kemur at liggja á odda. Vónandi kemur Hillary Clinton fyri seg aftur, fyri at taka dystin upp, men ringt er at spáa um framtíðina, livst so spyrts? Aftaná var áhugaverd frágreiðing um filantropiska arbeiðið [...] Hetta var eisini nakað serligt at vitja henda stovn, sum jú er kendur um allan heim og kann ráðgeva til ein og hvønn spurning, sum vit hava í dagligdegnum, tá ið vit fara inn á netið. Seinnapartin í dag [...] in. Ein serliga stór kensla. Nú fara vit so spakuliga at rigga av her í Washington og fara víðari til NY sunnudagin. Har verður so árligi ST-aðalfundurin á skránni. Heðin Mortensen løgtingsmaður ,
Manningin í bólkinum er sterk, og limirnir hava hjúklað um smálutirnar, og útsetingarnar vóru neyvt lagdar til rættis. Allur tónleikurin hevði Líggjasa droymandi, melankolska huglag sum snúvningspunkt, og tað er [...] hann kann húsast og grógva. Løgini, ið Líggjas skrivar, eru at kalla melodiskar ramsur, ið koyra í ring. Umaftur og umaftur. Løgini og rødd hansara hava eina nátúrliga melankoli, og tú hómar alla tíð ein [...] í tónleikinum fult og heilt, og tað er ongin ivi um, at hendan persónligheitin tykiskt sum stoypt til bólkin. Ein sera vøkur og sannførandi framførsla av Frostfelt.
Og hvørja tí einastu ferð hevur verið bedýrað, at nú verður hann skjótt klárur. - Tað hevur verið ringt at fáa handverkarar, er afturvendandi svarið frá Oyvindi Brimnes, stjóra í Landsverki, tá vit spyrja [...] lovaði, at hylurin skuldi vera liðugur í apríl - og aftur í juni lovaði, at hann skuldi vera klárur til skúlaársbyrjan í ár. Men framvegis eru ongi tekin um, at hylurin verður klárur at taka í nýtslu við [...] heimsmet í dráli. - Her ganga enn nakrir handverarar og diggast, men tað gongur ikki fyri seið. Nú letur til, at flísaarbeiðið er liðugt, men so er alt tað tekniska eftir. Seinast eg visti av, skuldi hann vera
var so løgið, at landsstýrismaðurin heitti á útvarpsstjóran um at taka um endan, tí tað kann vera ringt í eini handavend at finna ein persón, sum beinanvegin kann seta seg inn í viðurskiftini. ? Stovnarnir [...] umsøkjararnar, tá starvið sum sjónvarpsstjóri verður leyst, svarar hann. ? Eg havi onga viðmerking til hatta. Mítt starv er í útvarpinum, og har ætli eg mær at verða verandi. Talan er bara um eitt fyribilsstarv [...] Føroyum. Jógvan Jespersen varð settur starv í Sjónvarpi Føroya 1. august í 1984 og var í starvi har, til hann tók við sum útvarpsstjóri í 1990. Fyri 1984 hevði hann starvast í útvarpinum síðani 1979, tá hann
eitt gott arbeiði Vit spurdu Jóannes Eidesgaard, nú avtalan er endaliga góðkend, um ynski hansara til formannin í danska javnaðarflokkinum um at geva Føroyum eina góða avtalu, eru gingin á møti? -Tað haldi [...] -Men í hvønn mun hevur tín lutur sum fólkatingsmaður stuðlað undir krøv føroyinga? -Tað er sjálvandi ringt at máta. Men eg ivist ikki í, at hetta hevur hjálpt. Vit síggja eisini nú, at støðan hjá danska j [...] enn hon hjá bæði Vinstra og Konservativa flokkinum. Uppá fyrispurning hvørja støðu hann fer at hava til donsku javnaðarstjórnina nú avtalan er endaliga samtykt sigur Jóannes Eidesgaard seg onga viðmerking
borðreitt fyri ABC-samgonguni, krevur, at allar kreftir frá A til H gera alt fyri at finna tær bestu loysnirnar. Sum støðan sær út er ikki pláss til ósemjur og stríð. Sosialurin [...] sigla sum frægast millum skerini og tryggja sær, at teir ringastu brotasjógvarnir ikki raka so meint. Ringt er at ímynda sær eina arbeiðsføra andstøðu, nú hon í veruleikanum hevur brúk fyri sjálvsanmnrakan
urin dregur Sjónvarp Føroya upp í leikin og setir óheftu støðuna hjá almenna fjølmiðlinum í eitt ringt ljós. ? Heldur Tjóðveldisflokkurin, sum umsitur mentamál og harvið SvF, tað vera sambærligt við størvini [...] rithøvundunum í almenna sjónvarpinum at spilla umdømi løgmans?, spyrja tingmenn fólkafloksins í brævinum til Sjónvarp Føroya. Kann kløkka fólk Annita á Fríðriksmørk, landsstýriskvinna við mentamálum, umsitur [...] serliga um tú arbeiðir fyri almenna sjónvarpið. Men vit kenna ikki innihaldið í bókini, so tað ber illa til at viðmerkja nakað, sigur Annita Fríðriksmørk. Landsstýriskvinnan dugir væl at síggja, at tíðindaleiðarin
Meinhard Jacobsen. Aðrastaðni í blaðnum í dag mælir hann til varsemi í vinnuni. Men hann heldur kortini ikki, at hendan íløgan kann bíða. ?Høvuðsgrundin til, at vit gera hesa íløguna er, at vit vilja fáa støðugari [...] hóast eitt virki aftrat fer at arbeiða hendan fiskin. So mikið er til, sigur hann, at tað fer at bera hesa framleiðsluna. Ein onnur grund til, at Føroya Fiskavirking nú fer undir hesa framleiðsluna er, at [...] fyri at nøkta verandi tørv, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking. Summartíðin er ring tíð til arbeiðsmegi. Fólk vilja, sum vera man, hava summarfrí. Men tað fer ikki at verða nakar trupulleiki
r umsitnir rætt og fara til tey røttu fólkini, gjaldi eg fegin, tí teir pengarnir fara til eitt gott endamál, sum er at stuðla føroyskum tónleikarum, ið frammanundan hava ring kor í Føroyum, vísir Viviann [...] fyri at lata viðskiftafólk lurta eftir útvarpinum, meðan tey fáa hárið gjørt. Hetta krav hevur elvt til stóra misnøgd millum hárfríðkanarstovurnar. Tað eru kortini ikki allar hárfríðkanarstovur í høvuðsstaðnum [...] Allar tríggjar hildu, at kravið var órímuligt, men tvær teirra gjørdu kortini av at rinda pening til Koda. Tann tríðja, Tóta Sørensen, sum eisini er forkvinns í Hárfríðkanarfelagnum, tvíhelt kortini um
hvussu Hendrik Old, fyrrverandi løgtingsmaður, er vorðin valevni til felagsformansvalið. - Tað eru sóknarformenn, sum hava ringt til mín og hava fortalt mær, hvussu hetta hevur gingið fyri seg. Eg kenni [...] varð valdur til felagsformann í Fiskimannafelagnum fyri trimum árum síðan, segði hann, at tað helst fór at taka meiri enn trý ár at fáa alt upp á koyra í Fiskimannafelagnum, sum hann tekur til. - Eg byrjaði [...] dag 35 krónur fyri hvønn mynstringardag til eftirløn. Saman við tí, sum reiðararnir gjalda, er talan samanlagt fyri allar veiðibólkar um eina eftirløn, sum svarar til eitt inngjald upp á 3,7% av útgoldnum