Tann 14. novembur fylti mamma okkara, Gretha Lassen 75 ár.
Mamma er fødd og uppvaksin í Vági, og har hevur hon búðleikast tað mesta av sínum lívið.
Mamma giftist pabba fyri 50 árum síðan, men tað untist teimun ikki at hátíðarhalda henda dag. Pabba andaðist í 2009, 73 ára gamal, mettur og útslitin av døgum eftir 60 ár á sjónum.
Tí var avgjørt at mamma skuldi hátíðarhalda dagin. Dagurin var hildin í Meinigheitshúsinum, har hon so mong sporini hevur gingið.
Mamma hevur verið heima arbeiðandi næstan alt sít lív eftir at hon giftist og hon fekk børn.
Sum yngri var hon í fiskið og eina tíð var hon á posthúsinum. Var niðrið á húsarhalds skúla í Haderslev, og tað hevur hon so ofta nevnt, hvussu gevandi tað var.
Tað skuldi verið eitt krav at øll ung, gentir og dreingir skuldi eitt ár á ein slíkan skúla, fyri at vita hvat lívið snýr seg um, annað enn at sita á reyvuni og gløða í eina bók ella inn í eina teldu allan dagin.
At føða 6 børn í 10 ár undir teimun umstøðunum, sum vóru tá, er ringt fyri tað yngra ættarliðið at fyristilla sær, serliga tá ið man hugsar um nútíðar hentleikar.
Heilautomatiskar vaskimaskinir, turkitrumlir, ja støvsugarin finnur sít egna støv, o.m.a. gott.
Hon hevur verið ómetaliga røsk, tað er ikki smáting í hon hevur útrætta í sinum langa lívið. Tað eru ótøld pløgg í hon hevur bundið og seyma til børn, ommubørn, langommubørn og aftur til børn hjá vinum hjá hennara egnu børnum, osv.
Síðan pabba andaðist hevur hon roynt at haft okkurt til hendurnar, so at siga hvønn dag. Nakrir dagar eru tó tyngri enn aðrir, tað vil so vera, tá ið man hevur gingið um hvønn annan í so mong ár, í ødn og í logn, men soleiðis er lívið nú einaferð. Tú má bara hugsa um árini tygur høvdu saman, og at tú kanst vera saman við tínum 6 børnum og teirrasa familjum.
Mamma roynir at koma ut millum javnaldranir. Hon gongur til eldrafimleik á Hamragarði, hon kemur í kirkju og nógv í missionshúsið, sjómanskvinnuringin og roynir at koma norð um fjørð við pensionistinum og til missiónsk tiltøk, og at vitja børnini eftir førimuni.
Tað er so sera lætt, at halda eina veitslu hjá tær, tú hevur fýra sera raskar døtrar, sum allar duga at standa fyri mati og tí hartil hoyrir. Svigarbørnini tey rigga til og taka uppvaski, tað er eisini ein vigtigur partur av tí heila.
Við hesum fáu orðum, fari je, at ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum og nógv góð ár framyvir.
Vónadi fáa tygur ein góðan túr niður á Danalandi, har eisini onkur av tínum kæru nú búleikast.
------
Vinarliga heilsan
Eli v. familju