Nú traðka tey á bremsurnar

Almennar íløgur, sum ætlanin hevur verið at gera, skulu útsetast

 Samgongan ætlar sær nú at traðka á bremsurnar. Tað gjørdi Aksel V. Johannesen, løgmaður, greitt, í gjár, tá ið ólavsøkurøða hansara var til umrøðu í Løgtinginum í gjár. 

 

Nógv hava ávarað ímóti, at tað er ov nógv ferð á búskapinum, og at samgongan eigur at tátta í. Eisini politikarar, bæði í samgongu, og í andstøðu, ávara ímóti at brúka ov nógvir pengar, men summir tinglimir í andstøðuni, serliga í Norðoyggjum, streingja kortini á at fáa tunlarnr Norður um Fjall gjørdar sum skjótast.

 

Eisini landsstýrið ásannar, at hjólini eru farin at mala í so skjótt, og tískil gjørdi Aksel V. Johannesen greitt, at samgongan fer at endurskoðað íløguætlanina, sum er løgd. Hann sigur, at tað merkir, at summar av teimum útbyggingum, ætlanin hevur verið at gera, fara at verða útsettar.

 

– Vit taka ábyrgd og fara at útseta nakrar av ætlaðu útbyggingunum, sigur løgmaður. Men hann vónar so eisini, at eisini kommunurnar vísa ábyrgd og gera tað sama. Tað er eingin ivi um, at byggivirksemið er ov stórt í løtuni. Tað ger bæði tað at prísirnir hækka og at tað er ringt at fáa hondverkarar, og tað rakar bæði landið, kommunu, vinnulív og privat fólk.

 

Hann sigur, at tískil verða nakrar íløgur útsettar, so at tey, sum arbeiða í byggivinnuni eisini hava okkurt at gera tá ið tíðirnar aftur versna. Næsta ár hevur verið ætlanin at tað almenna skuldi byggja fyri 420 milliónir, men tað talið verður lækkað, sigur løgmaður.

 

Hann sigur kortini ikki, hvørjar íløgur skulu útsetast, ella hvussu nógv, íløgurnar fara at lækka. Tað er ein spurningur, samgongan fer at viðgera í sambandi við fíggjarlógina fyri næsta ár, og hon skal leggjast fyri Løgtingið í heyst.

 

Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður, vísir á, at tað er ikki búskapurin sum heild, sum er ov heitur. Tað er sjálv byggivinnan, sum hevur alt ov nógv at gera. 

 

– Nøkur av teimum, sum rinda prísin fyri tað, eru familjur, sum skulu seta búgv, tí tað verður alt ov dýrt og tað hevur avleiðingar fyri tey restina av lívinum. Tí er tað ein trupulleiki, at tað almenna leggur hald á so stóran part av byggivinnuni.

 

Men í hesum sambandi vístu politikarar á, at tað er at kalla bara Tórshavnar Kommuna, sum hevur nógv byggivirksemið, tí hinar kommunurnar byggja lítið og einki.