ar skulu vera nøktandi. Útoyggjafelagið mælir til: At samtykt verður at knýta Hest upp í Sandoyartunnilin og at eitt gott skip, ið kann taka bilar og føra farm, verður sett í sigling beinanvegin/skjótast [...] Hetta er tað, sum tit, ið stjórna landinum og umsita samferðsluna, eiga at hava í huga, tá ferðaætlan og val av loysnum á ferðasambandinum út í Hest er til viðgerðar. Føroyar hava ikki ráð at missa eina [...] øktum vinnuvirksemi, trivnaði og fólkavøkstri. Samferðsluráðið og Føroya Løgting eiga í felag at taka stig til at loysa trupulleikan á hestleiðini. Hestur kann ikki verða ofrað fyri eina aðra farleið.
Erland og Sanna Rasmussen heiðrað við gullnál fyri hvør í sínum lagi at hava latið blóð 50 ferðir. Og tað er ikki bara sum at siga tað, tí tað skulu í minsta lagi ganga tríggir mánaðir ímillum, at blóð verður [...] geva blóð. - Tað fer soleiðis fram, at vit fáa boð frá blóðbankanum um at lata blóð. Tað er sjálvandi upp tilo okkum sjálvi um vit gera tað, men vanliga gongur tað soleiðis fyri seg, at ein sjúkrabilur [...] har vóru tað nógv, sum hildu tað verða eitt gott hugskot at geva blóð. Nøkur lupu frá tá tað kom til stykkið, men vit vóru kortini fleiri, sum gjørdust blóðgevarar, sigur Erland Rasmussen. Gevur og fær Hetta
hava GHM’arar ætlað at gjørt eina ferð hagar – bæði fyri at fortelja bornholmarum um bakaran og tónleikaran og fyri at síggja umhvørvið, har Georg Hansen vaks upp og lærdi at spæla tónleik. Hesi hundrað [...] Georg Kaspar Hansen doyði. Tað halda tey, sum nú spæla í GHM, vera eitt gott høvi at heiðra og minnast Bakar Hansen og alt, hann hevur gjørt fyri føroyskt tónleikalív. Konsertir verða: - í Store Tårn á Christiansø [...] horn- og træblásarar í einum einastandandi sosialum umhvørvi, ið hevur givið teimum evni og hug til at gleða onnur við tónleikinum. GHM fer nú sína fyrstu ferð aftur til røturnar, og tey gleða seg at fortelja
áleyparanum. Nú ætlar hann sær at broyta um hetta, og fyrsta stigið er so, at hann hevur skift felag. Spennandi verður tískil at vita, um tað enn eina ferð eydnast hjá Herfølge at fáa fulla nyttu burturúr einum [...] men tað man ikki vera heilt skeivt at gita, at keypsprísurin ikki er serliga høgur, um sammett verður við, hvat onnur donsk feløg rinda fyri sínar leikarar. Og í hvussu er man tað vera sannlíkt, at key [...] nevnliga á einum máli um, at Herfølge ikki fer at megna at varveita oddasessin, snøgt sagt tí hópurin ikki er nóg sterkur. Keypa avlop Í fleiri ár hava teir í Herfølge verið kendir fyri at keypa teir leikarar
neyðini. At barnið hevur fingið at vita, at bert sjálvar hølisumstøðurnar verða broyttar, men at nú eisini starvsfólk kortini verða skift út, er als ikki nøktnandi, sambært pápanum, ið ásannar, at foreldrini [...] væl nøgd við frítíðarskúlan og starvsfólkini har, og hetta hava tey ikki uppiborið. Børn við serligum tørvi Orsøkin til, at tað er so umráðandi við somu starvsfólkum er m.a., at fleiri børn við serligum tørvi [...] men at neyðugt er at gera vart við viðurskiftini. Sosialurin ætlaði at fáa eina viðmerking frá umsitingini hjá Tórshavnar Býráð um viðurskiftini, men rætti viðkomandi er ikki at hitta hesa vikuna og er
