– Hetta er lyftisbrot, og tað er ógvuliga ringt at liva við.
Gunvá við Keldu, býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Klaksvík,var hvassorðað ímóti meirilutanum í býráðnum á býráðsfundinum í kvøld.
Býráðsfundurin var søguligur, tí hetta var fyrstu ferð, at Klaksvíkar Býráð helt fund í einum av bygdunum í Kommununi, og hesa ferð var fundurin sostatt hildin í Mikladali.
Á hesu fundinum skuldi býráðið taka støðu til um fíggjarætlanin fyri í ár skuldi endurskoðast. Ætlanin var, at hon skuldi endurskoðast í apríl, men tað varð av ongum og nú skuldi býráðið so taka støðu til, um hon skal endurskoðast yvirhøvur.
Meirilutin í býráðnum vísir á, at kommunan hevur nógv virksemi í løtuni, og tað ber eisini við sær, at tung tøk skulu takast í næstum. Talan er bæði um skúlan, økið rundan um Biskupstorg, rennibreyt, fótbóltsvøllurin, og annað.
Tær flestu av stóru verkætlanunum, verða lidnar í seinasta lagi um eitt ár, bæði skúlin, og tí er neyðugt, at stórur dentur verður lagdur á at tryggja, at alt gongur, sum tað skal.
Tí heldur meirilutin í býráðnum, at tað er ikki ráðiligt at endurskoða fíggjarætlanina nú, men heldur leggja pening til síðis fyri at hava pengar tøkar, og annars at brúka orkuna upp á gera tað liðugt, er settar í verk.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, heldur, at tað kann vera hent hjá kommuni at hava pening til taks, tí eingin veit, nær tíðirnar venda.
Gunvá við Keldu heldur, at hetta er ein ódámlig avgerð, tí hetta er beinleiðis lyftisbrot. Hon sigur, at minnilutin í býráðnum tók nettupp undir vi fíggjarætlanini upp á tað at hon skuldi endurskoðast í apríl, tí tað vóru nøkur mál, minnilutin vildi hava á fíggjarætlanina.
Hon sigur, at tað var eitt lyftið, minnilutin fekk frá meirilutanum og tí er tað lyftisbrot, at meirilutin nú loypir frá avtaluni.
– Vit í minnilutanum hava gjørt eina avtalu fyri at taka undir við fíggjarætlanini og eg havi havt tað álit á meirilutanum, at hann fór at standa við hana, legði hon afturat.
Hon sigur, heldur enn at endurskoða fíggjarætlanina, so at býráðið hevur eina greiða ætlan, samtykkir meirilutin mangan eykajáttanir til ymisk endamál, uttan at tað er sett í eina heild.
Býráðslimir í meirilutanum vístu annars á, at tað er ikki ráðiligt at hækka fíggjarætlanina stórvegis, tí virksemið er so stórt, at spurningurin er um umstøður er at seta meiri í verk.
Atli Justinussen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, mælti til, at búka pening upp á at bøta um umstøðurnar á havnalagnum í Ánunum og at asfaltera vegir, tí nógvir vegir »eru í skeljasori«, sum hann tók til.
Tá ið avtornaði samtykti meirilutin í býráðnum at halda fast um verandi fíggjarætlan, uttan at broyta nakað.