ikki bøtti tað um umstøðurnar, at gøtuljósini í býnum eru sløkt um hesa tíðina. Tað sum harafturímóti var stak heppið var at bilførarin var sera ansin og koyrdi ikki meir enn einar 10-20 km um tíman tá tað [...] i verða sløkt um næturnar og tað eru ikki øll, sum eru á einum málið um hvørt hetta er rætt ella ikki. ? Gøtuljós lýsa best tá tað er myrkt er, er eitt argument. Men tað er tó ivasamt um hetta óhappið [...] at gøtuljósini á Tvøroyri í framtíðini fara at lýsa um næturnar. Páll Vang, býráðsformaður sigur í eini stuttari viðmerking at hann er sera harmur um tað sum hendi og at hann ynskir teimum báðum raktu góðan
tað sama, sum um at vit eru upplagdir vinnarar á øllum hinum stevnunum. Tað snýr seg nógv um, hvussu tað tørnar út í einstaka róðrinum. Hjá okkum er spurningurin, hvussu vit bera okkum at, um vit ikki fáa [...] At smíða kappróðrarbátar er frítíðarítriv, tíðin er avmarkað, og tí verður talan ikki um meiri enn ein bát um árið, greiðir smiðurin og ein av vinnarunum umborð á Eysturoyingi frá. [...] norðoyastevan einsamøll brúkast sum mátistokkur, so er ilt at síggja, at talan yvirhøvur kann gerast um nakra kapping í ár. Smiðurin á lærinum Tað plagar at vera soleiðis, at bátasmiðurin fylgir væl við
hugnakvøld og veitslur. Átta ferðir um árið kemur Áarósin út. Tað er blaðið hjá felagnum og verður sent til allar limirnar. Í blaðnum eru upplýsingar um øll tiltøk og greinar um ymiskt sum er farið ella fer fram [...] internetinum er nú eitt standandi tilboð 24 tímar um døgnið til tey, sum vilja hava meiri at vita um býin og felagið. Og tey sum vilja hava meiri at vita um útbúgvingarnar í Århus, kunnu á heimasíðuni finna [...] aftur og aftur um hvussu trupult tað er at koma til Århus at lesa, og tað er uttan iva við til at styggja fólk frá býnum. Tað halda vit ikki er rætt, og tí royna vit at upplýsa sakliga um býin, sigur Egon
í hvønn skúla tey skuldu, um tey høvdu systkin, og í hvørjum skúla tey gingu. Vit fingu als ikki frænir av, at nakar trupulleiki var. Men ein vika gekk, tá ið vit fingu bræv um, at Billa skuldi skrivast [...] Seinasta árið í barnagarðinum við Velbastaðvegin, har Billa gongur, hevur nógv verið gjørt burtur úr, at børnini skulu í skúla. Tey hava verið á legu, spælt skúlabørn, havt ferðslulæru og tosað um ymiskt [...] børnini hava vitjað skúlan og tannlæknan gongur upp fyri henni, hvat tað snýr seg um, og tað hevur hon verið ógvuliga hørm um. Hon hevur sitið einsamøll eftir eina ferð, tá ið hini børnini í barnagarðinum
tølunum higartil í ár bendir alt á, at talan verður um líka høga skattainntøku í ár. Hendan framgongdin hjá kommununi ger, at kommunan eisini er farin at hugsa um, at gera íløgur. M.a. er ætlanin at byrja uppá [...] Jú, hetta seinasta hálvttriðja árið hevur tað bara verið gott... Í Runavík eru tey av álvara farin at reisa seg aftur eftir at hava treiskast í einum dúpum aldudali í kjalarvørrinum á kreppuni, sum sparkaði [...] avgreiddur víðari til keyparar víða hvar. Saman við Lynfrost komu sostatt eini 30.000 tons av fiski upp um keikantarnar í Runavíkar Kommunu. Fiskamarknaðurin á Toftum tekur ímóti nógvum fiski. Inni á Glyvrum
