Julian til Noregs

Fótbóltur: Julian kemur ikki heimaftur tá landslið kemur úr Spania. Hann fer beinleiðis til Noregs

FÓTBÓLTUR: Tá føroyska landsliðs ferðalagið tíðliga sunnumorgunin fer at lenda í Vágum, verður Julian Johnsson ikki við í flogfarinum. Hann fer saman við Allani Simonsen og útisetunum til Keypmannahavnar, og haðani er ætlanin at hann skal flúgva til Oslo.

Julian Johnsson var fyri einum mánað síðani í Italia, har hann vandi við nýggja 1. deildarfelagnum Empoli, og tá hann kom heim aftur segði hann fyri Ítróttarsosialinum, at hann skuldi avstað aftur í heystfrítíðini, og at leiðin tá skuldi ganga til Noregs, har hann skuldi venja við Kongsvinger.

­ Eg havi verið í sambandi við teir fleiri ferðir, síðani eg kom aftur úr Italia. Teir koma eftir mær, tá eg komi til Oslo seinnapartin sunnudagin. Felagið býr einar hundrað kilometrar uttanfyri Oslo, og tað er ætlanin, at eg skal venja við teimum tvær ferðir um dagin frá og við mánadegnum og til og við hósdegnum í komandi viku. Eg komi heim aftur fríggjadagin í komandi viku. Tað er sama dag, sum B36 hevur sína ársveitslu, sigur Julian Johnsson, sum hevur fingið at vita frá Kongvinger, at avgerðin, um hann skal hava sáttmála við teir ella ikki, verður tikin, áðrenn hann fer til hús aftur.

Norskur fótbótur hevur havt stóra framgongd seinnu árini, og Kongsvinger hevur nógvar spælarar í fulltíðar tænastu. Liðið er í miðjuni í norsku 1. deildini, sum verður liðugt spæld annan sunnudag.