Hesi eplini eru tey bestu at seta niður

Góð ráð til øll, sum fara at seta epli niður í vár

 

Nú nærkast tíðin, har eplini skulu setast niður.

 

Men tað skerst ikki burtur, at tað er ójavnt, hvussu tey ymisku eplasløgini roynast í Føroyum.

 

Búnaðarstovan ger royndir, har ymisk sløg av eplum verða sett niður, harav nøkurfruktaðu væl og onnur minni væl.

 

Tilsamans vórðu 20 eplasløg roynd í fjør, bæði kend og ókend sløg, og sum heild var talan um eitt sera gott eplaár.

 

Summarið var lýtt og ikki ov turt. Tað var heldur ikki vindur ella stormur av týdningi at skaða velturnar og eitt úrslit av, at veðrið var til vildar, var, at epláárið varð gott.

 

Og útfrá royndunum, sum vórðu gjørdar í fjør, er Búnaðarstovan nú komin við einum tilmæli, um hvørji setepli roynast best í Føroyum.

 

Til flagveltu mælir Búnaðarstovan til at hesi sløgini av seteplum: Folva, Hanna, Destiny, Mette, og so reyðu eplini, Oleva, Esmee og Raja.

 

Til moldveltu mælir Búnaðarstovan til at brúka hesi sløgini av seteplum: Folva, Hanna, Destiny Mette, umframt reyðu eplini Oleva, Esmee og Rosagold.

 

Rosagold fruktar ikki so væl og hevur fleiri smá epli, men eplini eru vøkur og vælvaksin, sigur Búnaðarstovan.

 

Búnaðarstovan sigur, at í fjør var rótasoppur í onkrum veltum.

 

Eyðkenni eru ein rúgva av smáum eplum undir slokkunum, og grøn, vanskeplað epli.


 

- Tað ber til at fyribyrgja hesi sjúkuni við at viðgera seteplini við einum soppadrepandi evni, sigur Búnaðarstovan.


 

- Epli í moldveltu kunnu setast niður til síðst í mai, men tað er best at seta niður fyri 1. mai.

 

Flagveltan gevur best úrslit, tá ið sett verður niður seinast í apríl ella fyrst í mai.


 

Peder T. Haahr á Búnaðarstovuni mælir til at taða við klorfátækum NPK við nógvum kalium í, ella við Nitrofoska.

 

Hann sigur, at 40 til 50 gramm av tøðum til hvørt epli gevur góða frukt og góðan smakk.

 

- Ov nógv taðing gevur vatnut epli.
Eini ráð eru at kálka, har hvít epli verða sett niður, men reyð epli taka ikki við kálki, sigur hann.