fyrstu ferð skal spæla í steypafinaluni. Hon verður á Laugardalsvøllinum i Reykjavík sunnudagin 30. august. Mótstøðuliðið hjá Leifti verður ÍBV úr Vestmannaoyggjunm. Teir vunnu í síni hálvfinalu 2-1 ímóti [...] Tað var stórur fagnaður á Ólafsfirði í Íslandi hóskvøldið, har alt bygdarfólkið varð savnað og fýrverk varð sent upp í ljósa kvøldhimmalin, tá fótbóltshetjurnar vendu aftur til bygdar. Fagnaðurin galt [...] føroyingum ? Una Arge, Jens Martin Knudsen og Páll Guðlaugssyni. Leiftur spældi hetta kvøldið í hálvfinaluni í steypafinaluni á útivølli ímóti Grindavík, og alt tað lítla lokalsamfelagið fylgdi við. Tað
var ikki fyrrenn 25. august í 1928 ella fyri snøggum 70 árum síðani, at ein prestur kom afturat sum búfastur kapellanur við bústaði í Klaksvík. Norðoya prestagjald varð býtt í tvey í 1934, og síðani 27. [...] búð í Klaksvík. Sýslumaðurin hevur í mong hundrað ár búð í Klaksvík ? fyrst á Gerðagarði, seinni á Oyri og á Uppsalagarði og miðskeiðis í síðstu øld vórðu sýslumanshús bygd. Samfelagsbroytingar Í 1830unum [...] úr hinum bygdunum í Norðoyggjum fluttu til Klaksvíkar at búgva. Síðani miðskeiðis í nítjandu øld hevði útróðurin givið týdningarmikla inntøku í fleiri bygdum, t.d. í Svínoy, á Kirkju, í Mikladali og Viðareiði
Føroya á danatingi var tá á døgum øðrvísi, enn hon er í dag. Tá var ríkisdagurin býttur í tvinni kømur, Fólkatingið og Landstingið, og høvdu Føroyar ein lim í hvørjum tingi. Við lóg frá desember 1947 fáa Føroyar [...] báðir fólkatingmenninir verða valdir í dag, meðan løgtingið valdi landstingsmannin. Seinasti landstingsmaður Føroya var Hans Iversen í Kvívík, sum tó bert sat frá 4. august til 21. september 1953. Poul Niclasen [...] Niclasen, sum hevði umboðað løgtingið á Landstingið doyði 3. august 1953. Javnaðarflokkurin hevur ongantíð havt umboð í Landstinginum.
Læraraskúlan í 1917 og tók læraraprógv í 1920. Árið eftir var hann sjúkur, men tók seinni við lærarastarvi í Sumba, síðani í Trongisvági og so á Tvøroyri. Eitt skifti var P. M. Dam eisini formaður í Føroya [...] føddur í Skopun 11. august í 1898 og doyði 8. november 1968. P. M. Dam var sonur Ole Christian Dam, handilsmann úr Kollafirði og Sáru Mariu Dam, f. Olsen úr Vestmanna. Petur Mohr Dam var sjúkligur í uppvøkstrinum [...] størsti flokkur í Føroyum. Hann sat sum løgmaður hetta skeiðið út, til Hákun Djurhuus tók við í 1963. Petur Mohr Dam var fólkatingsmaður frá 1948-57 og frá 1964-67. Í sóknarstýrinum í Froðbiar sókn síðan
tú í, hvat samband hesin og handan høvdu við Klaksvíkina og í hvussu so er í einum føri togaði gesturin koyrikortið úr lummanum fyri á tann hátt at staðfesta, at føðistaðurin var Klaksvík og tað í 1957 [...] 1957! Í Leirvík var ein ørgrynna av bilum, sum stóðu har í vikuskiftinum. Og Dúgvan førdi fleiri bilar og ferðafólk um Leirvíksfjørð, enn teir gjørdu í vikuni rundanum ólavsøkuna. Í fyrstu vikuni av av august [...] svágur hansara! Grøvin í fortíð og nútíð Leygardagurin var allur sum hann var ein dýrdardagur. Inntil klaksvíkingar í desember í 1974 fingu svimjihøll var vanligt at leita sær út í Grøv um sumrarnar. Tey