luttaka, ung og gomul, børn og vaksin, havnarborgarar og gestir í býnum, einstaklingar og bólkar, við stavi og uttan.. Tað ræður ikki um at ganga so langt og so skjótt sum møguligt, men bert um at ganga. Eingin [...] um dag at ganga túr eftir gøtum og vegum í býnum. Vit vænta gott veður leygardagin, so kom oman á Vaglið og kom við út at ganga. Fimm ymiskir gongutúrar eru á skránni. Túrarnir eru millum 3,5 og 7 kilometrar [...] eru av Vaglinum og enda aftur á Vaglinum. Vit byrja kl. 15 at hita upp í Gl. Kommunuskúlagarðinum og verða aftur uml. kl. 16.30. Tá strekkja vit út, fáa heiðursbræv, lurta eftir GHM og hava felagssang
við útgávuna hava allar góðar og positivar kreftir í hesum landinum samstarvað fyri at fáa eitt so gott úrslit um gjørligt. Lærarar og næmingar eru glaðir fyri atlasið, og Skúlabókagrunnurin fær stórt sæð [...] til atlasið og nøvnini í tí, fari eg at heita á tykkum, at venda tykkum til mín, so viðmerkingarnar saman við viðmerkingum frá øðrum kunnu verða tiknar til viðgerðar, tá ið nýtt atlas skal verða givið út [...] spæla sær við at umseta og týða nøkur hissini staðarnøvn í stóru verð. Rolf Guttesen fer eftir týðaranum, Svenningi Tausen, sum um tað er týðarin, ið hevur ábyrgdina viðvíkjandi teimum týddu staðarnøvnunum
kann gott vera at vit høvdu tikið av. Eitt illavorðið orð Osmundur Justinnusen sigur, at hann fer ikki at verða tann, sum fer at rópa harðast um stuðul. Politikarar gera, sum teir vilja. Og tað er ikki [...] ein sera drúgv og djúptøkin prosess at laga samfelagið til at blíva stuðulsfrítt. Tí sos mugu vit venda byttuni og geva tí fyrsta liðinum tað, sum krevst fyri at tað skal yvirliva, og so mugu alt annað [...] Eg sigi ikki, at vit ikki klára at halta eitt litið sindur afturat. Men í longdini er tað ongin møguleiki fyri at fáa tað at ganga. Eisini hjá Lorvíkingum verður tað ein vanlukka, um íløgustuðulin verður
vónar, at tað fer at eydnast fíggjarmálaráðharranum at fáa skattin heim, sum føroyingar rinda uttanlands, ella í øllum førum ein part av honum. Tí heldur verandi gongd fram, so fer tað av álvara at merkjast [...] fyrsta tekinið upp á tað plagar at verða, at øvundin fær valdið, fólk fara at skeldast sínamillum, og ongin leggur nakað í, um tað verður snýtt í til dømis skatti og við sosialum tænastum. Skatturin verður [...] hugtak, sum merkir, at borgararnir í einum samfelag góðtaka og kenna, at tey liva undir somu skipanum, reglum og lógum og hava nakrar felags skyldur og rættindi. – Tí er alneyðugt at gera broytingar, so
kend og ókend sløg, og sum heild var talan um eitt sera gott eplaár. Summarið var lýtt og ikki ov turt. Tað var heldur ikki vindur ella stormur av týdningi at skaða velturnar og eitt úrslit av, at veðrið [...] niður. Men tað skerst ikki burtur, at tað er ójavnt, hvussu tey ymisku eplasløgini roynast í Føroyum. Búnaðarstovan ger royndir, har ymisk sløg av eplum verða sett niður, harav nøkurfruktaðu væl og onnur minni [...] Búnaðarstovan til at hesi sløgini av seteplum: Folva, Hanna, Destiny, Mette, og so reyðu eplini, Oleva, Esmee og Raja. Til moldveltu mælir Búnaðarstovan til at brúka hesi sløgini av seteplum: Folva, Hanna