Hetta var í hvussu so er ikki tað, sum eg hevði ætlað. Planurin var at fara á sjómansskúla í Havnini í august í 1965. Eg var í Grønlandi við Eiriki Jall. Vit vóru ikki aftur í Føroyum fyrrenn í oktober, [...] politistur í Klaksvík. Har var hann frá 15. desember í 1967 og fram til 1. mars í 1975, tá ið hann varð settur politistur í Fuglafirði. 1. juni í 1976 varð Eysturoy umskipað til eitt politiøki við støð í Runavík [...] hevur verið í politinum. - Eg var einsamallur politistur í Fuglafirði. Landbetjentur, sum tað varð nevnt. Niclas Akraberg Poulsen og Arne W. Joensen, sáli, vóru í Runavík, og støðin var í húsunum hjá Óla
sær konu í Fuglafirði. Sonja, sum er fødd Poulsen, og tey eiga trý børn: Jóna, sum er fødd í 1968, býr í Fuglafirði, Jonhard, sum er føddur í 1971, býr í Gøtu, og Meiken, sum er fødd í 1975, býr í Svendborg [...] Eftir at oyggjaleikirnir høvdu verið í Føroyum í 1989, gjørdist hann nevndarlimur í Borðtennissambandinum, og har var hann inntil í 1997. Harald er framvegis áhugaður í ítrótti og fylgir væl við. Tá ið Víkingur [...] Í dag, fríggjadagin 21. oktober, verður Harald Hammer í Syðrugøtu 70 ár. Nú er hann virkin pensionistur, sum er nógv í egningarskúrðunum í Leirvík, og sum annars dámar væl at flóta og at vera uttandura
15.00 giftast í Filadelfia í Havn Jesse og Boaz. Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl. 19.00. Leygardagin, 29. des. 2007, skulu vit giftast. Vígslan verður í Siloa í Fuglafirði kl. 13.30, og [...] bjóða vit drekkamunn í kjallaranum. Veitslan verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Herborg á Lakjuni og Jóhannes Simonsen Hósdagin 27. desember kl. 13.00 giftast í Dómkirkjuni Eyðgerð [...] en og Arnhold Sigurðsson Simonsen úr Fuglafirði. Aftaná vígsluna bjóða vit ein drekkamun í heiminum frá kl. 14.30 -18.00. Fríggjadagin 28 des. giftast í Kelduni í Skálafiðri, Sunniva Petersen, Fuglafjørður
odda í tíðini, dómarin hevur lagt afturat. Trý stig afturat. Ger so væl. Fótbóltshýrurin í Klaksvík var framúr í gjárskvøldið. Flaggskipið hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur verið í tungum sjógvi í hesum [...] ikki í gjár, tá KÍ vann seg nærri áttanda plássinum og bjargingini í Vodafonedeildini. Ikki flott Tey, ið høvdu rindað 70 krónur fyri at síggja dystin á Injector Arena í gjár, gjørdu tað neyvan í eini [...] stendur við bóltin úti í høgru. Hann bíðar eftir floytuni hjá Peturi Reinert, sum fer at loyva honum at senda frísparkið inn í feltið við eyðkenda vinstra beininum. Og floytan ljóðar. Í brotsteiginum royna
Havn. Nú Bjarni er í Føroyum og hevur málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði, er konan, Margret, við honum. Tey búgva hjá soninum á Kambsdali, og ætlanin er at steðga í Føroyum í umleið ein mánaða [...] hevur búð í Vestmannaoyggjunum, har konan er fødd; nú búgva tey í Torlakshøfn. Ein sonur, Omar Joensen, er giftur í Føroyum; hann býr saman við føroysku konu síni á Kambsdali. Bjarni hevur røtur í Føroyum; [...] Framsýningin í Ribarhúsi er opin til og við 3. juli, men á Varmakeldu verður aftur høvi at síggja ein part av listini hjá Bjarna; tá verða nevniliga 10 av málningunum sýndir fram í skúlanum í Fuglafirði. Fyrstu
