sambandið til Funningsfjarðar og økið har á leið at virka, er í gongd, sigur hann. Eftir upprunaætlanini skuldi tað verið liðugt longu nú, men ymiskir trupulleikar hava stungið seg upp. Tað ber ikki til bara [...] seta støðir og antennur upp, sum einum lystir. Tað skulu fleiri ymisk loyvi til, og tað kann viðhvørt vera leingi at fáa tey til vega. Kári Thorsteinsson, sýslumaður í Eysturoy, er formaður í friðingarnevndini [...] teir høvdu ætlað og vónað, at hon skuldi klára. Og til Funningsfjarðar røkkur hon als ikki. Økið er soleiðis háttað, sigur hann, at ógvuliga ringt er at senda í umráðnum. Dalurin er so skeivur og krókutur
um okkara og orsøkin til tað kann bæði vera, at nógv verður gjørt fyri at bøta um ferðslutrygdina, og at fólk eru meira varin í ferðsluni nú. Í Føroyum skrásetir løgreglan 500 til 600 ferðsluóhapp um árið [...] staðfestir Landsverk, at í Føroyum skrásetir løgreglan eini 15 óhapp um árið, har seyður er ein orsøk til óhappið. Hinvegin rinda tryggingarfeløgini endurgjald fyri einar 300 seyðir um árið fyri seyð, sum [...] kanningar vísa, at stórur partur av øllum óhappum standast av menniskjansligum mistøkum. Hesi óhapp eru ring at lúka heilt burtur, men avleiðingarnar
av óhappunum kunnu minkast, eru vegirnir gjørdir soleiðis
lagt nógvar eins stórar bøkur til rættis. Til dømis Vestmanna søgu, Klaksvíkar søgu og mangar aðrar. Allar eru prentaðar í útlondum, og tað er bara ein einføld orsøk til tað: føroysku prentsmiðjurnar standa [...] Onkrar av stóru bókunum vórðu til dømis lagdar til rættis á ESTRA í Gøtu og sendar haðan út í heim. Fólk sótu uppi í erva á prentsmiðjuni á Estra og umbrutu og løgdu bøkurnar til rættis. Hví fóru tey ikki [...] ið krevjast at gera slíkar heilbindbøkur. Føroyaprent sendur tilfarið til Danmarkar. Har verður ein partur gjørdur og sendur aftur til Føroya. Eyðvitað kostar tað at fáa danir at gera arbeiðið fyri Føroyaprent
tingsessir móti teimum 14 hjá andstøðuni. Hendan myndin verður broytt við hesi kanning til 17 tingessir til samgonguna og 16 til andstøðuna. Tað merkir, at samgongan, sum á valinum hevði undirtøku frá 57,8 prosentum [...] Løgtingið, hóast hon missir tveir tingsessir til andstøðuna. Kanningin vísir, at Fólkaflokkurin hevur størstu afturgongdina. Flokkurin missir 2,9 prosentstig í mun til løgtingsvalið í fjør og ein tingsess. Men [...] Men kortini gongur flokkurin munandi fram í mun til seinastu veljarakanning í juli, tá flokkurin einans fekk undirtøku frá 15,7 prosentum av veljarunum. Tjóðveldisflokkurin hevur størstu framgongdina í
sigur Jørgen Niclasen. Og til 3. spurning, sigur hann, at í verandi lóggávu eru ongar reglur um, hvussu leingi havtasku- og svartkalvagørn hava loyvi at standa í sjónum. 2-3 dagar Til spurningin um hvussu leingi [...] hjáveiðireglurnar. Til tess at fáa garnaskipini undir eina fiskidagaskipan hevur Fiskimálastýrið biðið Skipanarnevndina viðgera málið, upplýsir fiskimálaráðharrin í svari sínum til Dan Petersen. [...] hjáveiðiprosentið upp á 5 sett eftir, tá partur av hesum fiski ikki er kvoteraður annars? Í svari sínum til hesar spurningar, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, at sambært kunngerð frá oktober1995 er
