Uni er noyddur at berjast í Íslandi

Fótbóltur: Føroyski álopsmaðurin, sum í kvøld spælir landsdyst nummar 25, í Leiftri heldur tað vera heilt nátúrligt, at flestu íslendsku landsliðsspælararnir koma úr útlendskum landskappingum

Tríggir av teimum átjan føroysku spælarunum eru dagliga í íslendsku fótbóltskappingini. Ein teirra er Uni Arge, og fyri hann kennist tað sum um tað krevst eitt sindur meiri av honum í íslendsku landskappingini, enn tað gjørdi, tá hann plagdi at vera í HB álopinum:

? Í Íslandi kenni eg tað soleiðis, at hvør dystur og hvørt álop er eitt stríð, har tú ert noyddur so at siga at kríggjast um bóltin og leggja nógv fyri. Hetta saman við nógvu venjingini og ikki minst nógvu hvíldini ger, at fyritreytirnar eru til staðar fyri persónligari menning sum fótbóltsspælari.


Stórur áhugi

Uni Arge veit ikki so nógv at siga um Íslendsku landsliðsspælararnar, tí tað eru so sera fáir, sum hann sær til dagliga. Flestu landsliðsspælararnir eu í útlenskum feløgum, men føroyski landsliðsmaðurin heldur ikki, at fatanin í Íslandi er, at landsliðsvenjarin ikki hevur áhuga í spæarunum heima á landi, og hóast talið av landsliðsspælarum er rættuliga avmarkað í heimligu kappingini, so fylgir fólkið væl við:

- Áhugin fyri fótbólti er stórur, og sjálvt um teinarnir eru langir, sum skulu leggjast afturum, so eru tað altíð fleiri, sum ferðast við feløgunum til útidystir. Tá vit spæla í Ólafsfirði móti feløgum úr Reykjavík og tá vit spæla í høvuðsstaðnum, fylgja áskoðarar við, sjálvt um tað tekur einar fimm-seks tímar at koyra í bili. Íslendingar skilja væl, at flestu landsliðsspælararnir koma úr útlendkum feløgum. Tað er stórur áhugi í útlenskum feløgum fyri íslendskum spælarum, sum sammett við nógvar aðrar hava verið bíligir at keypa. Sjónvarpið vísir brot úr nógvum dystum, og ofta verður sent beinleiðis, so tað er rímuliga lætt at gera vart vit seg sjálvan, og tosið um, hvør møguliga verður seldur hvar, fyllir nógv í fjølmiðlunum. Tað eru sjálvandi teir bestu spælararnir, sum verða seldir, og tí er tað eisini ein sjálvfylgja, at tað eru teir, sum manna landsliðið, heldur Uni Arge, sum ikki enn hevur tosað við Leiftur um møguleikar fyri at halda fram í íslendskum fótbólti komandi ár.


Silvurbrúdleyp

Í kvøld spælir Uni Arge fyri 25. ferð á landsliðnum. Uni Arge er 17. føroyski fótbóltsspælarin, sum heldur silvurbrúdleyp saman við landsliðnum.

Tað er merkisvert, at síðani hann 5. august í 1992 spældi allar 90 minuttirnar í sínum fyrsta landsdysti, sum var móti Ísrael á Svangaskarði, hevur álopsmaðurin bara tvær aðrar ferðir spælt alla tíðina.

Uni Arge er við fimm málum næstbesti málskjúttin á landsliðnum, og í kvøld skal hann kappast við Jákup á Borg um eitt pláss undir liðini á Toda Jónsson.