Telefonverkið varð stovnað í 1906, og hevði til endamáls at reka telesamskiftis- og telegrafvirksemi í Føroyum. Heilt fram til 1996 snúði tað seg bert um innlendis samskifti í Føroyum, meðan alt samskiftið til Føroya og úr Føroyum, og útgerðin, ið hartil hoyrdi, vóru danskt málsøki.
Millum Tele Danmark og Granskingarmálaráðið (Forskningsministeriet) øðrumegin og TFL og Føroya Landsstýri hinumegin, vórðu avtalur gjørdar í 1996 og 1997 um føroyska yvirtøku, fyrst av anleggum í Føroyum, sum vóru knýtt at uttanlandssamskiftinum, og síðani í øðrum umfari av sjálvum rættinum til uttanlandssamskiftið.
Við teimum stóru broytingunum í huga, sum farnar eru fram á fjarskiftisøkinum í altjóða høpi, varð nýggj fjarskiftislóg fyri Føroyar samtykt og kom í gildi 1. juli 1997. Nýggja fjarskiftislógin, sum m.a. hevur tikið útgangsstøði í avgerðum og ætlanum hjá ES og alheims handilssamstarvinum WTO á fjarskiftisøkinum, gevur eisini fortreytirnar fyri at fremja liberaliseringar á fjarskiftisøkinum í Føroyum, tó við aðrari tíðarætlan enn í ES londunum.
Við roknskapinum fyri 1997 endar Telefonverk Føroya Løgtings sítt virksemi, og hildið verður fram sum P/f Telefonverkið (Faroese Telecom), ið er eitt nýstovnað partafelag, har allur partapeningurin er almennur.
TFL hevur seinastu 4 árini havt eina hampuliga framgongd bæði hvat sølu og vinningi viðvíkur. Nettosølan er økt úr 128 mió. kr.k í 1994 til 155 mió. kr.í 1997, og nettovinningurin sama tíðarskeiðið er øktur úr 10 mió. kr. til slakar 22 mió. kr. í farna roknskaparári. Íløgurnar hjá TFL eru eisini øktar, eftir at hava verið niðanfyri 20 mió. um árið, vórðu íløgurnar í 1997 øktar til nærum 47 mió. kr., og tær ætlaðu íløgurnar í 1998 verða 85 mío. kr. Hesar íløgur fara eftir ætlan, hvat viðvíkur kervi og tænastustøði, at gera, at Føroyar koma á hædd við hini Norðurlondini, til gagns fyir føroysku fjarskiftisbrúkararnar.
P/f Telefonverkið (Faroese Telecom), ið byrjaði sítt virksemi 1. januar 1998, hevur yvirtikið alla ogn og skuld, allar skyldur og øll rættindi frá TFL. Eginpeningur í nýggja felagnum er 78 mió. kr., og partapeningurin er 60 mió. kr.
Eisini í Føroyum gongur menningin á fjarskiftisøkinum sera skjótt, serliga hvat krøvum og vónum frá viðskiftafólkunum viðvíkur, og P/f Telefonverkið tekur ímóti avbjóðingunum við spenningi og treysti stendur í tíðindaskrivinum frá Telefonverkinum.