Johan Samuelsen
---------------------------
Høgni Hoydal roynir við søguni í hond at bjarga sær sess í Norðurlandaráðnum ? sannleikin er tann, at Tjóðveldisflokkurin ongantíð trúði uppá, at tað var møguligt at vinna føroyingum sess har undir núverandi stýrisskipan. Eftir at P.M.Dam, sáli, eftir ótroyttiligt stríð hevði sannført danir um tað skilagóða í føroyskari umboðan í Norðurlandaráðnum, og tað eydnaðist okkum føroyingum at fáa sess í Norðurlandaráðnum í 1969, tá vaknaði tjóðveldisflokkurin við kaldan dreym, og fór at tosa um sjálvsøgd rættindi har, mong ár aftaná, at vit høvdu fingið umboðan. Men tað er ikki tjóðveldisflokkinum at takka fyri okkara umboðan har í dag, Høgni Hoydal! Tað er søgufalsan, so tað forslær!
Vit, sum minnast eitt sindur longur aftur enn til 1998, tá Høgni Hoydal kom inn á føroyska politiska leikpallin, vita um at siga, at tjóðveldisflokkurin ongantíð hevur havt minstu tiltrúgv til, at føroyingar fingu umboðan uttanfyri landoddarnar nakrastaðni við heimastýrislógini í hond ? teir settu seg sum vanligt afturá at siga somu søguna aftur og aftur um, hvussu altavgerandi tað er fyri føroysku tjóðina, at vit tóku fulla ábyrgd av hesum landi, fingu suverenitetin, so stóðu allar dyr opnar ? hátíðarligir og stórorðaðir hava teir altíð verið, men at føra pragmatiskan politikk í verki so eiðasørir! Allur annar politiskur tanki var at rokna sum politiskt møsn,varð sagt, og so bleiv flent uppá háð um tankarnar og ynskini hjá P.M.Dam í 60-árunum um føroyska umboðan í Norðurlandaráðnum. Tað vistu vællærdu tjóðveldisfólkini betur enn nakar annar, at við heimastýrislógini í hond, so bar onki til ? tað sum hevur sermerkt henda flokk hevur verið stirvnaða turkatrúgvin uppá, at bar ikki ALT til, so bar onki til ? tyngri enn tyngsta betong at dansa við, og ein ótrúliga frelst politisk meining, sum ongantíð hevur kunnað brúkst til nakað sum helst, tað er veruleikin ? heldur ikki hesi seinastu 6 árini í Tinganesi, vit komu ikki úr stað í sjálvbjargnisstrembanini, tí alt ella onki politikkurin ráddi, og førdi m.a. til eitt púra óneyðugt pengaoyðsl hjá føroyska skattgjaldaranum, í eini alment fíggjaðari fullveldispropagandu, sum vit nú koma at gjalda afturfyri í ólukkumáta, pluss alla hina elindigheitina við at kvetta blokkin o.s.fr.
Vit kenna øll til mótstøðuna í tjóðveldisflokkinum móti umboðan á Fólkatingi ? har høvdu føroyinar onki at gera, varð sagt, tí føroyskur politikkur skuldi førast heima á Føroya løgtingi, og onga aðrastaðni ? aftur hesin ótrúligi heimabeitispolitikkurin og æviga nalvaskoðanin, við púrt ongum sum kemur í nánd av nøkrum, sum hevur við politiskt útsýni, víðskygni og nýhugsan at gera, og enn minni við nøkrum sum helst áliti á føroysku tjóðina og hennara møguleikar í altjóða samfelagnum. Men so royndi Zakarias Vang seg á einum uttanflokkalista til eitt fólkatingsval, sum eitt slag av einum tjóðveldismanni, jú, tað vísti seg at bera hampiliga væl til, og so broytti flokkurin kós, nú var tað knappliga gott latín, og kanska tevjaði onkur nakrar dansakr krónur, tær lukta hóast alt ikki so illa hjá tjóðveldisfólki, heldur ikki í dag!
Og sama er at siga um stóra upplýsingararbeiðið, sum P.M.Dam eftir tógvið stríð fekk danskar politikkarar sum Jens Otto Krag o.a. at skilja, og seinri at stuðla føroyingum í okkara sjálvsøgdu umboðan í Norðurlandaráðnum, sum minsti, men reinasti, norðurlendski svanin ? tað kravdi politiskt dirvi og víðskygni og ikki minst eina turkatrúgv uppá, at tað bar til at tamba heimastýrislógina, so at vit vunnu okkara sjálvsøgdu rættindi í Norðurlandaráðnum. Men tað var so sanniliga ikki tjóðveldisflokkinum fyri at takka á nakran hátt, at hetta gjørdist veruleiki ? og onki er meira skeivt enn mátin Høgni Hoydal í dag leggur hetta málið fram, har hann situr í andstøðu og má leggja seg á knøini fyri løgmanni Jóanes Eidesgaard og løgtingsformanni Edmund Joensen fyri at sleppa inn í hitan í Norðurlandaráðnum fyri ikki púrasta at vera gloymdur ? hvør veit, kanska sleppur hann uttan sjálvur at gjalda hesaferð upp í part í onkrum filmi, hóast alt -, og tosar um siðvenju, at samgonga og andstøða altíð hava verið umboðað í Norðurlandaráðnum. Og at tjóðveldisflokkurin hevur serligar fortreytir fyri at samvinna í ráðnum, kanska framum aðrar føroyskar flokkar ? nógv fyri at hoyra frá hesum flokki í dag, sum ongantíð trúði uppá møguleikan fyri føroyskum limaskapi vegna sín nationalistiska betongpolitikk, og sat afturá og flenti háðandi, meðan aðrir stríddist fyri føroyskari umboðan. Tvørturímóti, so sótu teir heima undir homrunum og gorraðu um loysing og fullveldi, og søgdu, at onki bar til at fáa nakran limaskap í Norðurlandaráðnum við heimastýrislógini í hond! Hesin uppgevandi alt ella onki tankin er og hevur verið drepandi fyri alla føroyska luttøku í norðurlendskum og altjóða høpi. Tað er veruleikin Høgni Hoydal, og so kanst tú venda og snara hesum máli til egnan fyrimun, sum tú vilt, men sannleikin er nú einaferð sannleikin, og søguna kanst tú ikki broyta ? tað er fyrst og fremst javnaðarflokkinum fyri at takka, at vit fingu umboðan í Norðurlandaráðnum, og als ikki tjóðveldisflokkinum, sum lá bakk, honum so líkt, tá tað snúði ses um at vísa á loysnir og gongdar leiðir !
Og annars visti eg ikki betri enn at Kári P. Højgaard eisini hoyrir til andstøðuna, so hví ikki lata hann sleppa at royna seg í Norðurlandaráðnum? Sjálvandi.