EB/Streymur skrivar soleiðis í kvøld:
Toymið rundan um Betri liðið klárt!
Tá vit kunngjørdu Jákup Martin søgdu vit, at arbeitt varð við toyminum rundan um hópin. Nú kunnu vit so kunngera, at hesir koma at manna toymið í ár:
Málmansvenjari verur Magnus Emil Poulsen, sum kemur til úr HB, har hann hevur verið málmansvenjari hjá Betri liðnum seinastu fýra árini, umframt at verið hjá u17 dreingjalandsliðnum eisini. Eitt skifti leikti Magnus Emil sjálvur við EB/Streymi í 5 dystir, tá Gunnar á Steig bleiv skaddur. Út yvir tað var hann sjálvur málmaður í nógv ár.
Vit hava fingið samstarv í lag við NB Fysioterapi, har Bjartur B. Thomsen kemur at taka sær av hópinum. Í 2021 var Bjartur fysioterapeut hjá HB. Bjartur hevur drúgvar royndir innan styrkivenjing og í stríðsítrótti, har hann hevur kappast bæði í Føroyum og í útlondum. Í 2014 bleiv Bjartur útbúgvin Fysioterapeutur á Professions-Højskolen Metropol í Keypmannahavn, og í 2017 fekk hann prógv sum Kandidatur í Ítrótti og Heilsu á Syddansk Universitet.
At hjálpa Jákup Martin á síðulinjuni hava vit fingið okkara væl kenda Arnar Dam, sum eisini hjálpti til í 2021. Arnar hevur fleiri ár leikti við besta liði felagsins og vunnið nógv heiðursmerkir her. Vit meta tað hava stóran týdning, at vit halda fast í okkara lokalu kreftum, sum ynskja at hjálpa felagnum og leikarunum at mennast.
Til síðst hava vit fingið Óla Hendrik av Fløtum, sum verður fysiskur venjari. Óla Hendrik hevur róð kapp í nógv ár, og til dagligt er hann politist, har hann eisini tekur sær av fysisku upptøkuroyndunum. Út yvir tað hevur Óla Hendrik verið fysiskur venjari hjá HB frá 2018 til og við 2020, har teir einki ár vóru fyri uttan antin fm ella steypakappingina.
Við hesum meta vit, at vit við okkara góðu umstøðum, bæði við Margáir og á Eiði, hava fingið sett eitt sera spennandi toymi saman, ið vónandi fer at síggjast aftur á vøllinum, nú kappingarárið 2022 av álvara nærkast, skrivar EB/Streymur í kvøld.