? Hvussu tað gekk?
Báði og!
Johan Páll Joensen veit ikki rættiliga, hvussu hann skal svara, tá ið vit spyrja hann, hvussu tað gekk við teirri fyrstu royndini hjá Kósini at keypa upsa í Skotlandi, og føra hann til Klaksvíkar at arbeiða.
Kósavirkið fór í síðstu viku undir eina spennandi roynd á fiskivinnuøkinum:
Teir gjørdu nevniliga nakað, ongin hevur gjørt fyrr.Vanliga hevur verið talan um einvegis sigling úr Føroyum, til Skotlands við fiski.
Og helst hava tey fægstu hugsa um, at tað øvugta eisini kundi bera til: At flyta fisk úr Skotlandi til Føroya at virka
Men tað gjørdi Kósin so í farnu viku: Teir keyptu 52 tons av upsa á uppboði í Skotlandi og førdi hann til Klaksvíkar at arbeiða á Kósavirkinum.
Tað var seint sunnukvøldið, at farmaskipið North Star kom á Klaksvíkina við fiskinum, sum var keypt á uppboði í Scrabster, Peter Head og í Aberdeen.
Farið varð at lossa beinanvegin og og tíðliga mánamorgunin varð farið undir at arbeiða fiskin.
Tað allarmesta varð skorið og fryst í blokk.
Tað tók 80 fólkum hálvan annan dag at skera fiskin.
Og tað var sørt spenningur um, hvussu alt fór at taka seg upp, tá ið hetta tiltakið varð eftirmett.
Seinnapartin mikudagin spurdu vit stjóran á Kósini, hvussu hevði gingist.
Og tað er nú han svarar: Báði og.
? Tað gekk ikki gott, tí vit høvdu undirskot av hesum, hóast ikki er endaliga uppgjørt enn.
Men tað gekk kortini væl, tí trupulleikarnir er ikki størri enn so, enn at teir kunnu loysast.
Hava ikki mist mótið
Johan Páll Joensen sigur, at hann hevði ongantíð roknað við at virkið skuldi fara at fáa nakað burturúr hesi royndini.
? Men tað gekk kortini so mikið væl, at vit hava ikki mist mótið- og langt frá tí.
? Vit hava staðfest, hvørji brekini eru. Og vit halda, at tey eru ikki størri enn so, enn at tey kunnu fáast í rættlag.
Johan Páll Joensen sigur, at gongst sum ætlað, fáa teir eina last afturat longu mánadagin.
Hann sigur, at úrtøkan var ikki fult so góð, sum roknað varð við. Men ymiskt annað var eisini.
Sjálv framleiðslan gekk væl. So táið onki avkast verður, kann tað bara førast heilt til tann avgerandi faktorin: Keypsprísin.
Tað vil siga, at teir mugu fáa upsan heldur bíligari, enn teir keyptu seinastu lastina fyri.
Kósavirkið fór undir hesa óvanligu royndina í samstarv við Calder Fishselling, sum eigur farmaskipið North Star.
Calder flytir nógvar fisk til Skotlands, men tey hava leingi leitað eftir farmi at flyta hendavegin aftur fyri at fáa skipið at bera seg betri.
Símun Gullaksen á Calder heldur, at góðir møguleikar skuldi verið at fingið skotskan upsa higar at arbeiða ávísar tíðir.
Bretar gera lítið við upsan og táið nógv er til, fæst hann fyri ein prís, sum skuldi gjørt føroysk virki kappingarført, heldur hann. Men, hvussu nógv, talan kann verða um, dugir hann ikki at siga, og hann heldur ikki, at hetta kann blíva álitið hjá einum virkið. Tað verður í mesta lagi eitt gott ískoyti.