teirra er Uni Arge, og fyri hann kennist tað sum um tað krevst eitt sindur meiri av honum í íslendsku landskappingini, enn tað gjørdi, tá hann plagdi at vera í HB álopinum: ? Í Íslandi kenni eg tað soleiðis [...] so tað er rímuliga lætt at gera vart vit seg sjálvan, og tosið um, hvør møguliga verður seldur hvar, fyllir nógv í fjølmiðlunum. Tað eru sjálvandi teir bestu spælararnir, sum verða seldir, og tí er tað [...] landsliðsspælarum er rættuliga avmarkað í heimligu kappingini, so fylgir fólkið væl við: - Áhugin fyri fótbólti er stórur, og sjálvt um teinarnir eru langir, sum skulu leggjast afturum, so eru tað altíð fleiri
Úrslitini vóru, sum tað kundi roknast við, og tað tyktist sum um, at fleiri av botnliðunum høvdu ásannað, at tað verður ikki á útivølli ímóti favorittunum, at stigini verða skavað saman, sum tað er neyðugt at vinna [...] bestu deildini. Tað er torført at ímynda sær, at klaksvíkingar fleiri ferðir skulu vísa so ússaligt avrik, sum tað teir vístu í Streymnesi, og tað eigur at vera meiri í ÍF og B36 enn tað, sum liðini vístu [...] mikukvøldið er ein toppuppgerð á skránni. Fyri HB kemur tað best við, um oyggjauppgerðin á Svangaskarði fer at enda við javnleiki. Um tað fer at eydnast B68 at vinna fulla úrtøku, so kann tað gerast spennandi
vandi er fyri, at EB/Streymur fer at flyta niður. Tað eru sjey stig og betri málmunur aftur til 07 Vestur, men hóttanin er ikki helt burtur: -Tað hevur ikki gingið soleiðis, sum vit høvdu vónað. Tað er eitt [...] eru tøkir, er langur. Tað kemur illa við hjá liði, sum ikki hevur so ógvuliga nógv at taka av. Arnbjørn Hansen, Rói H. Olsen, Leif Niclasen, Aksel B. Danielsen og Arnar Dam eru ikki tøkir. Tað er ivasamt [...] sunnudag, tá ið HB tryggjaði sær FM. Adrian Justinussen er leikbannaður ídag. Tað eru Dan í Soylu og liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen eisini. Tað er ivasamt, um Magnus Egilsson og Tróndur Jensen eru førir
m. Líka mikið um talan er um flogbólt, hondbólt ella fótbólt. Tað er hinvegin sjáldan, at flogbólturin fær stórt rúm í føroysku fjølmiðlunum, sum tá steypafinalan er. Tað er líka Oyggjaleikirnir og [...] somuleiðis er favorittur hjá monnum. Men sum formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, skrivar í leikskránni, so er tað bara á pappírinum. Mjølnir er sterkast hjá kvinnunum Tað ber ikki til [...] tilgongd av Karin Mikkelsen, Anniku á Stongum og Eyð Magnussen, og tað er ein av orsøkunum, at Marjun als ikki er vís í, at Mjølnir er nakar tryggur vinnari av finaluni. – Tær hava broytt liðið nakað
føroyski fiskiskipaflotin er gamal og uppslitin og avleiðingin av tí eru bæði tað, at umstøðurnar hjá manningini, og raksturin hjá reiðaríunum, eru munandi verri, enn gott er. Fleiri reiðarar hava í hyggju [...] hyggju at byggja skip, men tann stóri trupulleikin er, at tað er ov dýrt at byggja í Føroyum. Somuleiðis vísir hann á, at aðrastaðni hava tey ymsar stuðulsskipanir og skulu skipasmiðjurnar her á landi [...] Hevði landskassin stuðla skipasmíði í Føroyum meiri, kundi tað lættliga verðið ein týðandi inntøkukelda hjá okkum. Tað heldur Johan Eli Poulsen, sum hevur sæti á tingi fyri Fólkaflokkin og nú vil hann
