Eingin spurningur er so einfaldur, eingin spurningur er so býttur, eingin spurningur er so greiður, so itøkiligur, at ein politikari fær svarað honum ja ella nei. Bara ja ella bara nei.
Ber til at fáa ein politikara at svara einum spurningi ja ella nei?
Svara ja ella nei.
Nú er hatta ein spurningur, sum ikki kann svarast ja ella nei, tí tað er ikki so einfalt. Vit noyðast at fara eftur um spurningin fyrst.
Tá Eva bað Adam bíta í súreplið ( 8 fyri 20 kr. í lágpríshandlinum Eden), svaraði Adam ikki bara ja alt fyri eitt. Hann fór heilt aftur til Adam og Evu fyri at finna eina grundgeving fyri svarinum, sum jú at enda gjørdist ja. Har var heldur ikki so langt hjá honum at fara aftur.
Hann svaraði ja, hóast hann heldur vildi hava ein burgara og eina cider enn eitt súrt epli.
Men Adam var fyrsti tuflaði maðurin, so hann tordi ikki annað enn at gera, sum konan gav honum frúuboð um.
Bít og halt kjaft, tenninar grísla.
Og tey vórðu ikki afturvald, men blakað út í æviga myrkrið uttan eftirløn og heiður.
Allir politikarar eru giftir. Føroyski veljarin er svartasta íhaldsbukka, so hon velur ikki fólk, sum liva í synd.
Eg ímyndi mær brúdleypið hjá politikara. Vilt tú hava...?
Nú er tað soleiðis, at hasin spurningurin kann ikki svarast antin ja ella nei ella uttan eina frágreiðing, sum er minst 1000 orð. Tá eg var í andstøðu, hevði eg uppskot, sum bleiv felt og so framvegis 17 ferðir, ein rúgvu, sum einki er, tá hon verður greinað.
Spurningurin var, vilt tú hava...?
Atkvøði blankt.
Ja og nei eru avgjørdastu svør, sum eru til. Tey krevja dirvi og førleikan at taka og hava eina støðu.
Tí kunnu vit ikki krevja av føroyskum politikarum, at tey svara ja ella nei ella hvørki og ella bæði og.
Tey kunnu bara gera sum fótbóltsspælarar og svara, at bólturin er trillrundur.
Ella sum Linie 3, tá teir hermdu eftir Erhardt Jacobsen: “Lad mig gentage, hvad jeg aldrig har sagt.”
Men ikki bara politikarar duga illa at svara stutt. Í veljarakanningum og øðrum spurnarkanningum er altíð stórur partur, sum svarar veit ikki. Álvaratos, tað er ov ússaligt. Í einum hálovaðum fólkaræði eiga øll at taka støðu til alt og vera antin fyri ella ímóti. Ja ella nei.
Har sum einaræði er hava øll eina støðu. Men har verða fólk ikki spurd. So tey hava ikki brúk fyri at svara hart ja ella nei.
Tak fólkaatkvøðuna herfyri her hjá okkum. Bara ein triðingur av fólkinum helt seg til yvirhøvur at svara. Og av tí triðinginum var so aftur ein triðingur, sum ikki megnaði at svara antin ja ella nei, men svaraði bæði ja og nei ella krutlaði onkra óbegávaða andstøðupropaganda á lepan.
Hvat læra vit av tí? Einki, vit plaga ikki at læra nakað av nøkrum.
Í øðrum londum høvdu tey lært, at tað nyttar einki at spyrja fólkið.
Tað er tó ikki altíð líka lætt at svara antin ja ella nei. Heldur ikki, tá tú hevur eina støðu og veit, um tú ætlar at svara ja ella nei.
Nakrar heimasíður eru so snildar, tað er hjá tí, sum eigur heimasíðuna, at svarar tú nei, so verður svarið skrásett sum ja. Og tú hevur keypt okkurt, sum tú ikki ætlaði at keypa. Tí spurningurin er soleiðis orðaður, at tú svarar ja, hóast tú meinar nei.
Best hevði verið bara at strika orðini ja og nei og jú og brúka kanska í staðin fyri øll trý.
Taka tygum undir við, at Sandoyggin fer upp í Skúvoyar kommunu? 1.Kanska. 2.Kanska ikki.