Tað rennur kalt niður eftir rygginum, tá hugsað verður um, hvørja lagnu Malta, sum Føroyar og Spania eru í bólki saman við, fekk, tá teir í síðsta undankappingardystinum undan EM endaspælinum í Fraklandi vitjaðu í Spania.
Spaniumenn vunnu 12-1, og tað var akkurát nóg mikið til, at teir komu í EM endaspælið. Holland kom ikki við til Fraklands, og hollendingar vóru stak misnøgdir við, hvussu tað gekk fyri seg í Sevilla. Teir hildu, at dómarin helt ov nógv við heimaliðnum, og at maltesarar gjørdu ov lítið við tað.
Ta ferðina vóru spaniumenn sera ágangandi fyrstu løtuna. Teir fingu hol á, tá korter var farið, og so kom tað sum pøs av køldum vatni í høvdið á teimum, tá Malta javnaði til 1-1 í einasta álopinum, teir høvdu allar 90 minuttirnar. Spania økti til 3-1 fyri hálvleik, og fimm minuttir fyri leiklok stóð 12-1, og tað var nóg mikið.
Fólk undraðust, Holland kærdi til UEFA, men tað vóru eisini tey, sum hildu, at maltesarar vóru útlúgvaðir, tí teir bara tríggjar dagar frammanundan høvdu tapt 5-0 í Hollandi.
Øðrvísi fyritreytir
Sjálvsagt er tað møguleiki fyri, at gongdin verður tann sama í kvøld, sum hon var, tá Malta var í Sevilla. Men tað er lítið, sum bendir á tað, tí fyritreytirnar eru so nógv øðrvísi hjá Spania hesa ferð, enn tær vóru fyri fjúrtan árum síðani.
Ta ferðina var neyðugt hjá Spania at vinna við ellivu málum, um teir skuldu sleppa við í endaspælið í Fraklandi. Hesa ferð hava teir longu tryggjað sær pláss í endaspælinum í Fraklandi.
Ta ferðina var heimadysturin hjá Spania spældur í fótbóltsháborgini hjá teimum, sum er har suðuri í landinum í Sevilla. Hesa ferð hava teir valt at leggja dystin í Gijón, sum er heilt norður ímóti Biskaia víkini, og tað ber boð um, at teir taka ikki uppgávuna í sama álvara, sum teir gjørdu ta ferðina.
Ta ferðina hevði mótstøðuliðið hjá Spania havt strævna uppgávu bara tríggjar dagar frammanundan. Føroyingar hava ikki havt tunga uppgávu síðstu átta dagarnar, og tí áttu spælararnir at verið væl fyri.
Og so eigur at verða lagt afturat, at mótstøðuliðið hjá Spania í kvøld í hesari undankappingini hevur víst, at teir eru betri enn liðið hjá Malta er.