Evropa kríggjast um krossarnar

Mannarættindadómstólurin í Strasbourg hevur forbjóðað kristnum krossum í italskum skúlastovum. Politiska mótstøðan er stór, men serfrøðingar halda, at dómurin er viðkomandi fyri øll londini, sum hava undirskrivað evropeiska mannarættindasáttmálan – eisini Føroyar.

Er morgunsangurin í føroyska fólkaskúlanum í stríð við ásetingarnar um trúarfrælsið í evropeiska mannarættindasáttmálanum? Tá evropeiski mannarættindadómstólurin í Strasbourg hevur forbjóðað kristnum krossum at hanga í italskum skúlastovum, eru krossarnir í Sankta Frants skúla í Havn so ikki eisini í stríð við sáttmálan? Um onkur kærdi Føroyar fyri brot á trúarfrælsið í føroyska skúlaverkinum, eins og ein treisk kvinna hevur gjørt í Italia, høvdu Føroyar so eisini verið funnar sekar?

Hesir spurningar eru viðkomandi, eftir at evropeiski mannarættindadómstólurin í Strasbourg fyrst í november gav einum italskum borgara viðhald í, at Jesus-krossar í italskum skúlastovum, tey sonevndu krusifiksini, er í stríð við ásetingarnar um trúarfrælsið og skulu tí beinast burtur.


Uttanveltaður skúli

Teir eyðkendu Jesus-krossarnir hava seinastu 150 árini verið fast innbúgv í almenna fólkaskúlanum í tí katólska Italia, eisini eftir at statur og kirkja vórðu skild sundur í 1985. Men sambært evropeiska mannarættindadómstólinum er nú liðugt við gomlu siðvenjuni. Sambært dóminum er krossurin eitt katólskt symbol, sum ikki hoyrir heima í einum almennum fólkaskúla, tí almenna undirvísingarverkið skal stremba eftir neutralari og objektivari frálæru og skal ikki missionera og promovera ein ávísan átrúnað.

Hetta fyri at tryggja rættin hjá øllum næmingum til sjálvar at velja sín átrúnað ella til als ikki at trúgva (grein 9 í evropeiska mannarættindasáttmálanum). Og hetta fyri at tryggja rættin hjá foreldrum til at uppala teirra børn í tráð við egnar átrúnaðarligar og filosofiskar sannføringar (grein 2 í fyrstu protokoll). Soleiðis verða javnrættindi tryggja millum meiriluta og minniluta. Og soleiðis verður ein samfelagslig pluralisma tryggjað, vil dómurin vera við.


Álop á kristindómin

- Dómurin er eitt deyðiligt álop á evropeiska søgu og evropeisk rættindi, segði italski uttanríkisráðharrin Franco Frattini, sum hevur lovað at appellera dómin til ta sonevnda stórkamarið í Strasbourg. Og katólska kirkjan í Vatikaninum hevur tulkað dómin í Strasbourg sum enn eina atsókn á tann kristna siðaarvin og mælir myndugleikunum til heilt einfalt at ignorera dómin.

- Skammiliga avgerðin er enn eitt dømi um intoleranta og anti-kristiliga sekularismu, sigur ein talsmaður hjá Vatikanum.

Upprunin til rættarmálið er ein treisk móðir av finskum uppruna, Soile Lautsi, sum ikki vildi finna seg í, at hennara børn ikki kundu ganga í einum almennum fólkaskúla uttan at blíva ávirkað av átrúnaðarligum innihaldi, m.a. katólskum symbolum í hvørji einastu skúlastovu. Áðrenn umstríddu avgerðina í Strasbourg hevði Soile Lautsi ikki fingið viðhald frá nationalu italsku dómstólunum, sum hildu, at krossurin í skúlastovuni er eitt symbol uppá italska søgu, mentan og samleika og er tí ein natúrligur partur av italska skúlaverkinum.

Men teir átta dómararnir í Strasbourg vendu sær einmælt ímóti hesi avgerð. Dómurin áleggur italsku stjórnini til at rapportera til Evroparáðið og neyvt greiða frá, hvat verður gjørt fyri at gjøgnumføra avgerðina hjá dómstólinum í Strasbourg. Men við hørðu politisku mótstøðuni í Italia bendir absolutt einki á, at italsku myndugleikarnir fara at akta mannarættindadómstólin.


Politikarar undrast

Síðani dómurin varð feldur tann 3. november hava okkara grannalond og restin av Evropa kjakast dúgliga um, hvat ein slíkur dómur inniber fyri øll tey londini, sum hava undirskrivað tann evropeiska mannarættindasáttmálan.

