Flestum kunnugt hevur tað gingið avbera væl hjá Jákupi Mikkelsen og liðfeløgum hansara í Herfølge, men skal ein trúgva flestu serfrøðingum, so fer positiva gongdin ikki at halda fram. Teir eru nevnliga á einum máli um, at Herfølge ikki fer at megna at varveita oddasessin, snøgt sagt tí hópurin ikki er nóg sterkur.
Keypa avlop
Í fleiri ár hava teir í Herfølge verið kendir fyri at keypa teir leikarar, sum ikki verða mettir at vera nóg góðir í øðrum feløgum. Nógv eru dømini um leikarar, sum ikki megna at vinna sær fastan sess á øðrum liðum, men sum síðani rættuliga gera vart við seg, tá teir koma til Herfølge, har teir aloftast fáa nógv fleiri minuttir á vøllinum, enn teir gera hjá eitt nú FCK og Brøndby.
Nú hevur Herfølge so keypt enn meira »avlop« frá størru feløgunum, og hesu ferð er talan um áleyparan, Chris Hermansen, eftir at hesin í tvey ár hevur verið í útlegd í AB.
Hesin skifti í sínari tíð til AB, við tað at hann og fyrrverandi Herfølge venjarin, Ole Mørch, ikki kláraður so væl upp sína millum. At byrja við gekk eisini sum eftir ánni hjá honum, og fyrstu 12 dystirnar hjá AB seinasta kappingarár skeyt hann ikki færri enn 15 mál, og lá tá ovast á máltindinum.
Alt hetta broyttist tó, tá FCK gjørdi av, at teir vildu hava táverandi AB venjaran, Christian Andersen, tí hetta viðførdi samstundis, at AB skuldi hava nýggjan venjara. Hesin lutur fall á Ole Mørch, sum annars hevur eitt avbera gott orð á sær, og tá gekst ikki so longur so væl.
Restina av kappingarárinum fekk hann einans 3 mál, og heldur ikki hetta kappingarárið hevur skorist serliga væl hjá áleyparanum.
Nú ætlar hann sær at broyta um hetta, og fyrsta stigið er so, at hann hevur skift felag. Spennandi verður tískil at vita, um tað enn eina ferð eydnast hjá Herfølge at fáa fulla nyttu burturúr einum leikara, sum onnur feløg ikki fáa nakað serligt burturúr.
Ikki verður upplýst, hvussu nógv AB hevur kravt fyri áleyparan, men tað man ikki vera heilt skeivt at gita, at keypsprísurin ikki er serliga høgur, um sammett verður við, hvat onnur donsk feløg rinda fyri sínar leikarar. Og í hvussu er man tað vera sannlíkt, at keypspeningurin er væl lægri enn upphæddin, sum AB á sinni noyddist at rinda Herfølge.