Grundtvig. R. J. Tað áhugaverda fyri meg í hesum sambandi er, at vit skúlabørn hava sungið hendan sálmin tríraddaðan á føroyskum til konsert í dansistovuni í Fuglafirði fyrst í árinum 1942, nærum eitt ár, áðrenn [...] Ljómur hevur sungið hann fyrstu ferð í kirkjuni í Vági 1. nov. 1942. Nevnast kann, at sálmurin er við í Heimamissións Sangbókini frá 1951 og 1975 í upprunatýðingini, og í Missións Sangbókini frá 1996 við teimum [...] børnum. Veturin 1941-42 vandu skúlabørnini í 5. og 6. flokki til konsert, sum skuldi haldast til frama fyri nýggjan fótbóltsvøll í Fuglafirði. Konsertin varð hildin í dansistovuni. Vit sungu mest danskar sangir
verða tikið til. Fyri triðju ferð í eina viku var B36 í gjár á vitjan í Eysturoy. Næstsíðsta sunnudag tapti árstalsfelagið á Toftum, og mikukvøldið tapti B36 í Fuglafirði. Í gjár var setningurin at fáa stig [...] hilnaðist einki serligt, og so varð hann fluttur í miðverjuna, har hann man vera ein tann stinnasti í landinum. Herbert í Lon Jacobsen var fyrstu løtuna í miðverjuni, men so varð hann fluttur á høgra vongverja [...] nøgdur við uppstillingina, sum hann legði fyri við, og í 1. hálvleiki rokeraðu gestirnir í Gøtu eitt sindur. Magnus Olsen, sum fyrstu løtuna var vongverji í høgru, varð fluttur á sentrala miðvøllin. Dimitrij
liðini síðst spældu landskappingardyst í Fuglafirði. Tað var í 1996. Í 1994 vann TB 2-1 í Fuglafirði, og í 1993 vann ÍF 3-2. Í 1997 var TB í 2. deild, og i 1995 var ÍF í 2. deild. [...] Tvørámenn skulu í morgin norður til Fuglafirðar at spæla fyri lívinum í bestu deildini, og teir fara norðurum við nýggjum róðursmanni. Zoran Pavlovic, sum hevur verið spælandi venjari í fjør og í ár, er ikki [...] langt í frá eru ikki leysir av niðurflytingarvandanum, men teir halda, at um teir ikki tapa í morgin, so er sannlíkið fyri beinleiðis niðurflyting mest sum burtur. Einki er at ivast í, at uppgávan í morgin
við, tá ið føroyskt kór á ferð í Amerika fer at framføra. Mándagin fór kamarkórið Atlantic Voices av landinum. Sama kvøldið høvdu tey konsert í Áskirkjuni í Reykjavík. Í gjár fóru tey úr Keflavík og til [...] lið í sambandi við uttanlandsferðirnar um tær hálvt annað hundrað. Leygardagin vóru tvær tær fyrstu konsertirnar á hesi ferðini. Onnur var á Toftum og hin í Fuglafirði, og mánakvøldið sungu tey í Reykjavík [...] Reykjavík. Sambandið Á heysti í 2004 var Frits Johannesen og vitjaði í New York. Alla halgannadag, sum hetta árið var sunnudagur, var hann í kirkju í First Moravian Church, 154 Lexington Ave at 30th Street
hildin í Filadelfia í Gøtu frá kl. 10. 60 ára føðingardagur Leygardagin 29. oktober verður Elsy Lassaberg úr Fuglafirði 60 ár. Føðingardagurin verður hildin í Missiónshúsinum Thabor í Fuglafirði frá kl [...] 4. nov. verður Einar Joensen, í Oyndarfirði, 85 ár. Dagurin verður hildin í skúlanum í Oyndarfirði fríggjakvøldið 4. nov. kl. 19. Tey, ið vilja gleða Einar við at koma í føðingardag, verða vinarliga [...] nov. verður Mortan D. Holm, í Porkeri, 70 ár. Dagurin verður hildin í skúlanum í Porkeri, leygardagin 19. nov. millum kl. 10 og 16. Tey ið vilja gleða Mortan við at koma í føðingardag, verða vinarliga