henni. Hon andaði, men eg fekk ikki samband við hana. Roknaði við, at hon var svímað. Eg hugsaði ikki tað ringasta. Eg visti, at okkurt var hent, men visti ikki hvat. So sat eg har og helt um hana, og [...] á Hjørdis. - Tá sá eg, at blóð kom úr oyrunum og skilti, hví eg var vátur oman eftir síðuni. Eg var kortini framvegis vónríkur. Men tá eg segði honum, at blóð kom úr oyrunum, sá eg á hansara andlitsbragdi [...] kenni. Hann spurdi meg, hvussu eg hevði tað? Eg spurdi eftir Hjørdis. Eftir eitt bil svaraði hann, at hon er farin. Tástani skilti eg, hvussu álvarsligt tað var. Eg vónaði til tað allarseinasta, men nú datt
ngum. Ein av hesum er í kelving, har tveir mans royna at hála ein pinn úr hondini á hvørjum øðrum. Maðurin, sum seinastu tvær ferðirnar er endaður á øðrum plássi í hesi kapping, er Jóhan Páll Joensen, [...] væl…” Jú, so víst hevur roykurin av agni verið eitt av eyðkennunum fyri bryggjukantin í Klaksvík gjøgnum mong mong ár. Og soleiðis er enn í dag. Klaksvíkin hevur verið miðstøðin fyri útróðri í Føroyum langt [...] uppundir tiltakið er vanligt, at teir vaska og mála egningarskúrarnar og gera alt so hugnaligt. Tað sigur John William Joensen, sum er kunningarleiðari í sambandi við sjómannadagin. - Hesin dagur er serliga ætlaður
sjálvur haldi eg eisini eg skyldi tykkum at siga nøkur orð, nú vit hava verið gjøgnum fyrsta verkfall í 21 ár, síðani seinasta 1 mai dagshald. Tað er 1. mai – dagurin, har arbeiðarin er í fokus.1. mai [...] verksmiðjan stongir dagin eftir. Og eg siteri: Okkara uppreistur dryppar ikki, hann er eitt gos! Tí tá arbeiðarin hevur fingið nokk, merkist tað! Tað er júst hendan sálin sum er okkara allar størsta styrki Ein [...] einum ryggi sum longu er slitin í 50-árunum. Kenna hesir politikarar til fótakulda í 30 ár út í eitt á einum køldum, vátum fiskavirkisgólvi, og hvat hetta ger við teg? Hvat er hent við vinstravonginum í
politisk meining, sum ongantíð hevur kunnað brúkst til nakað sum helst, tað er veruleikin ? heldur ikki hesi seinastu 6 árini í Tinganesi, vit komu ikki úr stað í sjálvbjargnisstrembanini, tí alt ella onki [...] lógini í hond! Hesin uppgevandi alt ella onki tankin er og hevur verið drepandi fyri alla føroyska luttøku í norðurlendskum og altjóða høpi. Tað er veruleikin Høgni Hoydal, og so kanst tú venda og snara [...] har, mong ár aftaná, at vit høvdu fingið umboðan. Men tað er ikki tjóðveldisflokkinum at takka fyri okkara umboðan har í dag, Høgni Hoydal! Tað er søgufalsan, so tað forslær! Vit, sum minnast eitt sindur
ár enn hann gjørdi tey trý árini eg var venjari í EB/Streymi. Hann kann skapa nógv og sleppur hann tað, so er EB/Streymur vandamikið í skjótálopum Lyklaspælari: Her havi eg hug at nevna tveir. Marni Djurhuus [...] tíð. Frágongdin er stór og í landskappingini sær ikki so gott út. Tí er steypakappingin stóri møguleikin hjá EB/Streymi at vinna nakað í ár. Trupulleikin er bara, at mótstøðuliðið er tað besta liðið [...] vitan um hesi bæði liðini, at meta um dystin millum HB og EB/Streym sunnudagin. Heðin Askham hevur verið venjari hjá EB/Streymi í trý ár og vunnið bæði steypakappingina og FM við liðnum. Hin er Sigfríður
