at ein eigur at gera eina roynd at fáa nøkur av teimun elstu og ótíðarhóskandi skipunum út úr flotanum. Tað tykist sum, at í løtuni sita øll og bíða eftur hvørjum øðrum. Tá ið farið varð frá kvotaskipan [...] at manna tey skipini, sum hava lægstu hýruna, og tí er kravið um at fáa útlendingar umborð mest harfrá. Samstundis hevði kravið um minstuløn minka munandi, og hevði hetta sostatt trekt tenninar úr teimum [...] áðrenn endaligt er ásett eitt endurgjald til tann, sum er komin til skaða og ikki kann verða í vinnu. Frá at fara úr fullari vinnu og undir sjúkradagpening - við fullum skattatrýsti - ger, at tann skaddi kemur
lógaruppskot skal fyrireikast og smíðast og alt tað tekur tíð. Niðurstøðan er sostatt, at tað hendir onki í hesum sambandi, fyrrenn nýtt landsstýrið er skipað eftir løgtingsvalið 20. januar. ?Men annars mugu [...] áðið, alivinnuna og fíggingarstovnarnar settur at arbeiða við ymsum trupulleikum hjá alivinnuni, eitt nú spurninginum um at pantseta aliloyvi. Nevndin varð liðug fyrst í desember - og ikki fyrst í september [...] hava 180-200 milliónir í eginpeningi næsta ár, annars verður ongin fígging til at seta smolt út fyri og so doyr øll alivinnan, sum hon er, út. Hann vísti eisini á, at árið í ár hevur prógvað, at so stórar
Byggilist er vísund, ið snýr seg um planlegging og listarliga skapan av bygningsverkum, verkløgum og brúkslutum. Sostatt snýr byggilist seg ikki bert um bygningar, og tað sum hartil hoyrir, men um nærum alt, [...] Landsverk er nú farið undir at fyrireika og formfesta ein byggilistapolitikk, ið skal nýtast sum stevnumið og leiðbeining fyri alt, sum framyvir verður bygt í Føroyum. Tað sigur Landsverk á heimasíðu síni [...] verður gjørdur við virðing fyri bæði tí arvi og siðaarvi, ið vit sum land eiga. Byggilist hevur nærum til allar tíðir verið eitt evni, sum hevur havt stóran áhuga og elvt til nógv kjak millum fólk. Hetta tí
var listin, og listin var hjá fólkinum, og listin var fólkið«. Soleiðis kundu vit av røttum umskriva byrjanina á opinbáringini hjá Jóhannes evangelisti. Lond sum Ísland, Noreg, Finnland og Frakland liva [...] leiðir, og sum oftast úttrykkja seg á slíkan hátt, at tey ikki raka breiðu fjøldina. Men, at nøkur kenna seg aftur í onkrum og ikki í øllum. Onnur kenna seg aftur í øðrum, men ikki øllum o.s.fr. Og soleiðis [...] Mentanargrunn landsins við 20 prosentum. So tann føroyska útgavan av opinbáringin hjá Jóhannesi evangelisti má tí verða; »Aftast kom listin, og listin var ikki hjá fólkinum, og listin var ikki fólkið«. Vil
hospitalið, og at illa stóð til. Lítla hjartað var álvarsliga sjúkt, og útlitini vóru ikki góð. Í góðar tríggjar vikur stríddist tú alt tað, tú orkaði; men burðurin gjørdist ov tungur, og tíðliga á morgni [...] høvdu hana hjá tykkum, og tykkara umsorgan og endaleysi kærleiki hava ríkað hennara lív ómetaliga – eisini seinastu tríggjar vikurnar.?? Elskaða Kata. At fáa eina systur, sum bara er 20 mánaðir yngri, man [...] Tú hevur fingið Birnu at kent seg enn meira elskaða.?? Og góðu tit øll - ommur, abbar, mostrar, fastir, pápa- og mammubeiggjar, systkinabørn og øll onnur - sum høvdu glett tykkum at fingið Birnu heim
