Tað var stórur fagnaður á Ólafsfirði í Íslandi hóskvøldið, har alt bygdarfólkið varð savnað og fýrverk varð sent upp í ljósa kvøldhimmalin, tá fótbóltshetjurnar vendu aftur til bygdar.
Fagnaðurin galt ikki minst avrikini hjá trimum føroyingum ? Una Arge, Jens Martin Knudsen og Páll Guðlaugssyni.
Leiftur spældi hetta kvøldið í hálvfinaluni í steypafinaluni á útivølli ímóti Grindavík, og alt tað lítla lokalsamfelagið fylgdi við. Tað var tætt og spennandi, og ikki fyrrenn seks minuttir undan leikloki kom hol á. Málskjútti var Uni Arge, sum í bløðunum fær stórt rós fyri síni avrik. Tað er væl skiljandi, tí í fýra steypadystum hevur hann ikki skotið færri enn seks mál.
So noyddist Grindavík at flyta fólkið fram, og úrslitið var, at jugoslaviski spælarin hjá Leifti staðfesti sigurin, sum ger, at Leifur fyri fyrstu ferð skal spæla í steypafinaluni. Hon verður á Laugardalsvøllinum i Reykjavík sunnudagin 30. august. Mótstøðuliðið hjá Leifti verður ÍBV úr Vestmannaoyggjunm. Teir vunnu í síni hálvfinalu 2-1 ímóti Breiðabliki.