stovn, hava sjónvarpsleiðslurnar gramt seg um, at tað hevur verið ov trongligt og óarbeiðsligt. Men beint nú í hvussu er gremur Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri, seg ikki. Harvið er ikki sagt, at umstøðurnar [...] iftini. Góðar umstøður eru treytin fyri at gera rímiligt sjónvarp, og ikki fyrr en nú ber til at siga, at umstøðurnar eru so góðar, at til ber at leggja ætlanir fyri framtíðina, sigur hann. [...] Annars ætlar sjónvarpið eisini at leiga eitt stórt hús, sum apoteksverkið eigur. Tað liggur so væl fyri, beint við nýggja upptøkuhølið. Tað er serliga stora goymsluhøllin í hesum húsinum, sum hevur sjónvarpsins
móttiknir við fløggum og miklum rómi av fleiri av landsmonnunum, sum vóru komnir niður kvøldið fyri. Fyri føroyska ferðalagnum stóðu eisini Allan Simonsen, Jákup Mikkelsen, Jan Allan Müller og Jens Erik [...] annaðkvøld. Veðrið í Spania er av tí fagrasta, og tað verður ikki mett, at tað fer at verða nøkur plága fyri føroysku spælararnar. Tá føroyska ferðalagið kom til Spania vóru hitastigini umleið sekstan, í gjár [...] venjarin fer at senda á vøllin, og hvørjar uppgávurnar fara at verða hjá teimum. Allan Simonsen heldur seg oftast til tað, hann plagar at gera. Higartil hava Henning Jarnskor og Allan Mørkøre verið fastir fúsir
um, og at vit alla tíðina høvdu møguleikar fyri snarálopum. Tað er einki at liggja omaná, at vit hesa ferð eru verri fyri til hetta spælið, enn vit vóru fyri einum ári síðani, tí nakrir av stuðulsspælarunum [...] fótbóltsspælari. Hann tykist vera púra óimponeraður. Hann torir at bjóða seg til og at bjóða mótstøðumonnunum av, og tað kundi væl hent seg, at hann kløkkaði spaniumenninar, um hann fekk møguleikan eina løtu [...] fyrireikaðir uppá tað, sum stendur fyri framman. Hvat roknar tú við, at úrslitið verður? Tað er ómøguligt at siga nakað um tað, tí tað hevur alt at siga, hvussu tað lagar seg frá fyrstu løtu av, tá vit verða
skotanum í telefonini nakra vissu fyri, at Skotland fer at kvalifisera seg í morgin, men hann segði honum, at hann fer at gera alt tað, sum stendur í hansara makt fyri at verja fyri sponskum málum, og skuldi tað [...] greiddi mær frá hesum, greiðir Jens Martin Knudsen frá. Tað, sum hetta snýr seg um, er, at Spania hevur longu kvalifiserað seg til HM endaspælið. Um teir fáa stig ímóti Føroyum, so hava teir vunnið bólkin [...] ri Craig Brown segði í gjár við BBC, at hann hevur givið spælarum sínum forboð fyri at tosa um, at teir ætla at lata seg heiðra eftir dystin móti Estlandi. Orsøkin er, at skotski landsliðsvenjarin ikki
løtuni og roykdálkanin ger ikki støðuna betri. Fyri tað fyrsta, so steðgar ferðafólkastreymurin til Singapore og so er hetta támuta veðurlagið so tungt fyri sinnið, sigur John og rættar ein boygdan lítlapinn [...] meðan hann situr við kaffikoppinum. Undir borðinum stinga naknu føturnar undan. Hann hevur latið seg úr tunnu sandálunum, sum er einasti fótbúni hann nýtir. Neglirnar eru langar og trivaligar Mr. Lim [...] forsetanum í Indonesia bert at koma við eini umbering til grannalondini. Nú má okkurt munagott gerast fyri at steðga eldinum, annars hosta vit lunguni úr okkum, sigur Mr. Lim. Yvirav okkum sita tveir aðrir
