Tað eigur at verða minni prísmunur á at keypa á internetinum og at keypa í handlum í Føroyum.
Tað eru tað nakrir tinglimir, sum halda.
Í morgun spurdi Bárður Kass Nielsen, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um ætlanin er at gera nakrar broytingar á hesum øki.
Hann vísir á, at í Føroyum er skipanin tann, at verður keypt fyri minni enn 300 krónur er tað tað bæði mvg frítt og tollfrítt.
Men men tað er hvørki mvg frítt ella tollfrítt at keypa fyri minni enn 300 krónur í einum føroyskum handli. Tí er handilin á internetinum ógvuliga kappingaravlagandi, tí tað er ikki tollfrítt at keypa fyri minni enn 300 krónur í einum føroyskum handli, og av tí sama verður vøran munandi dýrari. Og avleiðingin kann vera, at grundarlagið verður tikið undan føroysku handilslívinum, heldur Bárður Kas Nielsen.
Kristina Háfoss staðfestir, at fólk keypa meiri og meiri á internetinum, men í Føroyum er tað tollfría loftið nógv hægri enn í øðrum londum.
– Handlar í Føroyum hava eisini víst á, at tað er kappingaravlagandi, sigur Kristina Háfoss. Og hon sigur, at tað er eisini ein spurningur, sum verður viðgjørdur í Fíggjarmálaráðnum í hesum døgum. Men í løtuni eru ongar ætlanir um at gera broytingar, leggur hon afturat.
Men hon ásannar samstundis, at tey, sum hava gagn av at keypa á internetinum, streingja á at fáa tollfría loftið hækkað.
Eisini Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, ásannar, at internethandilin er kappingaravlagandi mótvegis føroysku handilsinnuni.
Hann vildi tí hava at vita um ætlanin er at avtaka tollfría loftið, tá ið keypt verður á internetinum,, ella um ætlanin er eiasini at lata føroyskar handlar sleppa undan at rinda avgjøld, tá ið teir selja fyri 300 krónur. Men hann heldur, at tað verður ein ring skipan at seta í verk, at føroyskir handlar skulu sleppa at selja fyri undir 300 krónur mvgfrítt og tolfrítt.
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, vísir á, at verða vørur fyri yvir 300 krónur keyptar á internetinum, koma alskyns gjøld oman á, so tá verður vøran tvær ferðir so dýr, sum hon var at keypa. Tí mælir hann til eina einfalda loysn, har 25 prosent í avgjaldi verður lagt á tað, sum verður bílagt á internetinum, sama, tí so er trupulleikin loystur fyri allar partar.
Meira kann lesast um málið í VikuskiftisSosialinum, sum kemur út hóskvøldið.