Skarprættarin er ikki tøkur

Hjá EB/Streymi, sum ikki hevur vunnið í hálvan fjórða mánað, er listin á spælarum, sum ikki eru tøkir, sjáldsama langur

Heðin Askham er farin at rigga av í EB/Streymi. Seinnapartin verður hann fyri triðju síðstu ferð við stýrisvølin hjá heimaliðnum í Hólmanum á Eiði. Talan er ikki um dramatikk, og venjarin vil fegin hava, at endin verður betri, enn tað leingi hevur verið.

 

EB/Streymur hevur ikki vunnið síðani 17. juni, tá ið tað í Hólmanum endaði við 2-1 sigri ímóti 07 Vestur. Síðani tá eru trý stig vunnin – í trimum javnleikum.

Lítil og eingin vandi er fyri, at EB/Streymur fer at flyta niður. Tað eru sjey stig og betri málmunur aftur til 07 Vestur, men hóttanin er ikki helt burtur:

-Tað hevur ikki gingið soleiðis, sum vit høvdu vónað. Tað er eitt vónbrot, men vit arbeiða víðari, og tað hevur stóran týdning fyri framtíðina, at endin verður góður og hugaligur, sigur Heðin Askham, sum hevur boðað EB/Streyma leiðsluni frá, at hann fer ikki at halda fram í felagnum.

 

Listin við spælarum, sum ikki eru tøkir, er langur. Tað kemur illa við hjá liði, sum ikki hevur so ógvuliga nógv at taka av. Arnbjørn Hansen, Rói H. Olsen, Leif Niclasen, Aksel B. Danielsen og Arnar Dam eru ikki tøkir.

Tað er ivasamt, um Marni Djurhuus og Pætur J. Petersen eru førir fyri at spæla. Teir eru skaðadarvaðir.

Ragnar B. Danielsen er tøkur aftur eftir leikbann.

 

Adrian Justinussen er besti málskjútti av øllum higartil í ár. Síðstu ferðirnar hevur hann lagt upp til fleiri avgerandi mál hjá HB. Eitt nú í Klaksvík síðsta sunnudag, tá ið HB tryggjaði sær FM.

Adrian Justinussen er leikbannaður ídag. Tað eru Dan í Soylu og liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen eisini.

Tað er ivasamt, um Magnus Egilsson og Tróndur Jensen eru førir fyri at spæla ídag. Teir eru skaðadarvaðir.

Hóast FM heitið er komið til høldar, so eru HB spælararnir uppsettir.

-Vit hava møguleika at taka metið í úrtøku, og tað fara vit at stríðast fyri at gera, sigur Heimir Guðjónsson venjari.

Metið er 67 stig. B36 setti metið í 2011. HB hevur 61 stig, og HB hevur fýra dystir at taka metið, sum grannarnir í Gundadali framvegis eiga.