- Yrkisfelagið Miðnám ræður ikki yvir øllum.
Yrkisfelagið hjá miðnámsskúlalærarum hevur sent út soljóðandi tíðindaskriv í sambandi við tíðindi úr Fíggjarmálaráðnum:
»Fíggjarmálaráðið hevur í kvøld sent tíðindaskriv í miðlarnar, har sagt verður, at sáttmálin, sum í dag varð undirskrivaður millum Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám m.a. gevur meiri undirvísing og ásetur, at næmingar, ið fara undir útbúgving 1. august í ár, skulu lata inn færri skrivligar uppgávur.
Hetta eru rangar upplýsingar og átti Fíggjarmálaráðið at vita betur.
Í veruleikanum er tað soleiðis, at tvær nýggjar skipanir fara í gongd á teimum flestu føroysku miðnámsskúlunum í august í ár. Onnur skipanin er nýggja Gymnasiala Breytaskipanin, og hin er Ársverksskipanin, ið er partur av sáttmálanum, ið Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám skrivaðu undir í dag.
Talið av skrivligum uppgávum, ið næmingar skulu lata inn á breytaskipanini er ikki ásett í nýggja sáttmálanum millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjaramálaráðið. Hetta er ásett í kunngerð, ið varð givin út 1. februar í ár, t.e. fyri góðum fýra mánaðum síðani. Har verður sagt, at nøgdin av skrivligum venjingum verður gjørd upp í næmingatíð, og er ítøkiliga næmingatíðin ásett í Fylgiskjalið 9 í somu kunngerð.
At lærararnir, sum ein avleiðing av, at minni tíð fer at verða nýtt til skrivligar venjingar, koma at undirvísa meira, er rætt. Hetta er tó ikki nakað, sum íkemur orsakað av nýggja sáttmálanum, sum var undirskrivaður í dag, men av broytta lutfallinum millum undirvísing og skrivligar venjingar í nýggju Gymnasialu Breytaskipanini.
Yrkisfelagið Miðnám frøist annars um at hava skrivað undir nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráðið, og er sum heild væl nøgt við sáttmálan. Tað hevði verið dámligari, um vit ikki nú kendu tað sum, at úrslitið verður nýtt sum bíligt spinn í politiska spælinum, men hvør veit, kanska er hetta bara ein misskiljing úr Fíggjarmálaráðnum smikur er tað neyvan, hóast upplýsingarnar úr Fíggjarmálaráðnum geva Yrkisfelagnum Miðnámi størri vald enn okkum tilkemur.«
Kári Jespersen,
Formaður, Yrkisfelagið Miðnám