karm og er tað at fegnast um. Hvat viðvíkur fasta gjaldinum uppá 323 mill. kr. um árið til danska statskassan heldur hann eisini verða til at liva við, tí vit hava okkurt árið goldið meira enn 400 mill [...] bankamálið, var semja um, at bankamálið skuldi viðgerast fyri seg. Nú er hetta so fullkomiliga broytt. -Sjálvur haldi eg, at tað hevur øgiliga nógv at siga, at henda avtala ikki sær út sum um, at vit fáa nakrar [...] sloppið undan, um ein hevði eitt náttúrligt samskifti millum londini og ikki minst millum báðar javnaðarflokkarnar. Jóannes Eidesgaard heldur annars, at føroyingar eiga at vera ómetaliga fegnir um, at vit nú
er gjørd fyri tær eftirverandi 4 mia. krónurnar og tær skulu gjaldast aftur við 323 mió. krónum um árið í 20 ár. Fer tað at bera landsstýrinum til at innfría lánið áðrenn tíð, so er møguleiki eisini fyri [...] í avtaluni Uttanlandsskuldin burtur ? Eg haldi at hetta er ein góð avtala vit hava fingið. Talan er um eitt stórt endurgjald og við eitt eru fíggjarligu umstøðurnar hjá landskassanum broyttar munandi, sigur [...] fíggjarlógini verða nakað væl lægri við tað at rentusatsurin er lækkaður úr 7 pst. niður í 5. pst. Sjálvt um bruttouttanlandsskuldin enn er í størra lagi, so hevur avtalan millum landsstýrið og stjórnina við
kunnu lata pengar í, um tey hava hug. Seinasta ár fingu vit umleið 3.000 krónur inn og tað vóru vit sera væl nøgdir við. Lagaligur rakstur Tí tað er ikki ókeypis at reka eitt slíkt skip, um enn raksturin hevur [...] teimum takksamir fyri, sigur Páll Rasmussen. ? Restin av rasktrinum kostar umleið 15 - 20 túsund um árið, og tað klaára vit at fáa til vega. Tað eru í løtuni einir 200 limir í felagnum og teir gjalda allir [...] Nú eru eftirhondini nógv ár fráliðin, síðan menn byrjaðu at arbeiða við ætlanunum um Høganes. Einaferð var ætlanin at skipið stillast uppi á turrum, men tann ætlanin varð slept av tí at tað ikki rættiliga
onnur. Og tað má eg siga um fólk her á staðnum, at tey eru stak villig at hjálpa til við ymiskum og at stuðla arbeiðinum. Trívast, eru við og hava tað stuttligt Felagið NSÍ fevnir um tríggjar ítróttargreinar [...] máttu vit uttanlanda. Politikkurin er kortini, at menna felagið innanifrá. Men um onkur kemur uttanifrá kann tað styrkja um liðið. Nøkur fótbóltsfeløg í landinum eru byrjað at gjalda spælarum fyri at spæla [...] fáa eitt spennandi samstarv við GÍ um at sláa kvinnudeilduna saman. Á tann hátt fingu vit eitt sterkari lið, og vit komu í bestu deildini. Enn hevur bara verið talan um kvinnuliðini. Sera gott arbeiði Men
í farna roknskaparári. Íløgurnar hjá TFL eru eisini øktar, eftir at hava verið niðanfyri 20 mió. um árið, vórðu íløgurnar í 1997 øktar til nærum 47 mió. kr., og tær ætlaðu íløgurnar í 1998 verða 85 mío [...] endamáls at reka telesamskiftis- og telegrafvirksemi í Føroyum. Heilt fram til 1996 snúði tað seg bert um innlendis samskifti í Føroyum, meðan alt samskiftið til Føroya og úr Føroyum, og útgerðin, ið hartil [...] ministeriet) øðrumegin og TFL og Føroya Landsstýri hinumegin, vórðu avtalur gjørdar í 1996 og 1997 um føroyska yvirtøku, fyrst av anleggum í Føroyum, sum vóru knýtt at uttanlandssamskiftinum, og síðani