Alivinna
?Eg eri fullgreiður yvir trupulleikarnar hjá alivinnuni.
At støðan í alivinnuni er hættislig, kemur ikki óvart á Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum.
Í Sosialinum í gjár segði stjórin í Føroya Sparikassa, at alivinnan skal hava 180-200 milliónir í eginpeningi næsta ár, annars verður ongin fígging til at seta smolt út fyri og so doyr øll alivinnan, sum hon er, út.
Hann vísti eisini á, at árið í ár hevur prógvað, at so stórar upphæddir fáast ikki í Føroyum. Hinvegin hava útlendingar ikki loyvi til at eiga meiri enn ein triðing av einum alibrúki.
Hann mælti tí til, at útlendingar fáa fríari ræsur at seta pening í føroysku alivinnuna.
Hann helt eisini, at skipanin, sum alivinnan arbeiddi undir, varð sera óheppin, har aliloyvi verða latin politisk.
Besta dømi um tað er, at tað, at tað setti aliloyvið hjá nýstovnaða felagnum, Faroe Farming, í vanda, at løgtingsval varð útskrivað. Hetta var felagið, sum skuldi endurreisa alivinnuna í Suðuroy.
Tikið í fullum álvara
Bjarni Djurholm sigur, at hann hevur roynt at taka politisk stig fyri at loysa trupulleikarnar hjá alivinnuni.
Men higartil hevur hann verið noyddur at ásanna, at hann hevur ikki fingið politiska undirtøku fyri royndunum at loysa trupulleikarnar hjá alivinnuni.
Eitt nú er hann greiður yvir tann stóra trupulleikan, sum alivinnan hevur at útvega eginpening næsta ar.
?Eg legði nakað síðani uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina, so at tað skuldi bera til hjá útlendingum at eiga 49% av alivinnuni ístaðin fyri 33%, sum nú.
? Men tað uppskotið feldi Løgtingið at kalla einmælt.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til uttan víðari at leggja eitt slíkt uppskot framaftur.
Men hann hevði kortini ætlað sær at givist at roynt einaferð afturat. Men hesuferð ætlaði hann at útvega eitt haldgott, fakligt grundarlag at byggja eina víðari viðgerð á, sum møguliga skuldi enda við einum uppskoti til Løgtingiðá um útendskan kapital í alivinnuni.
Hann vísir í hesum sambandi á, at fyrr í ár varð ein bólkur við umboðum fyri vinnumálaráðið, alivinnuna og fíggingarstovnarnar settur at arbeiða við ymsum trupulleikum hjá alivinnuni, eitt nú spurninginum um at pantseta aliloyvi.
Nevndin varð liðug fyrst í desember - og ikki fyrst í september, sum vit av misgáum skrivaðu hósdagin.
?Undir vanligum umstøðum, hevði vinnumálaráðið nú farið at fyrireikað seg til at gera lógaruppskot.
Men politiska støðan førir við sær, at nú má hetta bíða.
Bjarni Djurholm sigur, at hann hevur langt síðani boðað frá, at tá ið nevndin var liðug við tað arbeiðið, var ætlanin at hon skuldi halda fram.
Og næsti arbeiðssetningurin hjá nevndini skuldi júst vera at lýsa spurningin um útendskan kapital í alivinnuni, so at hann kundi fáa eina haldgott, fakligt útgangsstøðið at arbeiða víðari eftir.
Men nú landsstýrið bara er ein starvsstjørn, ber tað ikki til hjá Bjarna Djurholm at geva nevndini nýggjar arbeiðssetningar og sostatt heldur arbeiðið uppat fyribils.
Ikki frá degi til dags
Men at broyta skipanina, sum alivinnan arbeiðir undir, er ikki nakað, sum gerst frá degi til dags, tí tað krevur politiska viðgerð, umframt tað, at lógaruppskot skal fyrireikast og smíðast og alt tað tekur tíð.
Niðurstøðan er sostatt, at tað hendir onki í hesum sambandi, fyrrenn nýtt landsstýrið er skipað eftir løgtingsvalið 20. januar.
?Men annars mugu vit siga, at alivinnan hevur havt støðugar og tryggar karmar at arbeitt undir, so treytirnar hava verið kendar, leggur hann afturat.
t