Føroyski myndamaðurin hjá TV2

Danska sjónvarpsstøðin TV2 hevur ikki færri enn sjey fólk í Føroyum í sambandi við kongaligu vitjanina. Ein teirra er havnarmaðurin, Jan Fagranes, sum um tíggju dagar verður útlærdur sum myndamaður.

Jan Fagranes greiður frá, at hann hevur verið í læru hjá TV2 í fýra og eitt hálvt ár, og at vitjanin í Føroyum er eitt slag av sveinastykki hjá honum.

Meiri spennandi uppgávur í Danmark
Spurdur hvørjar uppgávur, ið hann hevur dagliga í Danmark, sigur Jan Fagranes:
- Eg geri fyri tað mesta tíðindi og ítrott, men av og á eri eg eisini við til at gera Station 2, sum er eitt kriminalprogram, sigur føroyski myndamaðurin.
Jan sigur, at tað er sera stórur munur á at koma til Føroya í arbeiðsørindum, í mun til tá ið hann vitjar í frítíðini.
- Nú er alt í fokus allatíðina, og tú hevur als ikki tíð at taka tær av løttum. Í veruleikanum vil eg siga, at tað er rættuliga stuttligt soleiðis at vísa oyggjarnar fram fyri starvsfeløgunum, sigur Jan Fagranes.
Jan var búsitandi í Århus, tá ið hann í januar 2001 fekk lærupláss hjá TV2. Leiðin gekk so til Odense, har danska sjónvarpsstøðin hevur sína høvuðsstøð, men fyri hálvum ári síðani flutti Jan til Keypmannahavnar at búgva.
Sum áðurnevnt verður Jan liðugur at læra um tíggju dagar, men hann hevur fyribils fingið starvssáttmála við TV2 í tríggjar mánaðar afturat. Hvat síðani hendir, veit hann ikki, men hann kundi gott hugsað sær at hildi fram.
Men kundi Jan Fagranes ikki gott hugsað sær at flutt heim aftur til Føroya og møguliga fingið eitt starv í Kringvarpi Føroya?
- Ja, eg leingist illa heim aftur, men arbeiðið er nógv meiri spennandi í Danmark enn í Føroyum, sigur ungi havnarmaðurin.
Spurdur hvussu vanligi arbeiðsdagurin hjá sær í Danmark sær út, sigur Jan Fagranes:
- Tað er ilt at siga. Eg kann til dømis gott verða á Christiansborg og gera eitt innslag við Anders Fogh Rasmussen á miðdegi, og einar tveir tímar seinni eri eg í Istedgade og taki myndir av einum misnýtara, sigur Jan Fagranes at enda.