Tað var mest sum av tilvild, at eg gjørdist politistur. Hetta var í hvussu so er ikki tað, sum eg hevði ætlað. Planurin var at fara á sjómansskúla í Havnini í august í 1965. Eg var í Grønlandi við Eiriki Jall. Vit vóru ikki aftur í Føroyum fyrrenn í oktober, og tá var so mikið farið av skúlaárinum, at tað kendist ov møtimikið at vinna tað aftur, sum hinir ivaleyst høvdu fingið burturúr. So eg fór at rógva út við Søkjanum. Tá var tað, at eg sá lýsingina frá politinum í bløðunum. Eg søkti, og 1. apríl í 1966 fór eg undir útbúgvingina í Keypmannahavn. Eg fór einsamallur úr Føroyum, men vit vóru tveir føroyingar í flokkinum, tí Karsten Hansen var komin inn niðri, greiðir Eivind Hansen frá.
At flóta og at vera í Grønlandi var ikki nýtt hjá Eivindi. Í fýra summur hevði hann út frá Føroyingahavnini róð út saman við pápa sínum, Peturi Martin Hansen. Teir vóru við Nordafar III bátinum. Harumframt hevði hann í fleiri ár siglt við trolarum og línubátum, og so hevði hann vetrarnar í 1959 og 1961 verið á háskúla í Danmark, áðrenn hann fór í statsins tænastu.
Tá ið útbúgvingin var liðug, varð Eivind Hansen settur politistur í Klaksvík. Har var hann frá 15. desember í 1967 og fram til 1. mars í 1975, tá ið hann varð settur politistur í Fuglafirði. 1. juni í 1976 varð Eysturoy umskipað til eitt politiøki við støð í Runavík, og har hevur Eivind starvast síðani.
Tað gleddi Eivind ikki minst, at nógvir av gomlu starvsfeløgunum vóru á fráfaringarsamkomuni á politistøðini í Runavík. Bæði teir, sum framvegis eru í starvi, og so fleiri úr tí ikki so heilt lítla liðnum, sum teir eru, ið eru pensioneraðir politistar. Sum vituligt er varð eisini tosað um farnar dagar, og tað er skjótt at staðfesta, at nógv er broytt tey næstan fjøruti árini, sum Eivind hevur verið í politinum.
- Eg var einsamallur politistur í Fuglafirði. Landbetjentur, sum tað varð nevnt. Niclas Akraberg Poulsen og Arne W. Joensen, sáli, vóru í Runavík, og støðin var í húsunum hjá Óla Christian Danielsen, inntil vit í 1986 fluttu út higar, mintist Eivind afturá.
Tá ið hann lítur aftur á tíðina í politinum, heldur hann, at nógv er broytt í arbeiðsgongdini:
- Nú er tað so nógv meiri kontórarbeiði, enn tað var tey fyrru árini. Tað er ov nóv pappírsarbeiði. Mær hevði dámt betri, um politistarnir høvdu havt betri stundir at verið úti, og um vit kundu nýtt diktafonina meiri, og at meiri hjálp var til skrivstovuarbeiðið.
Henda mikudagin vóru millum teirra, sum bóru kvøðu fram, Uni Vestureið, Niclas Akraberg Poulsen, Kristian Martin Joensen, Mikael Dalbø, Schandorff Vang og Jógvan E. Ósá, sum hevði eina viku royndir í at vera fyrrverandi politistur.
Eivind hevur umframt at flóta eisini góðan hug til seyðahald. Frá Politistafelagnum fekk hann fjalsstav og frá starvsfeløgunum í Runavík málning eftir Paula Vang.
Nú hann er farin úr starvinum, ætlar Eivind at brúka nógva tíð til teir tjúgu seyðirnar og so at fara á flot. Eivind eigur tríggjar dreingir. Petur Albin býr í Grønlandi. Elmar, sum býr í Havnini, og Oskar, sum býr í Havnini, vóru í Runavík henda dagin. Abbadótturin, Rakul, sum býr á Kambsdali, var saman við foreldrunum, og tað tóktist sum um, at tann lítla er eygnasteinurin hjá abbanum.