higartil. Í skjótt 30 ár hava kranabilar hjá Hans Egili Joensen & Synum landað útróðrarbátarnar á Eiði, og tískil hevur eingin fylgt gongdini betur hesi árini enn Johan K. Joensen, sum er stjóri í fyritøkuni
789 fólk í Eiðis kommunu. Hetta er ein vøkstur á 2,9 prosent í mun til fólkatalið somu tíð í 2021. Á Eiði kunnu tey fegnast um, at tað eru fái øki í landinum, sum hava ein so stóran lutfalsligan vøkstur at [...] at her hevur verið ein fólkavøkstur á 127 íbúgvar seinastu 10 árini. Seinnu árini er nógv hent á Eiði. Her er komin nýggjur fótbóltsvøllur og nýtt ítróttarhús, og skúlin hevur fingið eina mentanarhøll
Bilin keypti hann í 1962 til rutukoyring og leigutúrar. Av Eiði kundi tá koyrast til Funnings og Gjáar og suður til Oyrar. Sum tað sæst á myndini, er bilurin útgjørdur til rutukoyring við viðførisstativi
Føroyar aftur gerast bumbumál. Somu spurningar vóru frammi, tá radaramálið og málið um Loranstøðina á Eiði vóru frammi fyri stívliga 60 árum síðani. Í uppískoyti til frágreiðingina “Hernaður og politikkur”
bústaðarfelagið, Bústaðir, hava fingið ein nýggjan nevndarlim, Tað er Hans Jákup Drangastein Johansen á Eiði, sum er komin í nevndina fyri Bústaðir ístaðin fyri Tom Silvurdal, sigur Almannamálaráðið á heimasíðu
ella steypakappingina. Við hesum meta vit, at vit við okkara góðu umstøðum, bæði við Margáir og á Eiði, hava fingið sett eitt sera spennandi toymi saman, ið vónandi fer at síggjast aftur á vøllinum, nú
Tíðliga í gjárkvøldið, tá veðrið leikaði í upp á tað ringasta, kundi ein vanlukka verið hend á Eiði, um ringast vildi til. Nakrir mans vóru í holt við at tryggja ein glastrevjabát á bryggjuni innan fyri [...] Brotini høvdu lagt tvørtur um verjugarðin, sum tað viðhvørt ger, tá ringast vil til á útnyrðingi á Eiði. Í løtum stóð nógvur sjógvum upp um garðin, og tað var í einum slíkum óløgi, tað hendi. Úti á bryggjuni [...] maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men hann er útskrivaður aftur. Hendingin á Eiði í gjárkvøldið kundi - um verri vildi til - havt kostað mannalív, men tíbetur spældi alt væl av. Asbjørn
Annars hava fráboðanirnar seinasta samdøgrið verið um alt landið. Í gjár var ein tekja blivin leys á Eiði og í Kvívík, og tað sama var í fleiri førum galdandi í Havn. Í Fuglafirði stóð ringt til eina løtu
løgtingsfólk og enntá floksformenn halda seg hava rætt á tinglýstum privatum ognum. Jógvan K. Mørkøre Eiði Hagafelagið eigur vælsaktans ein haga
verða víst til leið 400. Leið 400 fer frá Oyrarbakka kl. 06:40, her er m.a. samband við leið 200 frá Eiði. Síðani ber til at skifta við Kollfjarðartunnilin, har leið 100 koyrir kl. 07:10. Eisini er samband