sleppur av Reunion í morgin. ? Og eg fari við tí fyrsta flúgvara, sum eg sleppi, sigur Sigmundur at enda. Í blaðnum í morgin fara vit at frætta nærri um hvussu tað gekst hjá Sigmundi í rættinum í dag. [...] málið. Viðgerðin í tí »lokala landsrættinum« hevur latið bíða eftir sær, má sigast. Upprunaliga var ætlanin, at málið skuldi koma fyri 28. juli, men tá var tað útsett í fjúrtan dagar til í dag. Men hvussu [...] Tann 4. august vóru lidnir 5 mánaðir síðani myndugleikarnir á Reunion tóku passið frá Sigmundi Andreasen. Og líka síðan tað hevur hann gingið og bíða. Í fyrsta umfarið var málið fyri við býarrættin og
úr einum dysti. Ikki fyrr enn sunnudagin. Sumba var í Fuglafirði, og har trívast teir ikki væl. Í steypakappingini fyrr í ár taptu sumbingar 11-0 í Fuglafirði, og tað úrslitið var ikki langt frá at endurtaka [...] sjey ferðir higartil í landskappingini. Nú hava teir verið í Eysturoynni tvær ferðir upp í slag og hava tapt tilsamans 12-0! Komandi leygardag taka sumbingar ímóti B36, sum er væl fyri í løtuni. Um ÍF tá megnar [...] komin fyri seg eftir skaðan fyrr í ár, og har frammi legði Mariniak Maciej lunnar undir fyrsta ÍF-sigurin í ár við at gera tvey tey fyrstu málini. Bæði komu heilt tíðliga í dystinum, og tað var ein dyggur
hevur havt eitt rimmar ár við B36 higartil, og hann er í løtuni toppskjútti í 1. deild við 10 málum í 11 dystum. Allan Simonsen var í Gøtu leygardagin og í Gundadali sunnudagin, og hann hevur ivaleyst verið [...] hesum 18 eru Sunnvard Joensen úr GÍ og Jákup á Borg úr B36 spildurnýggir í A-landsliðshøpi. Í mun til hópin, sum var í Estlandi í byrjanini av juni, eru tríggjar broytingar. Umframt Sunnvard Joensen og [...] Mikudagin 19. august skal føroyska A-landsliðið aftur í eldin. Hesaferð skulu føroyingarnir royna seg niðri í Bosnia, og sigast má, at hetta verður ein stórur biti hjá føroyingunum at gloypa. Seinnapartin
krónur móti 128,7 mió kr sama tíðarskeið í fjør, sigur Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka. Í frágreiðing frá bankanum sigur forstjórin, at úrslitið í stóran mun er ávirkað av, at bankin fyrra [...] úrslitið fyrra hálvár 1998 við 63,0 mió kr móti 65,4 mió kr í fjør. Hækkandi rentuinntøkur Framgongdin í fiskivinnuni seinastu árini sæst aftur í bankanum sum eitt stórt og vaksandi gjaldføri. Gjaldførið [...] mia kr somu tíð í fjør. Í sama tíðarskeiði eru bókaðu útlán bankans hækkað úr 2,0 mia kr til 2,3 mia krónur. Samlaði fíggjarjavnin var 4,4 mia kr 30 juni 1998 móti 4,0 mia kr somu tíð í fjør. Partapeningur
Føroyum til Sarajevo sunnudagin 16. august. Í hópinum eru Sunvard Joensen úr GÍ og Jákup á Borg úr B36 spildurnýggir í A-landsliðshøpi. Í mun til hópin, sum var í Estlandi í byrjanini av juni, eru tríggjar [...] rimmar ár við B36 higartil, og hann er í løtuni toppskjútti í 1. deild við 10 málum í 11 dystum. Annars er vert at leggja til merkis, at oddaliðið HB bert hevur tveir mans í hópinum, meðan KÍ, sum er nummar [...] Mikudagin 19. august skal føroyska A-landsliðið aftur í eldin. Hesaferð skulu føroyingarnir royna seg niðri í Bosnia, og sigast má, at hetta verður ein stórur biti hjá okkara monnum at gloypa. Seinnapartin