Politikarar lumpa fólk

Politisku flokkarnir í Føroyum eru bangnir fyri at missa atkvøður, og tí tora teir ikki at binda seg til ein flokk ella blokk áðrenn valið.

Politisku flokkarnir í Føroyum eru bangnir fyri at missa atkvøður, og tí tora teir ikki at binda seg til ein flokk ella blokk áðrenn valið. Tí hendir tað javnan, at tú til dømis heldur tú valdi ein politikara, sum er fyri loysing, men endaði við at fáa ein sambandsløgmann, vísur Sjúrður Skaale á.

 

 

 

Í londunum kring okkum hava tey skipanir sum viðføra, at veljarin ikki altíð sleppur at velja júst tað, honum lystir. Hann nýtist mangan at góðtaka, at flokkar ikki eru púra samdir við honum. Men í Føroyum er tað ikki so. Flest allir føroyingar kunnu finna valevni innan flest allir flokkar, sum hava meiningar fyri og ímóti á øllum økjum. Tí er tað relativt lætt hjá føroyingum at finna júst tað valevni, sum hevur júst somu hugsa sum tey á øllum økjum. Men tað er í veruleikanum ein illusjón.

 

- Føroyar kvalast í fólkaræði. Tá eingi skipað viðurskifti eru á fólkaræðisligum økjum, so riggar tað als ikki, og eingin fær tað tey hildu tey fingu, sigur Sjúrður Skaale.

 

 

Hann vísir á, at aðrastaðni eru parlamentsval skipað soleiðis, at veljarin fær tveir møguleikar at velja í. Og tá so valið er farið framvið, ja, so veit man júst hvør politikkur verður førdur komandi árini. Samstundis hava nógv lond læstar listar, tað vil siga, at flokkarnir sjálvir gera av hvørji valevni sleppa inn um tinggátt. Men soleiðis er ikki í Føroyum.

 

- Hóast veljarin í øðrum londum hevur minni at velja í, so vita øll hvat tey fáa. Í Føroyum veitst tú tað ongantíð, tí tú kanst velja Fólkaflokkin, og fáa ein Sambandsløgmann. Tú kanst eisini velja ein flokk, sum er fyri borgarligari vígslu hjá samkyndum, og fáa eina samgongu, sum leggur forboð móti hesum, vísur Sjúrður Skaale á.

 

Ein annar fyrimunur við blokkskipan er, at veljarin greitt sær, um teirra flokkar liva upp til tað, sum tey lovaðu frammanundan.

 

- Fært tú ikki tað tú velur, so revsar tú flokkarnar. Tað síggja vit javnan í londunum kring okkum. Men í Føroyum er tað júst tað øvugta, tí veljarin er so vanur við at ikki fáa tað, sum honum varð lovað áðrenn valið, sigur Sjúrður Skaale.

 

 

 

Føroysku flokkarnir tora ikki

Orsøkin til, at politisku flokkarnir í Føroyum ikki tora at siga ov nógv áðrenn val er, at tað kann lata hurðar aftur og harvið kosta atkvøður.

 

- Flokkarnir vilja gjarna fríggja í eystur og vestur fyri at fáa so nógvar atkvøður sum gjørligt, og tí tora teir ikki at binda seg til ein blokk áðrenn val, sigur Sjúrður Skaale.

 

Hann vísir á, at í dag kunnu valevni innan sama flokk siga ja og nei til sama spurning, tí neyðugt er at tekkjast so nógvum veljarum sum til ber.

 

- Prísurin er, at veljarin verður lumpaður, sigur Sjúrður Skaale.

 

Flokkarnir áttu tó at verið so mikið at sær komnir, at teir royndu at gera teirra politikk so veruleikakendan sum gjørligt áðrenn val, so veljarin visti hvat hann fekk.

 

- Flokkarnir selja eina vøru, sum ikki er til, sigur Sjúrður Skaale.

 

Meira kann lesast um hetta evnið í Vikublaðnum.