ð hjá teimum í Norðdepli og Hvannasundi nevnist. Í vetur hava fleiri sitið í maskinum, og í kappingum í inniróðri hava úrslitini verið góð. Sundabáturin og Norðingur eru aftur í ár við í FM kappróðrinum [...] blandaðari barnamanning, sum fer at luttaka í dreingjaróðrinum og einari manning gentur 14-16 ár. Felagið fekk í 2023 nýtt 5-mannafar, men nýggja Ritan hevur ikki enn verið í kapping. Tey fyrireika seg umborð á [...] leygardagin verður klárur at rógva í. Sundabáturin hevur staðið seg heilt væl í teimum trimum ódnartøkunum, sum hava verið. Norðingur var við í síðstu ódnartøkunum, sum vóru í Norðragøtu. Hvussu manningin er
til samrøðu við hesi trý í setanarbólkinum, og har varð spurt, um eg hevði áhuga í at gerast nevndarformaður. Og tað hevði eg, sigur Bergur Poulsen. Samrøðan fór fram í februar í fjør. Men nakrar dagar áðrenn [...] aðalfundinum í Atlantsflog 8. mars í fjør varð Niels Mortensen valdur til nevndarformann. Hetta var gjørt eftir beinleiðis boðum frá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum. Les meira um málið í Sosialinum [...] varð blivin aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum 1. januar. Sambært keldum hjá Sosialinum var tað ein samdur setanarbólkur, sum peikaði á fyrrverandi stjóran í Havsbrún. Hesi tíðindi vil Kaj Johannesen, táverandi
sent út soljóðandi tíðindaskriv í sambandi við tíðindi úr Fíggjarmálaráðnum: »Fíggjarmálaráðið hevur í kvøld sent tíðindaskriv í miðlarnar, har sagt verður, at sáttmálin, sum í dag varð undirskrivaður millum [...] 1. august í ár, skulu lata inn færri skrivligar uppgávur. Hetta eru rangar upplýsingar og átti Fíggjarmálaráðið at vita betur. Í veruleikanum er tað soleiðis, at tvær nýggjar skipanir fara í gongd á teimum [...] miðnámsskúlunum í august í ár. Onnur skipanin er nýggja Gymnasiala Breytaskipanin, og hin er Ársverksskipanin, ið er partur av sáttmálanum, ið Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám skrivaðu undir í dag. Talið
aftur nýtt í málinum - meira enn eitt ár eftir feigdarnáttina í oktober í fjør. Nú hevur løgreglan funnið bil og lík, og hetta hendi, tá kavarar hjá sjóverjuni gjørdu onkrar kanningar í bátahavnini í Kolding [...] sum er funnið í bilinum, hevur ligið í sjónum. Vit kunnu leggja aftrat, at Bent Ovesen í dag hevði verið 64 ára gamal, um hann var á lívi. Tað er Jyske Vestkysten, sum ber hesi tíðindi í dag. Við tað, [...] oktober í fjør hevur danska løgreglan leitað eftir einum manni í Kolding, róptur Bent Ovesen. Bent og konan Aase, sum bæði vóru farin um tey seksti, livdu eitt friðarligt lív og vóru væl dámd í sínum grannalagi
vakti ans í gjár, tá ið tíðindi bórust um, at formaðurin í føroyska svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu, var so argur um avgerðina um, at Pál Joensen ikki slapp at luttaka í 1500 metra-finaluni í frísvimjing [...] hann kundi koma í trupulleikar hjá altjóða svimjisambandinum. Tað var danski dómarin, Søren Korbo, sum í samrøðu við TV2 vísti á hendan tilburð. Les eisini: Svimjisambandið í øðini um Pál Í tíðindaskrivi [...] tað var fyri okkum og Pál, at hann ikki slapp at svimja í HM-finaluni, og um møguligt fáa eina frágreiðing, skrivar Rókur í Jákupsstovu at enda í tíðindaskrivi.