okkara spælarunum, sum ikki hevði fingið nakað kort, stóð fyri eitt kort, sum vildi føra við sær leikbann. TB setti seg í samband við FSF og dómaran fyri at fáa rætta mistakið, og dómarin viðgekk eisini, at [...] tíðarfreistin fyri at kæran er farin, og tí verður einki broytt við dómaraseðlanum. Altso: Eyðun »Gullok« hevðu leikbann í dag. Kappingarnevndin vísur á grein 27, stk. 5 í kappingarreglunum, sum snýr seg um júst [...] Vandi er fyri, at ætlaði uppflytingardysturin til 1. deild millum FS Vágar og TB, sum skuldi vera í Miðvági í dag, verður av ongum. Tvørámenn umhugsa um teir skulu møta til dystin ella ikki, og á star
formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, Vilhelm M. Johannesen greitt, at meistararnir fara at halda seg til sáttmálan, sum er gjørdur. ?Vit hava gjørt ein fýra ára sáttmála við Føroya Handverkarafelag, og [...] Arbeiðsgevarafelag, sum eisini er bundið av sáttmálanum. ? Vit hava gjørt ein sáttmála, sum er bindandi fyri allar limir í Føroya Handverksmeistarafelag. ? Tí er tað mest sannlíkt, at ein nýggjur sáttmáli verður [...] týðiliga víst, hvussu góður viljin er at lyfta handverkið uppeftir, og at vit vilja ger alt í okkara makt fyri at bøta um viðurskiftini. Men hava tit gjørt tykkum greitt, hvat tit gera um onki hendir? ? Eg trúgvi
fisk til Skotlands, men tey hava leingi leitað eftir farmi at flyta hendavegin aftur fyri at fáa skipið at bera seg betri. Símun Gullaksen á Calder heldur, at góðir møguleikar skuldi verið at fingið skotskan [...] 80 fólkum hálvan annan dag at skera fiskin. Og tað var sørt spenningur um, hvussu alt fór at taka seg upp, tá ið hetta tiltakið varð eftirmett. Seinnapartin mikudagin spurdu vit stjóran á Kósini, hvussu [...] Keypsprísin. Tað vil siga, at teir mugu fáa upsan heldur bíligari, enn teir keyptu seinastu lastina fyri. Kósavirkið fór undir hesa óvanligu royndina í samstarv við Calder Fishselling, sum eigur farmaskipið
endaspælið. Holland kom ikki við til Fraklands, og hollendingar vóru stak misnøgdir við, hvussu tað gekk fyri seg í Sevilla. Teir hildu, at dómarin helt ov nógv við heimaliðnum, og at maltesarar gjørdu ov lítið [...] javnaði til 1-1 í einasta álopinum, teir høvdu allar 90 minuttirnar. Spania økti til 3-1 fyri hálvleik, og fimm minuttir fyri leiklok stóð 12-1, og tað var nóg mikið. Fólk undraðust, Holland kærdi til UEFA, men [...] møguleiki fyri, at gongdin verður tann sama í kvøld, sum hon var, tá Malta var í Sevilla. Men tað er lítið, sum bendir á tað, tí fyritreytirnar eru so nógv øðrvísi hjá Spania hesa ferð, enn tær vóru fyri fjúrtan
føroyska landsliðið er uttanfyri landoddarnar hevur tað mest sum hvørja ferð víst seg, at útlendski áhugin er størstur fyri at tosa við venjaran hjá landsliðnum, og í so máta er ferðin í Spania avgjørt einki [...] tíð í Spania, sum er tað sama sum klokkan 19 føroyska tíð, fer at stríðast ímóti Spania. Tað er rúm fyri 35 túsund áskoðarum, men tað verður mett at vera væl, at so mong møta upp at síggja heimaliðið dystast [...] at onkrir av yngru føroysku spælarunum vóru eitt sindur nervaðir av, at umstøðurnar at fyrireika seg vóru so fremmandar, og tað er einki at ivast í, at nervarnir komu uppaftur meiri til sjóndar í gjárkvøldið