øll árini, síðani Føroyar – de facto – fór á heysin 6. Oktobur 1992. Hvussu hesi virðir eru komin øllum Føroyingum til góðar, er ikki partur av hesi hugleiðing. Eg eri kanska ikki tann rætti (nú eg havi [...] havi verið í útlegd skjótt 20 ár) at siga mína hugsan, men sum orðataki sigur, tú hartar tann, tú er góður við. Eg farið tí at loyva mær, at seta tykkum spurningin: “Er tú sum Føroyingur ov gamal, til ikki [...] Suðuroyartunnilin er ikki bert ein verkætlan um betri samferðslu. Hann er eisini ein próvsteinur fyri, hvussu vit stýra okkara landi, og hvussu vit hugsa um framtíðina hjá okkara efturkomarum . Eg unni baði Suðringum
haga. Her havi eg havt nakrar av mínum størstu upplivingum. Her havi eg fegnast og kent stóra lukku og kærleika. Her havi eg grátið og harmast. Her havi eg barst og hálsfevnst. Og her havi eg verið, og kann [...] frá okkum. Er føroysk trupult og minni vert? Ella hvussu ofta hoyra vit ikki: “Júmen føroyskt mál er so stirvið og trupult at læra.”? Nei, føroyskt er ikki nakað trupult og stirvið mál. Tað er hvørki stirvnari [...] spretta – og vit kunnu liva? Fyri okkum øll, sum liva her, er tað í Føroyum, vit hava kastað okkara akker. Og fyri so mong okkara – bæði úti sum heima – er tað beint her, vit hava lagt okkara hjarta. Her á hesum
haga. Her havi eg havt nakrar av mínum størstu upplivingum. Her havi eg fegnast og kent stóra lukku og kærleika. Her havi eg grátið og harmast. Her havi eg barst og hálsfevnst. Og her havi eg verið, og kann [...] frá okkum. Er føroysk trupult og minni vert? Ella hvussu ofta hoyra vit ikki: “Júmen føroyskt mál er so stirvið og trupult at læra.”? Nei, føroyskt er ikki nakað trupult og stirvið mál. Tað er hvørki stirvnari [...] spretta – og vit kunnu liva? Fyri okkum øll, sum liva her, er tað í Føroyum, vit hava kastað okkara akker. Og fyri so mong okkara – bæði úti sum heima – er tað beint her, vit hava lagt okkara hjarta. Her á hesum
tey sonevndu krusifiksini, er í stríð við ásetingarnar um trúarfrælsið og skulu tí beinast burtur. Uttanveltaður skúli Teir eyðkendu Jesus-krossarnir hava seinastu 150 árini verið fast innbúgv í almenna [...] Men sambært evropeiska mannarættindadómstólinum er nú liðugt við gomlu siðvenjuni. Sambært dóminum er krossurin eitt katólskt symbol, sum ikki hoyrir heima í einum almennum fólkaskúla, tí almenna undirv [...] skúlastovuni er eitt symbol uppá italska søgu, mentan og samleika og er tí ein natúrligur partur av italska skúlaverkinum. Men teir átta dómararnir í Strasbourg vendu sær einmælt ímóti hesi avgerð. Dómurin
hetta fór at kosta mammu, eg spurdi als ikki um prís. So býtt havi eg verið, og einki sigur hon. Men henni dámdi væl, at eg gjørdi hetta. Eg fór so at brodera myndir og pútur. Eg vevaði ein dúk og gjørdi [...] kemur rokningin, og hon er 75 kr um mánaðin umframt tilfar til hondarbeiðið. So eg hugsaði: ”Hvat nú, nú rokningin er komin.” Eg sigi hetta við mammu, og hon sigur: ”Eina ferð setti eg tær 300 krónur av í [...] Heinesen Síðan fór eg so rættuliga til Havnar, har eg kom at tæna í ymiskum húsum. Tað allarfyrsta plássið, eg hevði, var hjá Ellu og Andrew Sloan. Tey lýstu í bløðunum, og eg søkti. Eg var so eina tíð hjá