Bilar í Føroyum: Studebaker rutubilur á Eiði

Bilurin er ein Studebaker Lark stationcar hjá Mogens Wraae, sum tá búði á Eiði.

Bilin keypti hann í 1962 til rutukoyring og leigutúrar. Av Eiði kundi tá koyrast til Funnings og Gjáar og suður til Oyrar. 

Sum tað sæst á myndini, er bilurin útgjørdur til rutukoyring við viðførisstativi á takinum, har eykahjólið eisini hevði sítt pláss. 

Studebaker Lark vórðu framleiddir av Studebaker Corporation í USA frá 1959 til 1966. Tað var Rósing Rasmussen í Runavík, sum seldi Studebaker í Føroyum.

Í 1964 flutti Mogens til Havnar, har hann koyrdi hýruvogn, var bilasølumaður og koyrilærari. Seinnu árini hevði hann sín egna buss til koyring við ferðafólki. 

Mogens var føddur í Kalundborg í 1933 og andaðist í 2020.

maggi@sosialurin.fo.