Til allar fiskimenn

Tað mest grundleggjandi hjá einum fakfelag er at fáa sínum limun so góða løn og so góðar, tryggar og tíðarhóskandi arbeiðsumstøður sum gjørligt. Eisini er týdningarmikið við so góðari og skipaðari frítíð sum gjørligt.

Tá talan er um løn hjá fiskimonnum, er hýran tann avgerandi parturin. Onkur hevur funnist at, at eg havi nevnt, at ein eigur at gera eina roynd at fáa nøkur av teimun elstu og ótíðarhóskandi skipunum út úr flotanum. Tað tykist sum, at í løtuni sita øll og bíða eftur hvørjum øðrum.
Tá ið farið varð frá kvotaskipan til fiskidagaskipan, varð hetta gjørt á tann hátt, at øll, sum luttóku í vinnuni, vóru samlað norðuri á Viðareiði nakrar dagar, til semja fanst um at fara yvir til núverðani fiskidagaskipan. Mær tykir, at líknandi stig eigur aftur at takast nú fyri í semju at fáa nøkur skip út úr flotanum. Tað liggja nøkur skip, umframt at nøkur loyvir eru óvirkin í so at siga øllum skipabólkum.
Eg havi trupult við at trúgva, at peningastovnarnir ikki vilja taka sín part av eini slíkari semju.
Tað er altíð truplast at manna tey skipini, sum hava lægstu hýruna, og tí er kravið um at fáa útlendingar umborð mest harfrá. Samstundis hevði kravið um minstuløn minka munandi, og hevði hetta sostatt trekt tenninar úr teimum, sum hava so ilt av inntøkutrygdini.

Vanlukkutryggingarskipan
Sum er, so er ásett við lóg, at skip skulu hava manningina tryggjaða. Sum skipanin er nú, so kann tað taka upp til eitt heilt ár, áðrenn endaligt er ásett eitt endurgjald til tann, sum er komin til skaða og ikki kann verða í vinnu. Frá at fara úr fullari vinnu og undir sjúkradagpening - við fullum skattatrýsti - ger, at tann skaddi kemur í stórar fíggjarligar trupulleikar, áðrenn hann langt um leingi fær naka endurgjald. Tað verður neyðugt at gera eina skipan, sum ger at intøkumissurin ikki verður so ógvusligur sum nú, meðan bíðað verður eftur endaligu tryggingarupphæddini.

Forskotsgrunnurin
Reglugerðin fyri forskotsgrunnin sigur, at grunnurin kann útgjalda eina upphædd til mynstraðar fiskimenn við langfaraskipum. Hendan upphæddin er í dag kr. 20.000 um mánaðin.
Síðstu árini er talið av langfaraskipum minkað munandi, og er kravið til forskotsgrunnin minkað tilsvarandi. Tá grunnurin eigur tíggutalsmilliónir, er tað upp á tíðina, at eisini manningar á skipum á føroyagrunninum, sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa hýruna til tíðina, koma undir forskotsútgjald.
Av tí at forskotsgrunnurin hevur sjópant í skipinum, hevur hann av tí orsøk ongantíð mist pening.

Fastlønarskipan
Eg eri av tí áskoðan, at Fiskimannafelagið eigur at hyggja eftir teimum fastlønarskipanum, sum eru galdandi á fiskiskipum í hinum Norðurlondunum. Tað eru jú nógvir føroyingar við skipum í øðrum londum, og er tað vert at kanna um nøkur ting eru, sum eisini kunnu nýtast her heima.

Trygdarskeið
Prísurin fyri at sleppa á trygdarskeið eigur ikki at gerast so høgur, at ungfólk ikki hava møguleika at sleppa framat.
Tað er harmiligt, at fiskimenn, sum hava verið burturi alt sítt lív, noyðast at gevast áðrenn ætlað, tí teir hava trupult við at klára øll krøv, sum sett verða. Havi varhugan av, at man aðrastaðni hevur funnið lagaligari skipan fyri hesar.

Pensiónsskipan
Heilt skjótt skulu fiskimenn taka støðu til ein størri reform á pensiónsøkinum. Áðrenn endalig støða verður tikin til hetta stóra mál, eigur hvør fiskimaður at sleppa at taka støðu til pensiónsmálið við eini atkvøðugreiðslu millum limirnar.
Vónandi fara allir fiskimenn at taka lut í formansvalinum við at senda inn aftur atkvøðuseðilin, sum sendur er tykkum hesar dagar. Við ynskjum um gleðilig jól