Stóra steypavikuskiftið fevnur um tveir dagar og heilar sjey steypafinalur. Byrjað verður longu fríggjadagin og so heldur steypavikuskiftið fram til leygarkvøldið, tá finalan um Løgmanssteypið verður avgreidd.
Talan verður í størri mun um eitt steypatiltak heldur enn einstakar finalur. Fótbóltssambandið hevur lagt nógv fyri, so eisini tey yngru fáa ein møguleika at kenna seg sum yrkisleikarar í ein dag.
Fríggjadagurin
Umframt finalurnar hjá teimum vaksnu, so skulu U14 og U17 hjá gentum dystast og U14, U16 og U18 hjá dreingjum.
Fyrsta finalan verður fríggjakvøldið klokkan 17.30 millum KÍ og HB hjá U17 gentum. Talan er um oddaliðini í deildini. KÍ hevur munin við 33 stigum á fyrsta plássi, meðan HB hevur 31 stig á næst fremsta plássinum. HB hevur eisini spælt ein dyst fleiri. Liðini møttust í 9.umfari og tá vann KÍ 2-1 í Klaksvík.
Seinni fríggjakvøldið verður so finalan hjá U18 monnum. Hon er í millum EB/Streym og B36. Støðan í landskappingini er sera jøvn. EB/Streymur liggur fremst eftir 11 umfør, men hevur bara eitt stig fleiri enn HB og B36, sum liggja beint aftanfyri.
EB/Streymur hevur vunnið báðar innanhýsis dystirnar í landskappingini. 2-1 á heimavølli og 3-2 á útivølli. Tann finalan verður klokkan 19.45 fríggjakvøldið.
Leygardagurin
Longu klokkan 10.00 verður fyrsta finalan leygardagin. Tá er tað steypafinalan hjá U14 gentum, sum skal avgreiðast. Hon er eins og hjá teimum vaksnu millum B36 og KÍ, sum liggja ávíkavist nummar trý og eitt í landskappingini. Hóast KÍ hevur 19 stig og B36 12, so endaði dysturin teirra milllum við javnleiki 0-0.
Klokkan 11.30 verður so farið undir finaluna hjá U14 dreingjum, sum eisini er ein endurtøka av finaluni hjá teimum vaksnu, millum EB/Streym og Víking. EB/Streymur hevur bara fingið átta stig fyri níggju dystir í landskappingini, men í steypakappingini hevur eydnast betri. Víkingur liggur hinvegin á øðrum plássi.
Tann seinasta ungdómssteypafinalan byrjar klokkan 13.30. Hon millum U16 dreingir hjá FC Suðuroy og NSÍ. Tey bæði liggja lið um lið á ovastu rók í landskappingini. Bæði hava 19 stig, men innanhýsis er NSÍ betri, tí teir vunnu 1-0 í innanhýsis uppgerðini, sum var seinasti dysturin fyri summarsteðgin.
Steypadagur – meir enn bara ein fótbóltsdystur
Tað verður eisini skipað fyri spælilandi við hoppiborgum, kappingum fyri børn, har ein vinningur er at gerast maskottur hjá føroyska A-landsliðnumum, fjepparakappingum, konsert við Divaz og mongum øðrum tiltøkum.
Sami leistur hevur seinastu mongu árini verið nýttur í hondbólti og flogbólti - við góðari undirtøku - og tí hevur FSF avgjørt at gera eina roynd, har allar steypafinalurnar, hjá bæði gentum og dreingjum, kvinnum og monnum, verða spældar sama vikuskifti.
Í samband við ársins finalurnar, verður nýggja graslíkið á Tórsvølli tikið alment í nýtslu.
trondur@sosialurin.fo
Skráin:
Fríggjadagin (24. august)
Kl. 17:30: KÍ – HB - Mótasteypið, Gentur U17
Kl. 20:00: EB/Streymur - B36 - Thomas Dam Intersport Steypið, Dreingir U18
Leygardagin (25. august)
Kl. 10:00: B36 – KÍ - Eilif Arge Steypið, Gentur U14
Kl. 11:30: Víkingur - EB/Streymur - Cadbury Steypið, Dreingir U14
Kl. 13:30: FC Suðuroy – NSÍ - Blaðbera Steypið, Dreingir U16
Kl. 16:15: KÍ - B36 - Steypafinalan hjá kvinnum
Kl. 19:45: EB/Streymur – Víkingur - Løgmanssteypið