Síðan klokkan 15:30 í gjár hevur politiið fingið heili 23 fráboðanir um storm og vindskaðar. Fráboðanir koma við jøvnum millumbili, og fyri lítlari løtu síðani sendi politiið eitt bjargingarlið til Viðareiðis, har ein tekja er í ferð við at blíva leys.
Annars hava fráboðanirnar seinasta samdøgrið verið um alt landið. Í gjár var ein tekja blivin leys á Eiði og í Kvívík, og tað sama var í fleiri førum galdandi í Havn. Í Fuglafirði stóð ringt til eina løtu, tá ein tekja knappliga lá á vegnum.
Umframt vindskaðar hevur politiið fingið óteljandi fráboðanir um bilar, sum antin eru farnir útav ella sita fastir í kavanum. Eitt dømi er ein lítil bussur, sum í gjár fór útav oman fyri Hov í Suðuroynni.
Ringa veðrið hevur eisini elvt til persónsskaða, veit politiið, tí ein persónur hevði brotið eitt bein, aftaná at hava fingið eina hurð á seg.