at búð í Føroyum, men tað velst um, hvat tónleikurin fer at geva av sær nú, so tað er eittsindur ringt at meta um. - Eg hugsi, at um vit fáa nógv at gera við tónleikinum, so er tað kanska best at búgva [...] Øll vilja tosa við hana, og tað er alla tíðina onkur, sum ringir ella skal taka eina mynd. Tá vit fáa fatur á henni, situr hon á eini matstovu saman við Billed Bladet. Men tað er í lagi, sigur Jasmin. Hon [...] hann ikki longur. - Nei, tað heldur hann ikki meira - hann er øgiliga góður við føroyingar, sigur Jasmin. Skúlin má bíða Tað er sjálvsagt nærliggjandi at hugsa um, hvat hendir við skúlanum hjá 15 ára gomlu
Løgreglan brúkti tað mesta av degnum í gjár upp á at kanna ferðsluna og hesa fer vóru tey serliga í tí, løgreglan kallar Norðurøkið, tað er Eysturoy og Norðoyggjar. Og tað varð ein dýr søga hjá fleiri [...] kilometrar skjótari enn loyvt er, og tað kostar teimum eitt klipp í koyrikortið, umframt at teir fáa bót. Og tveir bilførarar koyrdu ímillum 51 og 50 kilometrar skjótari enn loyvt er, so teir missa koyrikortið [...] koyrikortið treytað og mugu tískil taka tað umaftur.
telduposti. Tað er ikki bara sum at siga tað hjá einum italienara at siga post.olivant.fo. Hetta er fyrstu ferð, at advokaturin úr Milano er í Føroyum. Navnið er Gianarrigo Rona, og hann er forseti fyri [...] til kappingina. Tað er spennandi, at føroyingar eru vertir fyri hesari kappingini fyri aðru ferð, og eg má siga, at fyriskipanin er framúr góð. Alt er heilt í topp ? bæði tað tekniska og tað fyrisitingarliga [...] men tað er trupult, tí sjónvarpsstøðirnar eru ikki so áhugaðar, sigur Gianarrigo Rona. Djúpt ?At spæla og fylgja við í bridge er ikki sum at spæla fótbólt ella tennis. Tað tekur tíð at læra, men tað er
akkurát um tað. - Men tað er ongin ivi um, at óansni í ferðsluni er ein ræðandi trupulleiki, sum elvir til eitt stórt tal av ferðsluóhappum hvørt einasta ár. Koyra 89 metrar í blindum Hinvegin er júst gáloysni [...] hjálpir tað allar minsta. Tað einasta, ið hjálpir, er at seta bilin við vegjaðaran og fáa sær ein lúr. Brynhild Høgnadóttir sigur, at royndirnar vísa, at bara tú fært ein lúr upp á 15 minuttir, er tað nóg [...] umrøddur, hóast hann er álvarsligur. Tí er Ráðið Fyri Ferðslutrygd nú farið undir eitt umfatandi átak fyri at fáa okkum at ansa betri eftir í ferðsluni. - Hetta er eitt vandamál, sum tað ikki hevur verið hugsað
sekundið. Tað er møguleiki, at KÍ undir klára heystarhiminum um átta tíðina í kvøld verður føroyameistari. Alla vikuna hevur verið kynt undir fótbóltshýrin. Tað var tað í gjárkvøldið, og fyrrapartin er aftur [...] noyddist skaddur av vøllinum ímóti Skotlandi, men tað sær út til, at hann ikki er verri darvaður av knæskaðanum, enn at hann er í hópinum. Higartil í ár er tað ikki eydnast hjá Dan Brimsvík og hansara monnum [...] býrurin er myndaliga talað málaður bláur. Hjá Mikkjali Thomassen venjara er uppgávan av velja teir ellivu, sum skulu á vøllin frá fyrsta bríksli. Liðformaðurin Jákup B. Andreasen er tøkur aftur, og tað er kapping