya. Hetta er nýskrivaður leikur eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs. ið telist millum okkara bestu yngru rithøvundar. Marjun sigur sjálv, at hon ristist við tankan og er ræðslusligin fyri frumframførsluni.

Marjun Syderbø Kjelnæs er við tíðini vorðin ein av okkara fremstu og virknastu rithøvundum. Serliga innan ungdómsbókmentir hevur Marjun víst serstøk evni, og var m.a. í uppskoti til Barnabókavirðisløn Norðurlandaráðsins í fjør, fyri bókina, “Spor í sandinum”. Henda bók hevur áður vunnið norðurlendsku barnabókmentavirðislønina hjá skúlabókavørðum.

Nakað heilt annað
Marjun hevur roynt seg bæði við yrkingasøvnum, stuttsøgum og søgum. At hon nú roynir hon seg við einum leikverki, vísir hvussu fjøltáttað listafólk Marjun er. Men hetta er nakað annað enn bøkurnar, har Marjun sjálv sleppur at seta síðsta punktum.

- Ja, hetta er heilt øðrvísið enn ein bók, har sum eg bestemmi alt. Her má alt, sum eg vil forklára, liggja í replikkinum, man sleppur ikki at skriva rundanum. Sjálvt um eg upprunaliga skrivaði eina rúgvu av regiviðmerkingum, so visti eg eisini, at tær eru tað fyrsta ein leikstjóri koyrur burt. Tí strikaði eg sjálv tær flestu aftur.

Tað skal ikki vera lætt
Leikurin Tóm Rúm er fyrsta leikverkið hjá Marjuni, og tí ein heilt serlig avbjóðing. Men Marjun ræðist ikki avbjóðingar:

- Mær dámar at prøva meg sjálva av. Ikki at gera tað alt ov lætt, og hetta hevur ikki verið lætt.

Koyrd til hús
Í byrjanini var Marjun við til venjingarnar, og hevði havt ein dreym um at sleppa at sita við til allar venjingar, men so bleiv ikki. Royndi leikstjórin Eyðun Johannesen, valdi eftir nakrar venjingar at biðja Marjuna halda seg burtur. Hon flennur at hesum nú, og sigur, at hon var frætørð í fyrstuni, men hevur við tíðini skilt, hví leikstjórin valdi at gera so.

- Tað órógvaði ov nógv, at hava rithøvundin sitandi har. Serliga leikararnir komu ofta at spyja, hvat eg hevði hugsa við ymiskum. So, tá eg vandi meg við tankan, so skilti eg leikstjóran, men tað var ikki lætt at sita heima og krossa fingrar og vóna, at tey fóru mín veg, sigur Marjun.

Tá hon so slapp aftur at hyggja eitt sindur seinni í prossessini, so var fyrsta kenslan, at tey vóru farin heilt skeivan veg, og hon mátti hugsa seg væl um, tá hon gav viðmerkingar, og bara vísa tað allar viktigasta.

Mediteraði
Tað er eyðsýnt, at Marjun hevur havt torført við at venja seg við, at skula samstarva við onnur í skapanini av einum listaverki, og hetta er hon eisini tilvita um:

- Eg havi roynt at meditera, og vant meg við tankan, at eg ikki bestemmi. Eg var og hugdi at leikinum nú fyrr í vikuni, og endiliga loysnaði tað. Eg kundi royna at uppliva tað sum ein eygleiðari. Góðtaka, at hetta eru orð, ið eg havi sett saman, og sum tey brúka.

Men hon vigongur eisini, at hon er ræðslusligin fyri frumframførsluni leygarkvøldið, og at hon ristist bara við tankan um hana.




Í sambandi við, at leikurin hevur frumframførslu leygarkvøldið, kemur hann eisini út í bók, ið Sprotin gevur út.