Vandi er fyri, at ætlaði uppflytingardysturin til 1. deild millum FS Vágar og TB, sum skuldi vera í Miðvági í dag, verður av ongum.
Tvørámenn umhugsa um teir skulu møta til dystin ella ikki, og á starvsnevndarfundi í felagnum í kvøld, verður avgerð tikin, um felagið skal boykotta dystin móti FS Vágum ella ikki.
Alt kemst av, at TB1arin Eyðun »Gullok« Svalbard er raktur av leikbanni, sum hann í roynd og veru ikki eigur.
27. september var seinasta umfar í 2. deild hjá monnum spælt, og tá vann TB 7-1 í Havn móti HB. Sum vanligt fingu tvørámenn eitt avrit av dómaraseðlinum við sær, og Ronni Midjord, sum er liðleiðari hjá liðnum, tók sær av hesum seðlinum.
Eg stakk seðilin í lumman og hugsaði ikki um, at nakað skuldi vera galið við honum. Tá eg fyrst í hesi vikuni skuldi fara at gjøgnumganga seðilin, fann eg út av, at einki stóð uppi á mínum avriti. Bert nøvnini á spælarunum hjá báðum liðunum, men eingi mál, einki úrslit, og eingi kort, sigur Ronnie Svalbard við Ítróttarsosialin.
Eg bað tí FSF um eitt avrit av dómaraseðlanum, og tá sá eg beinanvegin, at har var okkurt galið. Ein av okkara spælarunum, sum ikki hevði fingið nakað kort, stóð fyri eitt kort, sum vildi føra við sær leikbann.
TB setti seg í samband við FSF og dómaran fyri at fáa rætta mistakið, og dómarin viðgekk eisini, at ein HB1ari átti kortið, sum Eyðun »Gullok« Svalbard var skrivaður fyri.
Tíðarfreistin farin
Men eftir kjak aftur og fram fekk TB hóskvøldið endaligt svar frá kappingarnevndini hjá FSF, sum viðger slík mál, og nevndin er ikki til at vika.
Hon sigur, at tíðarfreistin fyri at kæran er farin, og tí verður einki broytt við dómaraseðlanum. Altso: Eyðun »Gullok« hevðu leikbann í dag.
Kappingarnevndin vísur á grein 27, stk. 5 í kappingarreglunum, sum snýr seg um júst skeivleikar á dómaraseðlum. Har stendur: »Kæra um møguligan skeivleika á dómarseðili skal vera kappingarnevndini í hendi seinast 5 dagar eftir at dystur er leiktur, kæran skal vera skrivlig og frá felag/dómara sum er partur í málinum.«
Og líka so greitt sum tað er, at »Gullok« fekk gult kort, sum hann ikki átti, er tað, at TB ikki helt tíðarfreistina, og tí vil kappingarnevndin hjá FSF ikki broyta seðilin.
Í 1995 varð tað samtykt av feløgunum, at tað skuldi ikki bera til at broyta ein dómaraseðilin eftir eina ávísa tíðarfreist. Hendan broyting í kappingarreglunum varð gjørd, tí trupulleikar høvdu ofta verið við síkum málum, har feløg vildu hava broytingar í seðlar, sum vóru fleiri mánaðir gamlir.
Seinastu árini hevur hendan lógin verið hildin til fulnar, og tað hava verið nógv mál, sum eru afturvíst vísandi til tíðarfreistina.
Dómsnevndin uppí
Í skrivinum til TB sigur kappingarnevndin, at tíðarfreistin er vorðin siðvenja, og tí kann nevdin ikki broyta dómaraseðilin.
Í TB halda teir hetta vera sera fýrkanta, og vilja ikki góðtaka avgerðina hjá kappingarnevndini.
Tað er púra greitt, at her er eitt mistak gjørt á dómaraseðlanum, og tað vilja vit hava broytt, sigur Ronnie Svalbard.
TB hevur kært málið til Dómsnevndina hjá FSF, sum hevur endaliga orðið at siga í slíkum málum.
Vit hava fingið tilfarið frá TB og vit ætla okkum at viðgera kæruna áðrenn dystin leygardagin. segði Páll Nielsen, formaður í nevndini, við Ítróttarsosialin hóskvøldið.
Um Dómsnevndin hjá FSF staðfestir avgerðina hjá kappingarnevndini, er vandi fyri, at TB ikki møtir til dystin í Miðvági í dag.
Starvsnevndin hjá TB skudli hava fund um málið í gjárkvøldið, og har skuldi ein avgerð takast um hvussu víðari skuldi farast fram í málinum.
Loyvir Dómsnevndin hjá FSF Eyðun »Gullok« Svalbard at spæla er eingin trupulleiki, men verður avgerðin hjá kappingarnevndini staðfest, er vandi fyri, at TB boykottar dystin í dag.