afturvísir hann ikki. Um so er – enn betur! Stillar Magni upp er lítil ivi um, at tað verður fyri Tjóðveldi. Tað liggur, so segði Óli Breckmann, í genunum. Greinin, sum snýr seg um stríðið millum Føroyar [...] útflutningi í samfullar 12 mánaðir.” Magni Arge veit væl, at ES samtykti boykottið ímóti Danmarkar vilja, men at Danmark bleiv fevnt av tí kortini. Soleiðis er, tá tú ert við í eini skipan. Tá løgtingið ásetir [...] samráðingum um fiskivinnu. Og vit hava valt at gera okkara egnu handilsavtalur. Vit hava – í nærum fullari semju – í øllum hesum lutum valt at fara eina aðra leið enn Danmark. Í stríðnum um makrelin og
vísa fíggindskap móti onkrum navn- og andlitsleysum, sum tú tí ikki skalt fyrihalda teg til, enn um tað eru fólk, hvørs andlit tú sær og hvørs eygu tú mást møta í øðrum samanheingi eisini. Hvuss var so at [...] fólkalívsfrøðiliga kanning, um hvat fólk í býnum hugsa og halda um kvinnur í burku. Uppskotið kom á einum samansjóðingartúri í Fugloynni, tá næmingarnir fóru at kjakast um muslimar. Meiningarnar hjá næmingunum [...] var kjakið til tíðir heitt. Onkur fekk tá hugskotið at kanna, hvussu føroyingar høvdu borið seg at, um teir møttu muslimum í Havnini. Endin var, at hendan lítla verkætlanin gjørdist veruleiki. Sambært
Vit eru ikki komnir fram á eina maskinu, sum kann brúkast í okkara framleiðslu. Eg veit ikki, um vit finna hana, ella um vit mugu konstruera eina maskinu sjálvir, sigur Eirikur á Húsamørk. Hann sigur, at [...] gjørt við hond. Chipsið var skorið burtur úr fiski í smalar bitar, sum líktist teimum chipsum, tú kanst keypa tú handlunum sum taffelchips. - Hetta var ógvuliga væl móttikið, men tað loysir seg ikki at skera [...] at siga, nær vit møguliga koma í gongd aftur við fiskachipsinum. Vit vita í hvussu er, at tað er nakað, sum fólki dámar, og sum eisini kundi gjørst ein munagóð útflutningsvøra, sigur Eirikur á Húsamørk
rópa hart um loysing, og nú tá Tjóðveldi hevur funnið hendan trupulleikan hjá sær sjálvum, so vilja tey eisini leggja aðrar flokkar undir tað sama. Men sjálvt um ein flokkur aftur byrjar at tosa um trupulleikarnir [...] samgongu, at hann ikki eingongd kann minnast tað; sjálvandi um man hyggur burtur frá CHE samgonguni, men vit øll vita hvussu væl tað gekk. So Tráin veit kanska ikki hvussu samgongur skipast og arbeiða saman [...] fortaldi onkra vittigheit um Gud. Eg minnist ikki heilt hvussu hon ljóðaði, men eitt sum eg fekk bururúr henni var at Tráin er gudloysingur. Eg fari ikki at blanda meg uppí um fólk trúgva uppá Gud ella
”Loysing er fólkaræði”, skrivar Óluva Klettskarð í eini grein, sum stóð á Vágaportalinum og í Norðlýsinum um vikuskiftið. Greinin var eitt aftursvar til nakað sum eg skrivaði í farnu viku. Í míni grein [...] hvítt í júst framløgdu stevnumiðunum! Sjálvsagt veit eg, at talan er um eitt skjal, sum fyrst og fremst er til innanhýsis nýtslu í flokkinum, men tá talan er um eitt somikið heilagt skjal, at sjálvt navnið [...] yvirskrift. Men tey gloyma at siga, at hetta er bara galdandi um meirilutin av fólkinum vil hava loysing. Um meirilutin vil hava samband, so eru tjóðveldi og loysingin beint ímóti fólkaræðinum. Í einum fólkaræði
