Nú eg seti meg at skriva, havi eg ilt við at skilja, at longu eitt ár er liðið síðani vit fingu tey syrgiligu boðini, at mamma ikki var ímillum okkum meira. Hon varð tikin frá okkum so knappliga, at mann hevði ringt við at skilja tað og enn minni góðtaka tað. Seinasta árið hevur verið sera tungt og merkt av djúpari sorg. Mamma var eitt deiligt menniskja, sum fylti nógv, allastaðni har hon var. Hon var altíð smílandi, glað og uppmerksom. Tað týdningarmesta fyri mammu var, at familjan hevði tað gott. Hon var altíð klár at hjálpa og var sera áhuga í gerandisdegnum hjá okkum øllum. Fleiri ferðir um vikuna plagdu vit at tosa saman í telefonini, um stórt og smátt.
Vit hava altíð havt eitt tætt samband, mamma og eg, og vit skiltu hvønn annan á ein heilt serligan hátt. Av tí sama er saknurin eisini ovurstórur, nú mín heita, fjálga og trygga mamma ikki er her meira. Tað góða og trygga grundarlagið er broytt fullkomiliga og tað er torført at finna fótafestið aftur í vanliga gerandisdegnum. Hvussu kann eg nakrantíð liva eitt vanligt lív aftur? Tað er hetta, sum hevur verið og er tann stóra avbjóðingin fyri okkum øll.
Eg gleðist tó yvir alt tað góða, sum vit høvdu saman og eri sera takksom fyri árini, vit fingu. Mamma var ein ómetaliga góð mamma og hon lærdi meg nógv. Hon lærdi meg hvat hevur týdning her í lívinum og hvørji virðir eru verd at byggja lívið á. Hesi virðir og so tann treytaleysa kærleikan, sum eg altíð fekk frá henni, kann eg so nú geva víðari til mína dóttur.
Eg fari altíð at goyma mammu í hjartanum og minnast hana sum eina sterka, kærleiksfulla og hjartagóða kvinnu. Hon er mín fyrimynd.
Eg trúgvi fult og heilt uppá, at mamma nú er heima hjá Gudi og tí syrgi eg ikki, sum eg onga vón havi - eg sakni, men veit, at vit einaferð skulu hittast aftur.
Og sum ein av yndissangunum hjá mammu sigur so vakurt:
”Jeg ved, at al min sidste tid skal leves
Jeg ved, at tiden tæller hjertets slag
At alt det vi har grædt igennem livet, det svinder på en forårsdag.”
------------
Yngsta dóttir tín
Eivy