Carl Eli Samuelsen og Luitjen Akselsson Apol mannaðu fremru borðini, á aftaru borðunum telvaðu Rógvi Mortensen og Suni Merkistein. Men alt til fánýtis. Vágamenn vóru náðileysir og vunnu á øllum borðum [...] Andreasen, Martin Brekká og Alfred Olsen. Klaksvíksunglingarnir vóru Janus Skaale, Heðin Gregersen, Einar Gregersen og Flóvin M. Tummasarson. Sandavágsmenn vunnu á kollfirðingum, og botndystin vunnu havnarmenn [...] Rógvi Egilstoft Nielsen, Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen er fasta manningin hjá Sandavágs Talvfelag, og hóast tríggir spæla fótbólt í fremstu deildunum, so hava teir eisini
gleðast og halda dagin saman við okkum, verða biðin at siga frá á tlf. 456729 og tlf. 222994 ella fuf@olivant.fo í seinasta lagi 19. sept. Gullbrúdleyp Leygardagin 19. sept. kunnu hjúnini Jacobina og Arnfinnur [...] eftir 20. sep.) ella tlf. 220854 (Joan) áðrenn 5. okt. Brúdleyp Leygardagin 17. okt. giftast Henny Joensen, Toftir og Jóhannus Mikkelsen, Skáli. Vígslan verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum kl. 14, og veitslan [...] Prógv Turid Arge, Tórshavn, hevur lokið prógv sum Master í Kvalitet og Leiðslu innan Almanna- og Heilsuøkið, á Syddansk Universiteti í Odense. Enska heitið er Master of Public Quality Management. Turid
førleikan at taka og hava eina støðu. Tí kunnu vit ikki krevja av føroyskum politikarum, at tey svara ja ella nei ella hvørki og ella bæði og. Tey kunnu bara gera sum fótbóltsspælarar og svara, at bólturin [...] ein burgara og eina cider enn eitt súrt epli. Men Adam var fyrsti tuflaði maðurin, so hann tordi ikki annað enn at gera, sum konan gav honum frúuboð um. Bít og halt kjaft, tenninar grísla. Og tey vórðu ikki [...] felt og so framvegis 17 ferðir, ein rúgvu, sum einki er, tá hon verður greinað. Spurningurin var, vilt tú hava...? Atkvøði blankt. Ja og nei eru avgjørdastu svør, sum eru til. Tey krevja dirvi og førleikan
finalurnar hjá teimum vaksnu, so skulu U14 og U17 hjá gentum dystast og U14, U16 og U18 hjá dreingjum. Fyrsta finalan verður fríggjakvøldið klokkan 17.30 millum KÍ og HB hjá U17 gentum. Talan er um oddaliðini [...] gentum, sum skal avgreiðast. Hon er eins og hjá teimum vaksnu millum B36 og KÍ, sum liggja ávíkavist nummar trý og eitt í landskappingini. Hóast KÍ hevur 19 stig og B36 12, so endaði dysturin teirra milllum [...] fjepparakappingum, konsert við Divaz og mongum øðrum tiltøkum. Sami leistur hevur seinastu mongu árini verið nýttur í hondbólti og flogbólti - við góðari undirtøku - og tí hevur FSF avgjørt at gera eina roynd
í parti við væl uppløgdu fuglfirðingunum. ÍF hevur tíggju stig, og um alt hevði havt spælt við, og úrtøkan hevði verið eftir avrikum og vild, so kundi stigatalið kanska havt verið á hædd við tað, sum tað [...] miðal hvørja ferð. Skála og B71 í botni Í Klaksvík og á Toftum draga tey hesa vikuna andan eitt sindur lættari, enn tey frammanundan hava gjørt. Munurin niður til strikuna hjá KÍ og B68 er – sum hjá Víkingi [...] fremstu at vinna fulla úrtøku, og í báðum førum var tað eftir miklan turbolens. Oddaliðið EB/Streymur megnaði eftir hvíldina at venda 0-2 til 3-2. Tað boðar frá sjálvsáliti og sinniligum yvirskoti. Avrikið