fyrimunur við blokkskipan er, at veljarin greitt sær, um teirra flokkar liva upp til tað, sum tey lovaðu frammanundan. - Fært tú ikki tað tú velur, so revsar tú flokkarnar. Tað síggja vit javnan í londunum kring [...] seg til ein flokk ella blokk áðrenn valið. Tí hendir tað javnan, at tú til dømis heldur tú valdi ein politikara, sum er fyri loysing, men endaði við at fáa ein sambandsløgmann, vísur Sjúrður Skaale á. [...] minni at velja í, so vita øll hvat tey fáa. Í Føroyum veitst tú tað ongantíð, tí tú kanst velja Fólkaflokkin, og fáa ein Sambandsløgmann. Tú kanst eisini velja ein flokk, sum er fyri borgarligari vígslu
Hjalmar, eg veit at tú hevur upplivað nógv í tínum langa lívið, bæði so og so. Tú misti pápa tín longu árið eftir at tú vart føddur, og so mistu tit sonin Gardar á ungum árum. Tú hevur verið nakað til skips [...] gum. Tað, ið vit ungu minnast teg best fyri, er, at tú í okkara eygum altíð hevur siglt sum skipari við Barsskor. Tú hevur sagt mær, at tú fórt umborð sama dag sum Fróðskaparsetrið varð sett á stovn [...] fyri at tú ert so áhugaður í, hvat okkara børn takast við, og hvar tey eru. Tað fløvar, tá ið tú ringir og vit fáa tey longu prátini um kvøldarnar. Nú ein dagin gleddist tú ómetaliga nógv um nýggju s
Cleaner, tað riggar til alt. Hevur tú nakað húsdjór? Nei Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina millión? Keypt hús í havn, goldi tað einu milliónina J Hvat hevði tú gjørt, um tú vann tíggju milliónir? Kanska [...] sjeikinum, og systurbørnini hjá mær, tey ríka veruliga um lívið. Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt? Tað veit eg ikki rættiliga. Um eg ynski mær nakað, so geri eg tað, sum skal til, fyri at tað verður [...] og onnur kær nær við. Men tað kundi tað eisini verið, um man var onkra aðrastaðni frá. Hvar ert tú um 10 ár? Eg veit ikki. Eg plagdi at hugsa nógv um val sum eg tók fyrr, tá eg las uttanlands, fyri at tað
drongin hjá mær gráta av kvøkkinum, stóra stóra takk fyri, at tú koyrdi hann heim, eg veit tíverri ei heldur, hvør tú ert, men takk skalt tú hava kortini, sigur mamman . [...] roynd kortini – og um ikki annað ávara fólk um, at børnini ikki eru trygg í ferðsluni við bilførarum, ið ikki duga at ansa eftir. – Sonur mín og tveir aðrir vinmenn, skuldu yvur um gonguteigin uttan fyri [...] fyri Frelsunnarherin. Teir báðir vinmenninir vóru nakað framman fyri sonin hjá mær og koma tí skjótari yvur um vegin. Men sonur mín bíðar eitt sindur. Til onkur bilur heldur av fyri sær, heldur hann fram
heilsumálum um hann er vorðin varðugur við hetta og hevur gjørt sær nakrar hugsanir um tað? Fyribyrging heldur enn viðgerð. Løgmaður sigur um tað at fyribyrgja sjúkur: ”tað hevði tó verið uppaftur betri, um vit [...] síggja tað góða, lat okun gleðast um, at tað gongur væl. Jú gamaní, tað geri eg so sanniliga og óivað flestu við mær, men hevði tað ikki verði ólíka betri, um ikki bara eg og tú og enn fleiri, men allir føringar [...] ilt um golf ella vøll), men heilt erligt- man tosar um hvussu fantastiska gott tað privata megnar hetta og hatta og tað væl betur enn tað almenna. So come on, lat okkum prógva tað, smoyggja upp um ermar