Hava bløðini ein javnstøðupolitikk?

   

Fyrr í ár kærdu fjølmiðlafólk seg um, at kvinnur ikki vildu ella tordu at úttala seg til fjølmiðlarnar.
Undirritaðu sum sita í býráðnum í Klaksvík royna altíð at úttala okkum, tá ið onkur fjølmiðlafólk venda sær til okkum, og so seint sum í farnu viku luttóku vit á einum almennum fundi, ið ein bólkur undir Klaksvíkar Húsmøðrafelag hevði skipað fyri, og sum hevði til endamáls at eggja fleiri kvinnum at fara upp í politikk. Hesin fundur var umrøddur bæði í Sosialinum og Dimmalætting í síðstu viku.
Týskvøldið 21. september var býráðsfundur í Klaksvík, har fleiri fyri okkum stórmál vórðu samtykt. Sum forkvinna í mentanarnevndini úttalar Jórun Høgnesen seg til Sosialin og Dimmalætting, um at nú er langt um leingi komið har til, at Ósáskúlin skal útbyggjast, og Eyðgunn Samuelsen forkvinna í sosialu nevnd úttalar seg til Dimmalætting um, at fyri fyrstu ferð síðan síðst í 80unum hevur Klaksvíkar Býráð samtykt at fara undir bygging av barnagarði.
Greinarnar um hesi mál eru góðar, og hesar reglur eru ikki skrivaðar ímóti blaðfólkunum! Men tað undrar okkum, at ikki ber til at seta nakra mynd saman við greinunum so lagt verður til merkis samrøðurnar. Hetta hava vit upplivað fleiri ferðir fyrr, og halda vit, tað er eitt sindur løgið. Eru sokallaðu bleytu økini ikki nóg stór tíðindi? Er tað av tilvild? Onkur vil vera við, at nú so tætt er upp undir val vilja fjølmiðlarnir ikki taka nakran býráðspolitikara fram um annan? Hetta sær ikki út til at vera orsøkin, tí í sama Sosiali er annað tiltak hjá Klaksvíkar Býráð lýst í grein við mynd av viðkomandi býráðslimi, og í Dimmalætting er grein um býráðsmál í Havn, ið eisini hevur mynd av avvarðandi politikara. Vit vildu fegnar hoyrt, hvat linjan hjá bløðunum er í sambandi við tíðindaflutning sum henda.

Vinarliga
????????
Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd, heima.olivant.fo/~eydgunn

Jórun Høgnesen,
forkvinna í mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs.
Jorunh@post.olivant.fo