sjálvandi eisini í teir meira kendu sangirnar hjá Martini Joensen. Bólkurin hevur verið rættuliga virkin seinastu trý árini, og hevur m.a. luttikið á teimum báðum seinastu G!festivalunum umframt á MJÚS [...] Jákup Zachariassen, guitar/steelguitar og Martin Joensen, sang og guitar. Tilfarið, ið bólkurin hevur á skránni, er alt skrivað av Martini Joensen og lagt til rættis av bólkinum í felag.
Tær seinastu vikurnar hevur løgreglan í Gazageiranum leitað eftir einari kvennleyvu, sum fýra vápnaðir menn rændu úr einum djóragarði. Menninir tveittu eitt teppi oman yvir leyvuna og fóru avstað við henni [...] arabiskt, sigur BBC. Palestinsku myndugleikarnir hava einki sagt alment um burturflytingina, men nú hevur maðurin, sum eigur djóragarðin, almannakunngjørt, at hann er sinnaður at rinda finningarløn fyri tey [...] Kvennleyvan, sum eitur Sabrina, búði í djóragarðinum saman við kallleyvuni Fakhra, og sambært eigaranum hevur hann verið púra frá sær sjálvum av sorg, síðani unnastan varð burturflutt. Djóragarðurin í Gaza er
hava gjørt tilsamans 13 sjónvarpssendingar, og tá teir eru farnir á pall, hevur verið fullsett hvørja ferð. Tónleikurin hevur altíð havt eitt týdningarmikið pláss í framførslunum, og løg sum "Eg havi tað [...] Pipar og salt fara á pallin á Listastevnuni, við nýggjum tilfari. Skemtibólkurin hevur seinastu nógvu árini givið føroyingum speiskar og stuttligar lýsingar av føroyska samfelagnum, og teimum sum búleikast
sita hendur í favn, nú hann fer frá sum telefonmaður, hann hevur fleiri frítíðaráhugamal sum t.d. ættargransking, at dreyga úr træ, og so hevur hann eisini stóran áhuga fyri føroyskum blómum. Foreldrini [...] sjómaður og sigldi sum dekkari og kokkur, til hann í 1972 fekk starv hjá Føroya Tele. Hesi árini hevur hann arbeitt sum kaðalmaður, montørur og við feilfinning. Hann arbeiddi út frá støðini í Kollafirði
hann heldur bótina vera órímiliga, men at hann kortini hevur gjørt av at gjalda hana. Jørgen Tørnæs er kanska ikki tann einasti danski bóndin, sum hevur brúkt ólógliga arbeiðsmegi. Men hansara mál vakti serligan [...] garðinum, sjálvt um teirra arbeiðs- og uppihaldsloyvi vóru farin úr gildi. Teir seinastu mánaðarnar hevur løgreglan í Holstebro kannað málið, og í dag fær Jørgen Tørnæs at vita, at hann skal gjalda 143.000
undirtøku. Tann víðgongdi baskiski loysingarfelagsskapurin hevur stríðst fyri baskiskum sjálvsstýri í meiri enn 35 ár, og hetta stríð hevur kostað meiri enn 800 mannalív. [...] stjórnin eigur at samráðast við baskiska loysingarfelagsskapin ETA. Kanningin, sum blaðið El Perodico hevur gjørt, vísir, at 57 prosent taka undir við hugskotinum um samráðingar ímillum stjórnina og ETA, meðan
uppgerðin leygardagin tann við Løkin, har KÍ vitjar NSÍ. Hagtølini fyri dystin siga í øllum førum, at her hevur staðið at kalla á jøvnum millum NSÍ og KÍ seinastu tíggju árini. Av níggju dystum hava liðini vunnu [...] benda hagtølin í hinum dystunum annars á greiðar heimasigrar. Ikki minst í Gøtu, har GÍ fleiri ferðir hevur vunnið stórt á EB/Streymi, tó at dysturin í fjør endaði við javnleiki. Men tað verða so neyvan hagtølini [...] hagtølini, sum fara at avgera dystirnar. Stuttlig kunnu tey kortini vera, og talvan sýnir so, hvussu tað hevur tørnað út, tá mótstøðuliðini leygardagin hava hitst í bestu deildini seinastu tíggju árini.
Aftan á eitt langt lív sum fremsti maður í suðurafrikanska frælsisstríðnum hevur Nelson Mandela gjørt av at taka seg aftur av altjóða pallinum. Hann segði við BBC fyrradagin, at í framtíðini verður hann [...] nski leiðarin, og í 1999 gjørdi hann av at taka seg úr forsetaembætinum. Tey seinastu fimm árini hevur Mandela verið virkin í ymsum vælgerðararbeiði, eitt nú stríðnum ímóti eyðkvæmi. Men nú ætlar hann [...] segði hann, at hann ætlar sær framvegis at gera vart við skeivleikar í heiminum, eins og hann javnan hevur gjørt tey seinastu árini.
Tann 30 ára gamli jarðfrøðingurin Jesper Milán hevur funnið fótaspor, sum benda á, at dinosaurar vóru á Bornholm fyri 170 milliónum árum síðani, skrivar Politiken. Fyrr hava jarðfrøðingar funnið tenn av [...] fyrstu ferð, at menn hava funnið teirra fótaspor á oynni. Jesper Milán sigur við Politiken, at hann hevur funnið tvey fótaspor. Annað er 70 sentimetrar til longdar, og tað heldur hann stava frá einum sokallaðum [...] sokallaðum sauropadi. Teir størstu sauropadarnir kundu vera 40 metrar langir og eru størsta djór, sum hevur livað á Jørðini. Hitt fótasporið er 25 sentimetrar langt. Jarðfrøðingar siga, at í dinosaurratíðini
heimasíðan, fodboldland.dk, veit at siga, at Frank Skytte, sum í ár leiddi HB til meistaraheitið, hevur gjørt sáttmála við danska Fremad Amager. Frank Skytte, sum nú er 53 ár, skal tó ikki vera høvuðsvenjari [...] maðurin, sum framyvir skal standa fyri menningini av ungu leikarunum í felagnum, soleiðis at hann hevur ábyrgdina av talent-venjingini og næstbesta liðnum hjá felagnum, sum í løtuni spælir í keypmannah [...] sáttmála við felagið, og hartil veit heimasíðan hjá HB at siga, at Andrew av Fløtum fyri stuttum hevur royndarvant við felagnum. Hvørt hetta seinasta er ein liður í tilgongdini av Frank Skytte, er tó ikki