Her heima hevur Halgir Winther Poulsen, advokatur, ført fram í útvarpinum, at dómurin einans er eitt mál millum teir innblandaðu partarnar, tað vil siga millum mannarættindadómstólin og Italia. Tí hevur hann sum so ongan beinleiðis týdning fyri Føroyar. Men sambært fleiri útlendskum serfrøðingum reisir dómurin spurningin, í hvønn mun evropeisku londini eru á bylgjulongd við evropeiska mannarættindadómstólin í spurninginum um trúarfrælsið og mørkum tess.

Morgunsangurin við sálmasangi og bøn hevur í mong ár verið føst siðvenja í almenna føroyska fólkaskúlanum, sum sambært fólkaskúlalógini skal geva næmingunum eina “kristna og siðalagsliga uppaling”. Í Sankta Frants skúla í Havn hanga krossar kring allan skúlan, og tað sama er galdandi í summum fólkaskúlum í Danmark, Noregi og í minni mun í Svøríki.

Danskir politikarar bæði í stjórnini og í andstøðuni undrast á dómin. Frá SF til Dansk Folkeparti verður spurt, í hvønn mun ein meinaleysur krossur ger seg inn á trúarfrælsið hjá næmingum og foreldrum. Hann hongur jú bara har!

Og somu støðu hevur okkara egni uttanríkisráðharri, Jørgen Niclasen, givið til kennar í lesarabrævi.


Dómurin er viðkomandi

Bæði danskir og aðrir útlendskir løgfrøðiligir serfrøðingar eru á einum máli um, at dómurin var væntandi og er eitt natúrligt framhald av eini kendari linju hjá mannarættindadómstólinum í Strasbourg. Ein linja, sum sigur, at átrúnaður ikki hoyrir heima í almenna undirvísingarverkinum, og at statir skulu tryggja eina uttanveltaða almenna skúlaskipan uttan missionerandi tiltøk. Trúarfrælsi er við øðrum orðum eins nógv rætturin til at sleppa undan átrúnaði sum rætturin til at geva sín átrúnað til kennar, tí trúarfrælsi umfatar eisini ikki-religiøsar borgarar.

- Dómstólurin hevur leingi verið eyðkendur av teirri fatan, at trúarfrælsið best verður tryggjað, um undirvísingarverkið og aðrir almennir stovnar virða meginregluna um átrúnaðarligan neutralitet. Hetta merkir ikki bara eitt forboð ímóti átrúnaðarligum symbolum, men eisini ímóti átrúnaðarligum halgisiðum og prædikan, sigur Jens Elo Rytter, professari í religiónsrætti á Københavns Universitet.

- Eg hevði verið sjokkeraður, um dómstólurin ikki hevði tikið hesa støðuna, tí dómstólurin hevur áður bannað muslimskum turrikløðum í skúlum bæði í Sveits og í Turkalandi, sigur Jens Elo Rytter.

Professarin í religiónsrætti er ikki í iva um, at dómurin er viðkomandi fyri Danmark. Tí hóast Danmark hevur eina offisiella statsreligión mótvegis Italia, so er dómurin orðaður í generellum vendingum og tykist tí vera galdandi fyri øll londini, sum hava undirskrivað evropeiska mannarættindasáttmálan.

- Hóast Danmark hevur eina almenna statskirkju og gevur kristindóminum sersømdir í grundlógini, so bendir einki á, at dómstólurin skuldi komið til annað úrslit, um danski staturin stóð á ákærubeinkinum, heldur danski professarin. Tað eru nevniliga mørk fyri, hvussu aktivt staturin kann agera til frama fyri eina ávísa religión, eisini statir við eini statsreligión.

Ein annar professari, sum hevur blandað seg í almenna kjakið um dómin, er Henrik Palmer Olsen. Hann heldur, at Danmark eins væl og øll hini limalondini eiga at taka dómin til eftirtektar og seta spurningin, um tey politiskt eru samd við mannarættindadómstólin í Strasbourg.

- Dómurin strammar kravið um átrúnaðarligan neutralitet í almennum fólkaskúlum og ger greitt, at skúlin skal hava eina fakliga distansu til alt átrúnaðarligt innihald, skrivar Henrik Palmer Olsen í eini kronikk í Kristeligt Dagblad.

Spurningurin er so, um átrúnaðarligu siðirnir í føroyska fólkaskúlanum sampakka við støðuna hjá evropeiska mannarættindadómstólinum. Tað kann ein sak millum Italia og Strasbourg ikki staðfesta. Men politiska mótstøðan ímóti dóminum er kortini ein ábending um eina grundleggjandi ósemju millum evropeisku londini um, hvussu trúarfrælsið í roynd og veru skal tulkast og umsitast.