flokkinum og vera við til at føra flokkin fram til sigurs. Hvat meinti hann við? Hví skuldu teir nýggju limirnir ikki verða verandi í flokkinum? So datt fimmoyrað: Frank Jensen sipaði til, at teir mongu nýggju [...] bóltin víðari til limirnar í øllum valfeløgunum í Danmark. Fyri at káva útyvir sín egna veikleika kalla teir hetta so sera, sera demokratiskt, hóast veruleikin er, at tað var ómegd, sum førdi til henda valhátt [...] valstríðið hevur verið, at tað bar til at tekna seg sum lim í flokkinum. Upplagt, at onkur fór at organisera. Tað hevur helst eisini verið gjørt, hóast tað man vera ringt at prógva tað. Tá avtornaði og teljast
sigur Elsa Birgitta P. Petersen. So fastlæst sum støðan sær út til at vera, eru útlitini til, at næmingarnir í 9. og 10. flokki sleppa til skrivliga roynd, ógvuliga vánalig. [...] inn til fund saman. Føroya Lærarafelag umhugsar í løtuni at herða blokaduna, eitt nú við at sýta lærarum, sum jú røkja søvnini fyri einki, at gera hesa uppgávuna. - Herða vit blokaduna, verður ringt at [...] var tíðliga seinasta heyst, at Føroya Lærarafelag lýsti blokadu mótvegis allari uppgávugerð til próvtøkurnar til fráfaringarroynd fólkaskúlans og víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans. Orsøkin er, at Føroya
Hinvegin ber ikki til at fáa signalini frá innflúgvingartólunum at ganga í vinkul og tí fæst ikki full nytta úr teimum nýmótans innflúgvingartólunum, sum nú eru til taks og gera, at tað ber til hjá flogførum [...] Nólsoynna. - Í Suðurstreymoy er vítt til veggja. Suður og eystur í havið er púra onki fyri. Sostatt er Suðurstreymoy so langt frá fjøllum, sum tað yvirhøvur ber til at sleppa nakrastaðni í Føroyum. Kolldømir [...] teir eisini roynt at flogið inn yvir við tyrluni, sum um at teir ætlaðu at lenda. - Har er líka ringt til turbulens, sum tað er í Vágum á útsynningi og er hann vestan, er tað ikki lukkuligt, sum tað er
málsiga argumentið ikki helt, broytti man tað til tað søguliga og framferðarháttin hjá tingkvinnunum. Hetta byggir á undanførslur. Eingin, sum hevur verið til hoyringar hevur, verið ímóti hesum, uttan ein [...] sum mann skal verja. Nakrar siðvenjur skulu broytast og tilpassast til heimin, vit liva í í dag, segði Ingilín D. Strøm. – Tað er ringt at diskutera við ein múr Ingilín Didriksen Strøm skilir ikki, hví [...] nú sum til fyrstu viðgerð, segði hann. Jógvan á Lakjuni segði, at tað er ikki so einfalt at broyta starvsheitini, og hann legði dent á, at kallkyn í nógvum førum verður brúkt sum felagsheiti - til dømis
hvíldina til riglingin skal takast upp aftur í morgin ári. – Vit hava altjóða reglur um hvílitíðir hjá manningini at halda okkum til, og tískil hava vit ikki heimild til at leggja eina ferðaætlan til rættis [...] hevur ikki verið so ringt, at Smyril ikki kann sigla. Og Heri Norðberg, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni sigur, at tað heldur ikki sjálv siglingin, sum hevur verið fremsta orsøkin til avlýsingarnar. Men [...] Men hann leggur afturat, at sjálvsagt avlýsir tey ikki siglingina til stuttleika. Hann sigur, at í morgun hevði Smyril ein ófantaligan túr norður og gjørdi av at fara vestan fyri Sandoynna. Men í so ringum