Dagurin tann 9. november veðrur ongantíð gloymdur, tá tú so brádliga varð tikin frá okkum.
Tað vardi okkum ikki kvøldið fyri, tá tú sum vanligt var og vitjaði okkum øll, sum tú altíð gjørdi.
Í góðum lag og val til passar sum altíð. Vit elskaðu teg so høgt, og hava altíð verið sera góð sum systkin, altíð haft umsorgan fyri hvørjum øðrum.
Tað er so nógv at minnast aftur á.
Allar teir góðu túrarnar í haganum á hvørjum sumri, tú elskaði náttúruna og tey hugnaligu fuglaljóðini.
Tey var neyvan nakar fuglur sum tú ikki visti navnið á. Tú var so góður við øll dýr, eins tú eisini var góður við øll menniskju. Aldrin eitt ringt orð at siga um nakran.
Tað er ógvuliga tómt hjá tær góða Lisa. Tí sum tú sjálv sigur »At ein so góðan mann, kundi tú aldrin fingið aftur, sum altíð var í góðum lag, og góður at hava við at gera, tí illsinni var ikki skapt í honum«.
Nú hevur tú so trý ommubørn góða Lisa, sum eru ein troyst hjá tær at hava.
Børn hevur tú haft nógv, Ann-Britt var nógv hjá tykkum tað tíðina, eg ikki hevði tað so gott, hon var eisini góð við tykkum og treivst væl har. Har hava øll børn trivist og følt seg vælkomnan.
Góði Villi saknurn og longsulin eftir tær er so stórur, at tað kann ikki sigast í orðum. Ikki minst hjá mammu og Berta, har tú oftast var tvær ferðir um dagin og vitjaði mammu, ongin av okkum dugir við tí enn, at tú er farin frá okkum og ikki kemur inn aftur.
Við tínum lætta lyndi, og tínum smíli, tað fekk ein í gott lag. Altíð visti tú okkurt skemtiligt at siga frá og tað var so hugnaligt at fáa teg inn. Vit mugu læra okkum at liva við tí, at tú er farin góði beiggi okkara.
Gud styrki teg góða Lisa og hjálpi tær at koma ígjøgnum komandi tíðir og teg góða mamma, sum hevur mist so nógv ? fýra børn í bestu árum.
Friður verið við minninum um okkara høgt elskaða og djúpt saknaða beiggja, Villi Arnholdsson Hansen.
Farvæl, farvæl, men ikki ævigt nei!
Ein stuttan dag, eitt lítið tíðarskeið
So hittast vit har skilnaður er ei
og inntil tá farvæl.
????????????
Systrarnar Tóra og Elinborg