pulsinum í øllum dótturfeløgum. Tíðindi kunnu opinbart ikki berast frá undirnevndum til holding nevndina, hóast móðirfelagið eigur feløgini 100%. Vit í Umboðsráðnum renna okkum eisini í stóran mun inn í tag [...] valdið á fleiri herðar. Fara vit so til nevndirnar í ymsu feløgunum, ganga tveir persónar í Holding nevndini aftur í nevndini fyri trygging og tveir í nevndini fyri bankan, tó so, at eingin er i meir enn [...] har somu fólk ikki koma at ganga aftur í fleiri nevndum. Vil holding nevndin hava fingurin á pulsinum í undirnevndum, má felagið velja sínar egnu nevndarlimir í ymsu undirnevndirnar, at fylgja við. Spurningur
verið í læru hjá TV2 í fýra og eitt hálvt ár, og at vitjanin í Føroyum er eitt slag av sveinastykki hjá honum. Meiri spennandi uppgávur í Danmark Spurdur hvørjar uppgávur, ið hann hevur dagliga í Danmark [...] arbeiðsørindum, í mun til tá ið hann vitjar í frítíðini. - Nú er alt í fokus allatíðina, og tú hevur als ikki tíð at taka tær av løttum. Í veruleikanum vil eg siga, at tað er rættuliga stuttligt soleiðis at [...] starv í Kringvarpi Føroya? - Ja, eg leingist illa heim aftur, men arbeiðið er nógv meiri spennandi í Danmark enn í Føroyum, sigur ungi havnarmaðurin. Spurdur hvussu vanligi arbeiðsdagurin hjá sær í Danmark
fundur var umrøddur bæði í Sosialinum og Dimmalætting í síðstu viku. Týskvøldið 21. september var býráðsfundur í Klaksvík, har fleiri fyri okkum stórmál vórðu samtykt. Sum forkvinna í mentanarnevndini úttalar [...] lýst í grein við mynd av viðkomandi býráðslimi, og í Dimmalætting er grein um býráðsmál í Havn, ið eisini hevur mynd av avvarðandi politikara. Vit vildu fegnar hoyrt, hvat linjan hjá bløðunum er í sambandi [...] Fyrr í ár kærdu fjølmiðlafólk seg um, at kvinnur ikki vildu ella tordu at úttala seg til fjølmiðlarnar. Undirritaðu sum sita í býráðnum í Klaksvík royna altíð at úttala okkum, tá ið onkur fjølmiðlafólk
Føroyar høvdu fingið í boði at skipa fyri oyggjaleikunum í 2019, men ÍSF noyddist at taka umsóknina aftur, tí fortreytirnar vóru ikki í lagi. Eitt nú vóru umstøðurnar til kappingarnar í golf, bogaskjóting [...] umboðaðar á oyggjaleikunum, sum ætlanin er at skipa fyri í Føroyum í 2029. Tað er eitt krav frá nevndini hjá International Island Games Association, IIGA, at í minsta lagi 12 av 18 møguligum ítróttagreinum eru [...] sigur seg ikki ivast í, at Føroyar sleppa at hýsa oyggjaleikunum í 2029. Men tey vóna, at oyggjaleikirnir koma aftur til Føroya fyrr. Tað kann henda, um onkur oyggj, sum longu er í samráðingum við IIGA
Roknskapur: Føroya Tele samtakið hevði góðar 40 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2021, og tað gevur rúm fyri 30 milliónum krónum í vinningsbýti til eigaran Føroya Landsstýri. Týðandi stig vórðu tikin [...] samtykt at rinda 30 milliónir krónur í vinningsbýti til Føroya Landsstýri, sum eigur allan partapeningin. Í mun til 2020 vaks samlaða nettosølan úr 389 milliónum upp í 407 milliónir krónur. Ársúrslitið eftir [...] milliónum upp í góðar 40 milliónir krónur, sum er vøkstur upp á 32%. Íløgurnar vóru 74 milliónir krónur. – Føroya Tele er týðandi leikari í samfelagnum. Búskaparlig styrki, tøknilig nýhugsan og menning í samtakinum